Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 13-04-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 30 frá 11. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. apríl 2018Nr. 30

Kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi

Við heimild í § 39, stk. 1, nr. 1-3 og 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Henda kunngerð ásetir reglur um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og at friða Føroya Banka.

Allýsing

§ 2. Grundlinjur í hesi kunngerð eru tær, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.

Leiðir, friðaðar fyri veiðu við troli

§ 3. Veiða við troli er ikki loyvd í teimum í stk. 2-20 nevndu leiðum og tíðarskeiðum.

Stk. 2. Alt árið innan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, undantikið fiskifør, ið hava serstakt loyvi til veiðu við troli.

Stk. 3. Í øki B í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   61°10,000'N  09°35,000'V

2)   61°35,000'N  09°35,000'V

3)   61°35,000'N  09°20,000'V

4)   61°28,000'N  09°20,000'V

5)   61°10,000'N  09°28,000'V

6)   61°10,000'N  09°35,000'V

Stk. 4. Í øki C alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   61°44,800'N  07°43,300'V

2)   61°32,800'N  08°20,500'V

3)   61°49,000'N  08°41,800'V

4)   61°57,000'N  08°16,500'V

5)   61°57,000'N  07°59,500'V

Stk. 5. Í øki D alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°26,083'N  07°30,000'V

2)   62°30,000'N  07°30,000'V

3)   62°30,000'N  08°00,000'V

4)   62°35,000'N  08°00,000'V

5)   62°47,000'N  07°12,083'V

6)   62°47,000'N  06°30,000'V

7)   62°35,000'N  06°30,000'V

Stk. 6. Í øki E í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°25,000'N  05°52,000'V

2)   62°25,000'N  05°16,000'V

3)   62°03,000'N  05°18,000'V

4)   62°03,000'N  05°50,000'V

5)   62°00,000'N  05°50,000'V

6)   62°00,000'N  05°57,083'V

Stk. 7. Í øki F alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   61°12,000'N  06°22,000'V

2)   61°03,000'N  06°17,000'V

3)   61°00,000'N  06°07,000'V

4)   60°42,000'N  06°11,000'V

5)   60°45,000'N  06°17,000'V

6)   60°45,000'N  06°36,000'V

7)   61°27,000'N  07°30,000'V

8)   61°32,500'N  07°27,000'V

Stk. 8. Í øki G alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   61°37,000'N  07°33,000'V

2)   61°30,000'N  07°45,000'V

3)   61°26,000'N  07°45,000'V

4)   61°26,800'N  07°49,200'V

5)   61°27,300'N  08°04,000'V

6)   61°29,000'N  08°10,000'V

7)   61°30,500'N  08°13,000'V

8)   61°34,500'N  08°15,000'V

9)   61°36,000'N  08°10,000'V

10) 61°31,500'N  07°56,000'V

11) 61°41,000'N  07°38,500'V

Stk. 9. Í øki H alt árið millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum breiddarstigið 61°57,000'N og 315° rættvísandi úr Barðinum 62°08,800'N 07°26,000'V.

Stk. 10. Í øki I, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum 62°08,800'N 07°26,000'V og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°30,000'N  07°45,000'V

2)   62°30,000'N  07°30,000'V

3)   62°26,083'N  07°30,000'V

Stk. 11. Í øki J, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30,000'V og norðan fyri breiddarstigið 62°25,000'N.

Stk. 12. Í øki K í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   60°54,000'N  06°04,000'V

2)   60°51,000'N  06°04,000'V

3)   60°51,000'N  05°56,000'V

4)   60°54,000'N  05°56,000'V

5)   60°54,000'N  06°04,000'V

Stk. 13. Í øki L í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   60°26,000'N  06°32,000'V

2)   60°35,000'N  06°35,000'V

3)   60°35,000'N  06°09,000'V

4)   60°26,000'N  06°10,000'V

5)   60°26,000'N  06°32,000'V

Stk. 14. Í øki M í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. juni, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 006°30,000' V og longdarstigið 006°00,000' V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44,000' N - 006°30,000' V og 62°37,000' N - 006°00,000' V.

