Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. februar 2016Nr. 3
Kunngerð um broyting í kunngerð um metal útbúgvingar við sergrein
(Tillagingar av sveinaroyndarskeiði)
§ 1
Í kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2013 um metal útbúgvingar við sergrein, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4. verður stk. 1 orðað soleiðis:
“Skúlagongdin innan sergreinarnar maskinsmiður, kleinsmiður og rustfastur kleinsmiður er 55 vikur, íroknað sveinaroyndarskeið. Skúlagongdin, íroknað sveinaroyndarskeið, er 35 vikur fyri sveisarar, 54 vikur fyri rørsmiðir og 58 vikur fyri rør- og blikksmiðir.”
2. Í § 4 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk sett:
“Stk. 2. Skúlagongdin fyri sergreinarnar maskinsmiður, kleinsmiður og rustfastur kleinsmiður verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
2) sveinaroyndarskeið, 5 vikur.
Stk. 3. Skúlagongdin fyri sergreinina rørsmiður verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
2) sveinaroyndarskeið, 4 vikur.
Stk. 4. Skúlagongdin fyri sergreinina rør- og blikksmiður verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
2) sveinaroyndarskeið, 8 vikur.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 5.
3. Í § 19, stk. 3 verður nr. 1 orðað soleiðis:
”1) 96 pultstímar, lutvíst til undirvísing og lutvíst til fyrireiking av sveinaroyndini, og”
4. § 21, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um dreying, fresing og handverk.”
5. § 24, stk. 1. verður orðað soleiðis:
“Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur fyri kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara, sbr. § 4, stk. 2, nr. 2, einum sveinaroyndarskeiði ið varir 4 vikur fyri rørsmið, sbr. § 4, stk. 3, nr. 2 og einum sveinaroyndarskeiði ið varir 8 vikur fyri rør- og blikksmið, sbr. § 4, stk. 4, nr. 2.”
6. Í § 24, stk. 3 verður nr. 1 orðað soleiðis:
”1) Lutvíst undirvísing í yrkislærugreinum og lutvíst fyrireiking av sveinaroyndini. Pultstímarnir vera lagdir soleiðis til rættis:
a) Kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara: 96 pultstímar.
b) Rørsmið: 72 pultstímar.
c) Rør- og blikksmið: tvær ferðir 72 pultstímar.”
7. § 26, stk 1 verður orðað orðað soleiðis:
“Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina handaliga uppgávu, ið er:
1) Fyri kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara: 51 klokkutímar.
2) Fyri rørsmiðir: 45 klokkutímar.
3) Fyri og rør- og blikksmiðir: Tvær ferðir 45 klokkutímar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri allar næmingar, ið eru byrjaðir í skipanini frá skúlaárinum 2013/2014 ella seinni.
Mentamálaráðið, 2. februar 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýriskvinna
/ Poul Geert Hansen (sign.)