Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. apríl 1997Nr. 31
Kunngerð um sáttmála millum Europeiska Felagsskapin øðrumegin og ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin
Við góðkenning Føroya Løgtings hevur Føroya Landsstýri gjørt henda sáttmála:
SÁTTMÁLI
millum ríkisstjórn Danmarkar
og Føroya Landsstýri øðrumegin
og
Europeiska Felagsskapin hinumegin
RÍKISSTJÓRN DANMARKAR OG FØROYA LANDSSTÝRI
øðrumegin og
EUROPEISKI FELAGSSKAPURIN
hinumegin,
SUM VÍSA TIL støðu Føroya sum ein sjálvstýrandi sameindan part av einum av limalondum Felagsskapsins,
SUM VÍSA TIL viðtøku Ráðsins frá 4. februar 1974 um trupulleikar Føroya,
SUM HAVA FYRILIT FYRI tí lívsneyðuga týdningi fiskivinnan, sum tann týdningarmesta vinnan, hevur fyri Føroyar, við tað at fiskur og fiskavørur eru høvuðsútflutningsvørurnar,
SUM HAVA FYRILIT FYRI hvønn týdning fiskivinnusambandið hevur, ið ásett er í fiskiveiðisáttmálanum partanna millum, sum vátta, at handilsligu avleiðingarnar av hesum sáttmála ikki eiga at ávirka fiskiveiðisáttmálan, og at sínámillum fiskiveiðimøguleikarnir í nevnda sáttmála tískil í vavi framvegis skulu verða hildnir á einum nóg góðum støði,
SUM ERU SINNAÐIR at tryggja og víðka um verandi búskaparliga sambandið, sum er millum Felagsskapin og Føroyar, og við serligum atliti til kappingarumstøður á jøvnum føti, at tryggja eina hóvliga menning av samhandlinum til tess at vera við til at byggja Europa upp.
SUM HAVA SETT SÆR FYRI stig fyri stig at taka burtur flestallar forðanir fyri samhandilin samsvarandi treytunum í tí Almenna Sáttmálanum um Toll og Uttanríkishandil 1994 (GATT) um stovnseting av fríhandilsøkjum,
SUM BOÐA FRÁ, at teir eru til reiðar, við atliti til allar viðkomandi tættir og serliga menningina í Felagsskapinum, at kanna møguleikarnar fyri at menna og styrkja sambandið á økjum, har hetta hevði víst seg gagnligt fyri fíggjarligu áhugamál partanna til eisini at umfata øki, sum hesin sáttmáli ikki fevnir um,
SUM HAVA FYRILIT FYRI, at við hesi ætlan í hyggju varð sáttmáli millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska Búskaparliga Felagsskapin hinumegin (hereftir nevndur _upprunasáttmálin“) undirskrivaður tann 2. desember 1991,
SUM HAVA FYRILIT FYRI, at sáttmáli gjørdur við brævaskifti millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska Felagsskapin hinumegin (hereftir nevndur brævaskiftissáttmálin) við broytingum til lista I og II í fylgiskjalinum til frumskjal 1 í upprunasáttmálanum, varð undirskrivaður 8. mars 1995.
