Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27 apríl 2010Nr. 29
Kunngerð um at flyta ogn frá Føroya Yvirformyndarí v.m., sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 8. desember 2010
Við heimild í § 11, stk. 3 í løgtingslóg nr. 177 frá 22. desember 2009 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. verður ásett:
Kapittul 1
Ogn, sum skal flytast
§ 1. Ogn, ið verður umsitin í Føroya Yvirformyndarí vegna ómyndugar og horvnar persónar, verður flutt til umsiting í eini umsitingardeild í peningastovni, sum Innlendismálaráðið hevur góðkent, sbr. tó § 2, 1. pkt. og § 3, stk. 2, 2. pkt.
§ 2. Ogn hjá ómyndugum, sum ikki er størri enn 75.000 kr., verður útflýggjað verjanum at umsita. Er ognin heilt ella partvíst fíggjarkrav mótvegis verjanum, verður ognin tó flutt til eina umsitingardeild.
Kapittul 2
Raðfylgjan
§ 3. Ogn hjá aldursómyndugum eigur at verða flutt fyrst. Síðani verður ogn hjá persónum undir verju og horvnum persónum flutt.
Stk. 2. 1) Ogn hjá aldursómyndugum og persónum undir verju eigur at verða flutt í aldursrað, soleiðis at ogn hjá eldri kontuhavum eigur at verða flutt áðrenn ogn hjá yngri kontuhavum.
§ 4. Føroya Yvirformyndarí ásetir dagin, tá ogn verður útflýggjað verjanum at umsita, sbr. § 2, 1. pkt.
§ 5. Eru ognir, sum fleiri eiga saman, og har bert ein partur skal flytast sbrt. § 1 ella § 2, 2. pkt., verða allar ognir, sum eru fevndar av samognini, fluttar til umsiting í umsitingardeildini.
Kapittul 3
Heimild at avgera umsitingarstaðið
§ 6. Við tí avmarking, sum er í § 1, § 2, 2. pkt. og § 5, avger verjin hjá einum ómyndugum ognara komandi umsitingarstaðið. Er ein aldursómyndugur ognari fyltur 15 ár, tá tann í § 15 nevndna fráboðanin verður undirskrivað, skal verjin, um tað ber til, fáa váttan frá tí aldursómynduga.
§ 7. Hevur arvaleggjari ella gávugevari gilt avgjørt, at ogn, sum er bundin fyri ein ómyndugan, skal flytast til umsiting í umsitingardeild, tá kontuhavin gerst myndugur, verður ognin flutt til ávísta umsitingarstaðið.
§ 8. Við flyting av ogn, sum myndug og ómyndug eiga saman, avgera verjin hjá tí ómynduga og tann myndugi ognarin í felag komandi umsitingarstaðið.
Stk. 2. Er ein ogn gilt sett sum trygd heilt ella partvíst, verður avgerðin tikin av ognaranum saman við verjanum hjá tí, sum hevur trygd í ognini.
§ 9. Við flyting av rentunjótingarogn, har gevarin eigur rentunjótingina, verður avgerðin tikin av verjanum hjá tí ómynduga ognaranum og rentunjótaranum ella verjanum hjá tí ómynduga rentunjótaranum í felag. Tað sama er galdandi í teimum førum, tá rentunjótingarrætturin er ásettur í testamenti, sum er gjørt av rentunjótaranum og arvaleggjaranum í felag.
§ 10. Ogn hjá horvnum verður flutt í góðkenda umsitingardeild sbr. § 1.
§ 11. Eigur eitt deyðsbúgv ognirnar, avger deyðsbússkiftarin komandi umsitingarstaðið. Eru ein ella fleri av deyðsbússkiftarunum ikki førir fyri at taka lut í avgerðini, verður avgerð um komandi umsitingarstaðið tikin av hinum deyðsbússkiftarunum.
Stk. 2. Í teimum í § 9, 2. pkt. nevndu førum verður avgerðin tikin saman við verjanum fyri rentunjótaran og myndugar rentunjótarar.