Stk. 15. Í øki P alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   61°37,000'N  007°33,000'V

2)   61°30,000'N  007°45,000'V

3)   61°26,000'N  007°45,000'V

4)   61°25,416'N  008°01,000'V

5)   61°32,800'N  008°20,500'V

6)   61°36,000'N  008°10,000'V

7)   61°31,500'N  007°56,000'V

8)   61°41,000'N  007°38,500'V

9)   61°37,000'N  007°33,000'V

Stk. 16. Í øki R, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   61°36,000'N  008°10,000'V

2)   61°31,500'N  007°56,000'V

3)   61°41,000'N  007°38,500'V

4)   61°44,800'N  007°43,300'V

5)   61°36,000'N  008°10,000'V

Stk. 17. Í øki S, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, alt árið sunnan fyri Skeivabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   61°37,000'N  007°33,000'V

2)   61°30,000'N  007°45,000'V

3)   61°26,000'N  007°45,000'V

4)   61°27,000'N  007°30,000'V

5)   61°32,500'N  007°27,000'V

6)   61°37,000'N  007°33,000'V

Stk. 18. Í øki T alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°38,000'N  08°00,000'V

2)   62°29,800'N  08°00,000'V

3)   62°12,000'N  08°34,500'V

4)   62°12,000'N  08°46,000'V

5)   62°18,000'N  08°45,000'V

6)   62°38,000'N  08°00,000'V

Stk. 19. Í øki U alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°24,000'N  05°00,000'V

2)   62°30,000'N  05°06,000'V

3)   62°32,000'N  05°20,000'V

4)   62°28,000'N  05°20,000'V

5)   62°27,000'N  05°10,000'V

6)   62°24,000'N  05°06,000'V

7)   62°24,000'N  05°00,000'V

Stk. 20. Í øki I, sambært stk. 10, øki J, sambært stk. 11, øki R, sambært stk. 16, og øki S, sambært stk. 17, er partrol ella dupulttrol ikki loyvt.

Stk. 21. Veiðibannið í stk. 2-20 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.

Korallfriðingar

§ 4. Fyri at varðveita økir við korallum, verða hesi øki friðað fyri allari troling í teimum í stk. 2-4 nevndu økjum.

Stk. 2. Øki 1: Suður av Suðuroyarbanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   61°09,500'N  005°23,000'V

2)   60°58,500'N  005°33,000'V

3)   60°53,000'N  006°00,000'V

4)   61°09,000'N  006°10,000'V

5)   61°09,500'N  005°23,000'V

Stk. 3. Øki 2: Vestur av Munkagrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   60°41,000'N  006°46,500'V

2)   60°35,400'N  006°39,600'V

3)   60°33,500'N  006°28,300'V

4)   60°36,000'N  006°30,600'V

5)   60°41,000'N  006°46,500'V

Stk. 4. Øki 3: Vestur av Ytrabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   60°28,000'N  010°58,000'V

2)   60°28,000'N  010°56,000'V

3)   60°25,000'N  010°54,000'V

4)   60°25,000'N  010°58,000'V

5)   60°28,000'N  010°58,000'V

Føroya Banki

§ 5. Á Føroya Banka, øki A, er í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   60°50,000'N  07°57,000'V

2)   61°03,000'N  07°57,000'V

3)   61°15,500'N  08°16,000'V

4)   61°13,333'N  08°42,200'V

5)   61°00,000'N  09°11,000'V

6)   60°48,667'N  09°25,000'V

7)   60°24,000'N  09°07,000'V

8)   60°50,000'N  07°57,000'V

Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er, í øki a í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, loyvt at veiða innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   60°50,000'N  07°57,000'V

2)   60°57,333'N  07°57,000'V

3)   60°45,667'N  08°37,000'V

4)   60°36,500'N  08°45,000'V

5)   60°26,000'N  09°08,417'V

6)   60°24,000'N  09°07,000'V

7)   60°50,000'N  07°57,000'V

Stk. 3. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um fiskiskap eftir botnfiski, sum er skipaður í kunngerð við heimild í løgtingslógini.

Revsing

§ 6. Brot á §§ 3-5 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildiskoma

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 178 frá 29. desember 2017 um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.

 

 

Fiskimálaráðið, 11. apríl 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)