SUM HAVA FYRILIT FYRI, eftir at Tjóðveldið Eysturríki, Tjóðveldið Finnland og Kongaríkið Svøríki vórðu innlimað í Europeiska Samveldið 1. januar 1995, eiga skipanirnar fyri samhandli við fiski og fiskavørum millum Føroya og Felagsskapin at verða tillagaðar, soleiðis at samhandilsrákið millum Føroyar øðrumegin og tey nýggju limalondini hinumegin verður varðveitt,
SUM HAVA FYRILIT FYRI sum eitt úrslit av, at Felagsskapurin hevur viðurkent eina felags lýsing av uppruna jarðoljuframleiðslum, er neyðugt at tillaga reglurnar, ið ávirka hesar vørur,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at havd verður í huga ávís menning í samhandlinum millum Felagsskapin og limalondini í EFTA, er neyðugt at tillaga reglurnar um lýsing av hugtakinum _upprunavørur“, og hvussu fyrisitingarligt samstarv verður skipað,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at havd verður í huga serliga framleiðingin av fiskafóðri í Føroyum, er neyðugt at tillaga reglurnar um innflutning av ávísum landbúnaðarvørum,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at tryggja, at sáttmálin virkar á rættan hátt, eigur eitt frumskjal um sínámillum fyrisitingarligan stuðul í tollmálum, at verða sett inn í sáttmálan,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at fylgja ávísum broytingum í toll- og vøruskrá sáttmálapartanna, sum ávirka vørur, ið eru umrøddar í upprunasáttmálanum, er neyðugt at dagføra vøruskránna fyri hesar vørur,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at gera tað smidligari, er hóskandi at geva felagsnevndini heimild til at taka avgerð um broytingar til reglurnar í frumskjølunum í hesum sáttmála,
SUM HAVA FYRILIT FYRI at gera tað greiðari, eigur ein nýggjur samansettur tekstur so sum hesin sáttmáli at koma í staðin fyri upprunasáttmálan og brævaskiftissáttmálan;
SUM HAVA Í HUGA, at báðir sínamillum handilssáttmálarnir millum Finnland, Svøríki og Føroyar fara úr gildi, tá ið hesin sáttmálin kemur í gildi.
HAVA AVGJØRT, fyri at útinna hesi stevnumið, og við atliti til, at eingin regla í hesum sáttmála kann verða tulkað soleiðis, at sáttmálapartarnir sleppa undan teim skyldum, sum teimum eru álagdar í øðrum altjóða sáttmálum,
AT GERA HENDA SÁTTMÁLA:
Grein 1
Sáttmálin hevur til endamáls:
(a) hóvliga at menna búskaparliga sambandið millum Føroyar og Europeiska Búskaparliga Felagsskapin við at økja um sínámillum samhandilin, soleiðis at búskaparliga virksemið í Føroyum og Felagsskapinum verður økt, livi- og arbeiðskorini betrað, framleiðslan økt og fíggjarliga støðufestið styrkt.
(b) at tryggja samhandlinum sáttmálapartanna millum rímuligar kappingarumstøður,
(c) at vera við til á henda hátt hóvliga at menna og økja heimshandilin við at taka burtur forðingarnar fyri samhandli.
Grein 2
Hesin sáttmáli fevnir um vørur, sum hava uppruna sín í Føroyum ella Felagsskapinum:
(i) sum koma undir kapitlarnar 25-97 í tí Tillagaðu Skipanini (the Harmonized System), har vørurnar í fylgiskjali II í sáttmálanum um at seta Europeiska Búskaparliga Felagsskapin á stovn og vørur í fylgiskjali I til henda sáttmála eru undantiknar;
(ii) sum lýstar eru í frumskjali nr. 1, 2 og 4 til henda sáttmála við serligum atliti til nærri reglur, sum ásettar eru í hesum frumskjølum.
Grein 3
Eingin nýggjur innflutningstollur verður ásettur í samhandlinum millum Føroyar og Felagsskapin.
Grein 4
1. Felagsskapurin tekur tollin á innflutningi úr Føroyum av.
2. Føroyar skulu taka tollin á innflutningi úr Felagsskapinum av: Við hesum endamáli ásetur fylgiskjal II reglurnar, sum eru í toll- og skattalóggávuni fyri Føroyar.
Grein 5
Reglurnar um at taka innflutningsgjaldið av fevna eisini um fíggjartoll.
Føroyar kunnu áseta innlendisavgjald í staðin fyri fíggjartoll ella tann skattliga partin av tollinum.
Grein 6
Einki nýtt avgjald við samsvarandi ávirkan sum tollur verður ásett í samhandlinum millum Føroyar og Felagsskapin.
Avgjøld við samsvarandi ávirkan sum innflutningsgjøld í samhandlinum millum Føroyar og Felagsskapin verða avtikin.
Grein 7
Einki útflutningsgjald ella avgjald við samsvarandi ávirkan verður ásett í samhandlinum millum Føroyar og Felagsskapin.
Útflutningstollur og avgjøld við samsvarandi ávirkan verða sett úr gildi.