Stk. 3. Er ongin deyðsbússkiftari, ella er ongin deyðsbússkiftari førur fyri at taka lut í avgerðini, avgera verjin fyri rentunjótaran og myndugir rentunjótarar í felag komandi umsitingarstaðið.
§ 12. Er ikki semja um umsitingarstaðið millum verjar fyri ómyndugar ognarar, ella millum verjar fyri ómyndugar ognarar og myndugar ognarar, verður ognin flutt til tað staðið, sum verður ávíst av verjum ella myndugum ognarum, sum umboða tann størsta partin av ognunum.
Stk. 2. Er ikki semja millum verjar fyri ómyndugar rentunjótarar ella millum verjar fyri ómyndugar rentunjótarar og myndugar rentunjótarar til somu ogn, verður ognin flutt til tað staðið, sum verður ávíst av verjum ella myndugum rentunjótarum, sum umboða ta størsta rentunjótingina um tað mundið, ognin skal flytast.
§ 13. Føroya Yvirformyndarí avger umsitingarstaðið í førum,
1) tá biðið verður um at flyta ogn í stríð við § 1 ella § 2, 2. pkt.,
2) tá áheitan um flyting ikki er móttikin rættstundis,
3) tá tað ikki hevur verið møguligt at fáa eina umbøn um flyting frá tí, sum hevur heimild at biða um tað, og
4) tá tað annars ikki er møguligt út frá teimum áheitanum, sum eru innkomnar, at ávísa eitt umsitingarstað eftir reglunum í §§ 6-12.
Stk. 2. Avger Føroya Yvirformyndarí komandi umsitingarstaðin, skal ognin flytast til eina av teimum í § 1 nevndu umsitingardeildunum. Við flyting av slíkari ogn skal Føroya Yvirformyndarí hava fyrilit fyri bústaðin hjá kontuhava og verja.
§ 14. Skulu fleiri avgera komandi umsitingarstaðin fyri einari ogn, verður ognin flutt sambært teimum áheitanum, sum lúka treytirnar, meðan tað verður sæð burtur frá førum, sum eru fevnd av § 13, stk. 1.
§ 15. Føroya Yvirformyndarí biður skrivligt verjar, kontuhavar og onnur sum hava rætt til at taka avgerð um ognirnar, innan 1 mánaða skrivliga at upplýsa, hvussu verða skal við ognini. Fyri kontuhavar, verjar v.m., sum búgva uttanlands, er freistin 2 mánaðir. Er tað noterað á kontuna, at fráboðanir viðvíkjandi ognini skulu sendast einum øðrum enn verjanum, sendir Føroya Yvirformyndarí eitt avrit av skrivinum til hendan.
Stk. 2. Áheitanin til Føroya Yvirformyndarí skal undirskrivast av verjanum persónliga ella hansara vegna av einum advokati, peningastovni ella sambært skrivliga fulltrú.
§ 16. Í sambandi við flyting av ogn til eitt umsitingarstað skal samstundis verða fráboðað, at flytingin verður gjørd við heimild í § 11, stk. 3 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a.
Stk. 2. Føroya Yvirformyndarí skal geva umsitingarstaðnum upplýsing um:
1) Navn, bústað og p-tal hjá tí, sum í Føroya Yvirformyndarí er skrivaður sum eigari av ognini, og møguligar rentunjótarar ella onnur, sum hava rættindi yvir ognini, umframt navn og bústað hjá verjanum hjá einum ómyndugum ognara.
2) Orsøkin til at ognin er sett í Føroya Yvirformyndarí.
3) Umstøður, sum hava týdning fyri umsitingina av ognini, um ikki hetta sæst á ognini ella í skjølum, sum verða flutt saman við ognini. Tað skal tó altíð upplýsast, hvussu rentan verður ávíst, um Føroya Yvirformyndarí sambært avtalu við verjan keypir virðisbrøv fyri fingnan reiðupening, um Føroya Yvirformyndarí rindar framhaldandi ognarútgjalding, tryggingargjøld, afturheldur til endurgjald fyri skuld, mótroknar rentur og líknandi.