Grein 8
Frumskjal 1 ásetur reglur fyri tollviðgerðina og fyriskipanirnar fyri ávísan fisk og fiskavørur, sum verða settar frítt í umfar í Felagsskapinum ella verða innfluttar til Føroya.
Grein 9
Frumskjal 2 ásetur reglur fyri tollviðgerðina og fyriskipanirnar fyri ávísar vørur, sum vunnar eru við at tilgera landbúnaðarvørur.
Grein 10
1. Um so verður, at serligar reglur verða ásettar sambært tí landbúnaðarpolitikki, sum ein av sáttmálapørtunum setur í verk, ella sum er ein fylgja av broyting í verandi reglum, kann viðkomandi sáttmálapartur laga tær fyriskipanir, sum gjørdar eru út frá hesum sáttmála, til viðkomandi vørur við atliti til tær vørur, sum eru grundin til hesar reglur ella broytingar.
2. Í slíkum føri hevur viðkomandi sáttmálapartur hóskandi fyrilit fyri áhugamálum hjá hinum sáttmálapartinum. Sáttmálapartarnir kunnu við atliti til hetta ráðføra seg hvør við annan í felagsnevndini, sum sett verður sambært grein 31.
Grein 11
Frumskjal 3 ásetur lýsingina av hugtakinum ,,upprunavørur“ og fyrisitingarligar samstarvshættir.
Grein 12
Umhugsar sáttmálapartur at lækka tað virkna stigið á tolli ella avgjøldum við samsvarandi ávirkan mótvegis triðjalondum, sum njóta fyrimun av mestfyrimunarregluni, ella umhugsar hann fyribils at seta hetta úr gildi, skal hann, í tann mun tað er gjørligt, boða felagsnevndini frá hesum í seinasta lagi 30 dagar, áðrenn sovorðin lækking ella fyribils úrgildissetan kemur í gildi. Sáttmálaparturin tekur til eftirtektar eina og hvørja viðmerking frá hinum sáttmálapartinum um tær avlagingar, hetta kann føra við sær.
Grein 13
1. Ongar nýggjar innflutningsavmarkingar í nøgd ella tiltøk við samsvarandi ávirkan verða settar í gildi í samhandlinum millum Føroyar og Felagsskapin.
2. Sáttmálapartarnir taka innflutningsavmarkingarnar í nøgd og tiltøk, sum hava samsvarandi ávirkan sum innflutningsavmarkingarnar í nøgd, av.
Grein 14
1. Felagsskapurin tekur sær rætt til at broyta skipanina fyri jarðoljuframleiðslur, sum koma undir vøruflokk 2710, 2711, ex 2712 (osokoritt, brúnkolavoks og torvavoks undantikin) og 2713 í felags vøruskránni, tá ið avgerðir innan felags handilspolitikkin verða tiknar viðvíkjandi jarðoljuframleiðslum, ella tá ið ein felags orkupolitikkur verður lagdur.
Í slíkum føri skal Felagsskapurin hava hóskandi fyrilit fyri áhugamálum Føroya; við hesum fyri eyga skal hann kunna felagsnevndina, sum kemur saman undir teim treytum, sum ásettar eru í grein 33, 2. stk.
2. Føroyar taka sær rætt til at fara fram á líknandi hátt, um umstøðurnar gerast hesum líkar.
3. Treytað av 1. og 2. stk. ávirkar sáttmálin ikki reglur um innflutning av jarðoljuframleiðslum, sum ikki fevna um toll.
Grein 15
1. Sáttmálapartarnir siga seg við fyriliti til landbúnaðarpolitikkin at vera til reiðar til at stuðla eini hóvligari menning av samhandlinum við landbúnaðarvørum, sum sáttmálin ikki fevnir um.
2. Sáttmálapartarnir nýta reglurnar á dýralæknaliga, heilsuliga og plantuheilsuliga økinum, soleiðis at munur ikki verður gjørdur, og seta ikki nýggj tiltøk í verk, sum kunnu tarna samhandlinum óneyðuga.
3. Sáttmálapartarnir kanna sambært treytunum í grein 35 teir trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp í samhandlinum við landbúnaðarvørum, og gera sítt besta til tess at finna hóskandi loysnir.
Grein 16
Føroya Landsstýri setur neyðugar kanningar í verk fyri at tryggja, at vegleiðandi prísurin, sum Felagsskapurin hevur ásett ella fer at áseta sambært grein 2 í frumskjali 1, er tann rætti.
Sáttmálapartarnir tryggja, at hugtakið _upprunavørur“ og reglurnar fyri fyrisitingarligum samstarvi, sum standa í frumskjali 3, verða nýtt á rættan hátt.
Grein 17
Frumskjal 4 ásetur tær serligu reglurnar fyri innflutningi av ávísum landbúnaðarvørum, sum ikki eru nevndar í frumskjali 1.
Grein 18
Frumskjal 5 ásetur reglur fyri sínámillum stuðul millum fyrisitingarmyndugleikarnar í tollviðurskiftum.
Grein 19
Sáttmálapartarnir vátta sínámillum av nýggjum at veita hvør øðrum mestfyrimunarviðgerð sambært Almenna Sáttmálanum um Toll og Uttanríkishandil (GATT) 1994.
Sáttmálin forðar ikki fyri, at tollsamgonga, fríhandilsøki ella fyriskipanir um marknahandil verða varðveitt ella stovnað, uttan so at tey broyta samhandilsskipanirnar, sum ásettar eru í hesum sáttmála, serliga ásetanirnar um upprunareglur.
Grein 20
Sáttmálapartarnir halda seg frá einihvørji fyriskipan ella innanhýsis fíggjarligari gjaldsgongd, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ger mun á vørum frá øðrum sáttmálapartinum og líknandi vørum, sum hava uppruna sín úr øki hjá hinum sáttmálapartinum.
Framleiðslur, sum verða útfluttar til økið hjá einum sáttmálaparti, kunnu ikki fáa fyrimun av einum innlendis avgjaldsendurgjaldi, sum er hægri enn tað avgjaldið, sum beinleiðis ella óbeinleiðis er álagt teimum.
Grein 21
Gjaldingar fyri vørusamhandilin eins og flyting av hesum upphæddum til Føroya ella til tað limalandið í Felagsskapinum, har kravánarin hevur bústað sín, eru undantiknar einihvørji avmarkan.
Grein 22
Sáttmálin forðar ikki fyri forboðum og avmarkingum fyri innflutningi, útflutningi ella gjøgnumflutningi, sum eru grundað á almenna siðalagið, lóg og landaskil ella almenna trygd, at verja mannalív og -heilsu, djóralív ella plantur, at verja listarlig, søgulig ella fornfrøðilig tjóðvirði, ella at verja ídnaðarligan og handilsligan ognarrætt, ella reglur um gull og silvur.
Hesi forboð ella avmarkingar mugu tó hvørki nýtast til at gera tilvildarligan mun á ella til fjalda avmarking í samhandlinum sáttmálapartanna millum.
Grein 23
Einki í sáttmálanum forðar fyri, at annar sáttmálaparturin tekur stig,
(a) sum hann heldur vera neyðug fyri at forða fyri, at upplýsingar, sum kunnu skaða avgerandi trygdaráhugamál, sleppa út;
(b) sum viðvíkja handli við vápnum, lóðri ella krígsútbúnaði ella gransking, menning og framleiðing, sum eru neyðug til verjuendamáls, treytað av, at hesar fyriskipanir ikki broyta kappingarumstøðurnar fyri tær framleiðslur, sum ikki eru ætlaðar til serlig hernaðarlig endamál;
(c) sum hann heldur vera avgerandi fyri egna tryggleika sín, um kríggj brestur á ella álvarsligur altjóða spenningur kyknar upp.
Grein 24
1. Sáttmálapartarnir halda seg frá øllum tiltøkum, ið kunnu hótta við at gera tað ómøguligt at fremja endamál sáttmálans.
2. Teir taka øll vanlig ella serlig stig til tess at tryggja, at skyldurnar í sáttmálanum verða hildnar.
Heldur annar sáttmálaparturin hin sáttmálapartin hava mishildið skyldu í sáttmálanum, kann hann taka hóskandi stig undir treytunum og sambært tí mannagongd, sum ásettar eru í grein 29.