4) Mál, sum Føroya Yvirformyndarí metir hava stóran týdning fyri komandi umsitingina.
§ 17. Til nýtslu hjá umsitingardeildini verður hjálagt:
1) Ein kontuútskrift í 2 eintøkum, sum inniheldur upplýsing um navn, bústað, p-tal hjá kontuhava, ein uppgerð yvir ogn, sum verður flutt, og eina nágreining av hvørjari einkultari ogn. Fyri lánsbrøv, partabrøv og líknandi ogn skal litra og nummar tilskilast.
2) Testamenti við møguligum ískoytum (kodicil) og kongaligum staðfestingum, gávubrøv, verjutilnevningar, deyðsbússkiftaraloyvir, avtalur um serstakar uppsparingarskipanir og líknandi skjøl viðvíkjandi grundarlagnum fyri at seta ognina í Føroya Yvirformyndarí.
3) Onnur skjøl, sum Føroya Yvirformyndarí metir hava týdning fyri framhaldandi umsitingina.
Stk. 2. Umsitingarstaðið, sum móttekur ognirnar, skal vátta fyri móttøkuna á tí eina eintakinum av kontuútskriftini.
Stk. 3. Skjølini nevnd í stk. 1, nr. 1-3 verða eftir meting hjá Føroya Yvirformyndarí hjáløgd sum frumrit ella avrit.
Stk. 4. Øll skjøl, sum ikki verða flutt til umsitingardeildina, verða savnsgoymd hjá Innlendismálaráðnum.
§ 18. Virðisbrøv, sum hava átekning um, at tey eru undir umsiting hjá Føroya Yvirformyndarí, skal komandi umsitingarstaðið geva átekning um, at tey sambært § 11, stk. 3 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. eru flutt frá Føroya Yvirformyndarí og komin undir umsiting hjá umsitingarstaðnum. Umsitingardeildin skal samstundis fáa átekningina noteraða.
Stk. 2. Tinglýst veðbrøv í fastogn ella leysafæ ella onnur tinglýst skjøl skal Føroya Yvirformyndarí geva átekning um, at tey sambært § 11, stk. 3 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. eru flutt úr Føroya Yvirformyndarí og flutt til umsiting hjá viðkomandi umsitingarstaði, og at fráboðanir sambært kap. 51 í rættargangslógini fyri Føroyar og aðrar fráboðanir, sum sambært lógini skulu sendast veðognara, framyvir skulu sendast til umsitingarstaðið. Umsitingarstaðið skal fáa fráboðanarátekningina tinglýsta.
Stk. 3. Onnur virðisbrøv, sum hava átekning um, at tað ikki uttan samtykki frá Føroya Yvirformyndarí má ráðast yvir tey, skal umsitingarstaðið geva átekning um, at tey sambært § 11, stk. 3 í løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a. eru komin undir umsiting hjá viðkomandi umsitingarstaði, og at tað framyvir ikki kann ráðast yvir ognini uttan samtykki frá umsitingarstaðnum.
§ 19. Føroya Yvirformyndarí skal ansa eftir, at broytingar í upprunaliga innihaldinum í privatum ognum síggjast, og at restskuldin verður nevnd, um tann upprunaliga upphæddin er minkað.
§ 20. Verjar fyri ómyndugar ognarar ella rentunjótarar, myndugir ognarar og rentunjótarar og aðrir rættindahavar eins og skuldarar, tryggingarfeløg og onnur, sum hava skyldur mótvegis ognunum, skulu fáa fráboðan frá Føroya Yvirformyndarí um flytingina. Eisini gevur Føroya Yvirformyndarí fráboðan til aðrar myndugleikar, sum kunnu hugsast at hava áhuga í at vita, hvussu ognirnar verða umsitnar. Komandi umsitingarstaðið fær at vita, hvør hevur fingið fráboðan um flytingina.
§ 21. Henda kunngerðin kemur í gildi 1. mai 2010.
Innlendismálaráðið, 27. apríl 2010
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)