Grein 25
1. Niðanfyristandandi er ósambæriligt við rætta mannagongd í sáttmálanum, um hesi ávirka samhandilin millum Føroyar og Felagsskapin:
(i) allir sáttmálar millum fyritøkur, viðtøkur hjá samtøkum og alt samskipað arbeiðslag millum fyritøkur, hvørs endamál ella úrslit er at forða, avmarka ella avlaga kappingina viðvíkjandi vøruframleiðslu ella vørusamhandli;
(ii) eitt ella fleiri virki misnýta sína sterku støðu á landaøkinum hjá sáttmálapørtunum sum heild ella meginpartinum av hesum.
(iii) ein og hvør almennur stuðul, sum avlagar ella hóttir við at avlaga kappingina við at taka ávísar fyritøkur ella ávísa vøruframleiðslu framum.
2. Heldur ein sáttmálapartur eina ávísa mannagongd vera ósambæriliga við hesa grein, kann hann taka hóskandi stig sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 26
Har, ið innflutningur av eini ávísari vøru veksur ella væntandi veksur til óbótaligan skaða fyri framleiðsluvirksemið á økinum hjá øðrum sáttmálapartinum, og har ið hetta kemst av:
(i) einum sambært sáttmálanum lutvísum ella fullkomiligum niðurskurði í tolli og avgjøldum við samsvarandi ávirkan á viðkomandi vøru hjá innflytandi sáttmálapartinum; og
(ii) tí sannroynd, at tollur ella avgjøld, sum hava samsvarandi ávirkan og sum útflytandi sáttmálaparturin leggur á innflutningin av ráevnum ella hálvvirkaðari vøru, sum nýttar eru til at framleiða viðkomandi vøru, er nógv lægri enn samsvarandi tollur ella avgjøld, sum innflytandi sáttmálaparturin leggur á;
kann viðkomandi sáttmálapartur taka hóskandi stig sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 27
Heldur annar sáttmálaparturin, at selt verður fyri undirprís (dumping) í samhandlinum við hin sáttmálapartin, kann hann taka hóskandi stig til tess at steðga hesum sambært sáttmálanum um nýtsluna av grein VI í tí Almenna Sáttmálanum um Toll og Uttanríkishandil (GATT) 1994 sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 28
Stendst álvarsligt ólag á einum búskaparligum øki ella tvørleikar standast, sum kundu ført álvarsligar broytingar í búskaparligu støðuni í einum landøki við sær, kann viðkomandi sáttmálapartur taka hóskandi stig sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 29
1. Leggur annar sáttmálaparturin innflutning av vørum, sum kann føra somu tvørleikar við sær, sum víst verður til í grein 26 og 28, undir eina fyrisitingarliga skipan til tess skjótt at útvega upplýsingar um, hvønn veg handilsrákið ber, skal hann kunna hin sáttmálapartin um hetta.
2. Í teim førum, sum nevnd verða í greinunum 24 til 28, verður viðkomandi sáttmálapartur, áðrenn stig verða tikin, sum har eru ásett, ella skjótast møguligt í teimum førum, sum 3. stk., litra d) í hesi grein fevnir um, at geva felagsnevndini allar upplýsingar, sum neyðugar eru fyri at kanna støðuna gjølla til tess at finna eina loysn, sum sáttmálapartarnir kunnu góðtaka.
Tá ið stig skulu takast, eiga tey stig at verða tikin framum, ið órógva sáttmálan sum minst.
Verndarstig verða fráboðað felagsnevndini beinanvegin, sum við millumbilum viðger hetta mál, serliga fyri at tey eftir umstøðunum kunnu verða avtikin sum skjótast.
3. Fyri at halda 2. stk. eru hesar reglur galdandi:
(a) Viðvíkjandi grein 25 kann annar sáttmálaparturin leggja málið fyri felagsnevndina, um hann heldur ávísa mannagongd vera ósambæriliga við rætta framferð í sáttmálanum, so sum ásett í grein 25, 1. stk.
Sáttmálapartarnir geva felagsnevndini allar viðkomandi upplýsingar og geva henni tann stuðul, henni tørvar fyri at kanna málið, og um so er, avtaka ta átalaðu mannagongdina.
Er viðkomandi sáttmálapartur ikki hildin uppat við tí átalaðu mannagongdini innan ta freist, ið felagsnevndin hevur ásett, ella um felagsnevndin ikki er vorðin samd innan eina 3 mánaða freist eftir tann dag, málið varð lagt fram fyri nevndina, kann viðkomandi sáttmálapartur viðtaka tey verndartiltøk, hann heldur vera neyðug til tess at bøta um teir álvarsligu trupulleikarnar, viðkomandi mannagongd førir við sær, og serliga kann hann taka tollsømdir aftur.
(b) Viðvíkjandi grein 26 skulu trupulleikar, sum standast av eini støðu áðurnevnd í tí greinini, verða lagdir til kanningar fyri felagsnevndina, sum kann taka allar tørvandi avgerðir fyri at fáa enda á trupulleikunum.
Hevur felagsnevndin ella tann útflytandi sáttmálaparturin ikki innan 30 dagar eftir fráboðan tikið avgerð, sum kann fáa enda á trupulleikunum, hevur tann innflytandi sáttmálaparturin heimild til at áleggja eitt útjavningargjald á innfluttu vøruna.
Hetta útjavningargjald verður sambært ávirkanini á vøruvirðið roknað út frá teimum ójavnum í tollsatsunum fyri tey ráevni og tær hálvvirkaðu vørur, sum vøran er gjørd úr.
(c) Viðvíkjandi grein 27 skulu samráðingar vera í felagsnevndini, áðrenn viðkomandi sáttmálapartur tekur hóskandi stig.
(d) Tá ið serligar umstøður, har ið neyðugt er at taka stig beinanvegin, útihýsa kanningum frammanundan, kann viðkomandi sáttmálapartur, har tað kemur fyri í greinunum 26, 27 og 28 og í teim førum, har stuðul til útflutning ávirkar samhandilin beinleiðis og beinanvegin, alt fyri eitt taka fyribyrgjandi stig, sum alneyðug eru fyri at bjarga støðuni.
Grein 30
Um eitt ella fleiri limalond í Føroyum ella Felagsskapinum eru í gjaldsjavnatrupulleikum ella hesir eru ein álvarslig hóttan, kann viðkomandi sáttmálapartur taka neyðug verndarstig. Hann skal beinanvegin boða hinum sáttmálapartinum frá hesum.
Grein 31
1. Ein felagsnevnd er við hesum sett til at hava ábyrgdina av at umsita sáttmálan og tryggja, at hann kann verða framdur á rættan hátt. Til tess verða tilmæli gjørd og avgerðir tiknar í teim førum, sum nevnd eru í sáttmálanum. Hesar avgerðir skulu sáttmálapartarnir seta í verk sambært egnum reglum.
2. Fyri at sáttmálin kann verða framdur á rættan hátt, skifta sáttmálapartarnir upplýsingar sínámillum og samráðast í felagsnevndini eftir áheitan frá øðrum sáttmálapartinum.
3. Felagsnevndin ásetir sjálv starvsskipan sína.
Grein 32
1. Felagsnevndin er samansett av umboðum fyri sáttmálapartarnar.
2. Felagsnevndin arbeiðir eftir sínámillum semju.
Grein 33
1. Hvør sáttmálapartur skiftist um formanssessin í felagsnevndini sambært reglunum, sum verða ásettar í starvsskipanini.
2. Formaðurin kallar felagsnevndina til fundar í minsta lagi eina ferð árliga fyri at kanna eftir, hvussu sáttmálin roynist.
Felagsnevndin hevur haraftrat fund, tá ið serligar umstøður krevja tað, eftir áheitan frá øðrum sáttmálapartinum og undir treytum, sum verða ásettar í starvsskipanini.
3. Felagsnevndin kann gera av at seta arbeiðsbólkar, sum kunnu hjálpa til við uppgávum hennara.
Grein 34
1. Felagsnevndin kann broyta ásetanir í frumskjølunum til henda sáttmála.
2. Verða broytingar gjørdar í vøruskránni fyri tollsatsirnar hjá sáttmálapørtunum, sum ávirka vørur, sum víst verður til í hesum sáttmála, kann felagsnevndin laga tollsatsirnar í vøruskránni fyri hesar vørur til slíkar broytingar.
Grein 35
1. Heldur annar sáttmálaparturin, at tað hevði havt felags áhuga beggja sáttmálaparta, at samstarvið, sum sáttmálin fevnir um, varð økt til eisini at fevna um øki, sum sáttmálin ikki fevnir um, skal hann koma við eini grundgivnari áheitan til hin sáttmálapartin.
Sáttmálapartarnir kunnu biðja felagsnevndina kanna hesa áheitan og í givnum føri koma við tilmæli, serliga fyri at fáa nýggjar samráðingar í lag.
2. Sáttmálar, sum eru eitt úrslit av samráðingunum, ið nevndar eru í 1. stk., staðfesta ella góðkenna sáttmálapartarnir sambært egnari mannagongd.
Grein 36
Eftir áheitan úr Føroyum fer Felagsskapurin at umhugsa
– at betra um møguleikarnar fyri atgongd fyri ávísar vørur,
– at víðka sínar tollsømdir fyri føroyskar fiskavørur til eisini at umfata nýggj fiskasløg, sum føroysk fiskifør, sum stødd eru og veiða í Norðuratlantshavinum, hava veitt, ella til at umfata hartil knýttar fiskavørur, sum føroyski fiskiídnaðurin í løtuni ikki framleiðir. Hesi nýggju fiskasløg ella fiskavørur kunnu verða innflutt tollfrítt inn í Felagsskapin, treytað av teim neyðugu mongdaravmarkingunum, um so er, at nýggju fiskasløgini ella fiskavørurnar eru viðkvom vøra í Felagsskapinum.
Grein 37
Skjøl og frumskjøl til henda sáttmála eru ein samanhangandi partur av honum.
Grein 38
Annar sáttmálaparturin kann siga sáttmálan upp við at boða hinum sáttmálapartinum frá hesum. Sáttmálin fer úr gildi tólv mánaðir eftir tann dag, fráboðað er.
Grein 39
Sáttmálin fevnir øðrumegin um øki, har sáttmálin um at stovnseta Europeiska Búskaparliga Felagsskapin er galdandi, og undir teim treytum, sum ásettar eru í tí sáttmálanum, og hinumegin um øki Føroya.
Grein 40
1. Sáttmálin er skrivaður í tveimum eintøkum á donskum, enskum, finskum, fronskum, føroyskum, grikskum, hollendskum, italienskum, portugisiskum, sponskum, svenskum og týskum máli, har hvør tekstur hevur sama gildi.
2. Sáttmálapartarnir góðkenna sáttmálan sambært egnari mannagongd.
3. Hann kemur í gildi 1. januar 1997 treytað av, at sáttmálapartarnir innan henda dag hava boðað hvør øðrum frá, at neyðuga mannagongdin við atliti til hetta er fylgd. Eftir henda dag kemur sáttmálin í gildi fyrsta dagin í triðja mánaði eftir slíka fráboðan.
4. Ásetanirnar í niðanfyri standandi sáttmálum fara úr gildi, tá hesin sáttmáli kemur í gildi:
– Sáttmálin millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska Búskaparliga Felagsskapin hinumegin, undirskrivaður 2. desember 1991.
– Brævaskiftissáttmálin millum ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska Felagsskapin hinumegin um broytingar í lista I og II í fylgiskjalinum til frumskjal 1 til áðurnevnda sáttmála, undirskrivaður 8. mars 1995.
– Sínamillum handilssáttmálarnir millum Finnland, Svøríki og Føroyar.
Gjørdur í Brússel, sætta desember nítjanhundrað og nýtiseks.
Fyri ríkisstjórn |
Fyri Europeiska |
Danmarkar |
Felagsskapin |
og Føroya landsstýri |
|
|
|
Niels Helveg Petersen |
Gay Mitchell |
|
|
Edmund Joensen |
Sir Leon Brittan |
Hetta verður gjørt kunnugt.
LØGMANSSKRIVSTOVAN, 9. apríl 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)
løgmansstjóri
Fylgiskjøl o.a. eru at finna í Kunngerðablaðnum.