Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. apríl 2011Nr. 25
Kunngerð um skrá yvir góðkend grannskoðanarvirkir og yvir góðkendar grannskoðarar, sum broytt við kunngerð nr. 71 frá 21. mai 2012
Við heimild í § 2, stk. 2, § 4, stk. 2 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógini) verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Skráseting Føroya førir eina almennaskrá yvir góðkendar grannskoðarar og yvir góðkend grannskoðanarvirkir, sbr. § 2 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Bert grannskoðari, ið er skrásettur á einum grannskoðanarvirki, sum er í skránni sambært § 13 í grannskoðaralógini, kann átaka sær uppgávur sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, sbr. tó § 10, stk. 3 og § 11 í grannskoðaralógini.
Stk. 3. Bert grannskoðari, sbr. stk. 2, ella eitt grannskoðanarvirki ella skrivstova, sum er skrásett í skránni sambært § 13 í grannskoðaralógini, kann verða valt til grannskoðara í einum virki, sum skal grannskoðast sambært § 135 í ársroknskaparlógini. Tað sama er galdandi fyri eitt virki, ið er undantikið frá kravinum um grannskoðan sambært § 135 í ársroknskaparlógini, men sum velur at lata ársroknskapin og møguligan samtøkuroknskap grannskoða. 1. pkt. er ikki galdandi fyri grannskoðarar sambært § 11 í grannskoðaralógini.
Stk. 4. Útlendskur myndugleiki er at skilja sum ein eftirlitsmyndugleiki fyri grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sbr. § 45, stk. 4, nr. 4 og 5 í grannskoðaralógini.
Kapittul 2
Grannskoðanarvirkir
Innihaldið í almennu skránni
§ 2. Í skránni eru hesar upplýsingar um virkir, sum eru góðkend sambært § 13 í grannskoðaralógini:
1) Navn og bústað hjá grannskoðanarvirkinum.
2) Slag av virki.
3) Slag av grannskoðanarvirki.
4) Navn á primera kontaktpersóninum og møgulig heimasíða hjá virkinum.
5) Navn, bústað og postnummar fyri hvørt skrivstovustað hjá virkinum.
6) Navn, starvsheiti og skrivstovustað hjá øllum góðkendum grannskoðarum, ið starvast á ella eru knýttir at grannskoðanarvirkinum.
7) Navn og arbeiðsadressu hjá øllum, sum hava atkvøðurætt, umframt tann samlaða atkvøðupartin hjá góðkendum grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum.
8) Navn og arbeiðsadressu hjá øllum limum í ovastu leiðsluni.
9) Møguligan limaskap í einum netverki.
10) Einhvør onnur skráseting, sum grannskoðanarvirkið hevur hjá útlendskum myndugleikum.
Skráseting og fráboðan v.m.
§ 3. Ovasta leiðslan í grannskoðanarvirkinum hevur ábyrgdina av at upplýsingarnar sambært § 2 verða skrásettar, og at upplýsingarnar í skránni eru rættar, sbr. §§ 4-7.
Stk. 2. Skrásetingin fer fram hjá Skráseting Føroya.
§ 4. Grannskoðanarvirkini skulu skráseta upplýsingarnar sambært § 2.
Stk. 2. Viðvíkjandi slag av grannskoðanarvirki, sbr. § 2, nr. 3 skal standa:
1) Løggilt grannskoðanarvirki, um meirilutin av atkvøðunum í grannskoðanarvirkinum eru ogn hjá løggildum grannskoðarum.
2) Skrásett grannskoðanarvirki, um meirilutin av atkvøðunum eru ogn hjá skrásettum grannskoðarum.
3) Góðkent virki, um virkið ikki er fevnt av nr. 1 ella 2.
Stk. 3. Dagfestingin fyri, nær góðkendir grannskoðarar, sbr. § 2, nr. 6, byrjaðu í starvi ella gjørdist knýttir at grannskoðanarvirkinum, skal skrásetast.
Stk. 4. Fyri hvønn eigara av atkvøðurætti skal eigaraslag skrásetast, sbr. § 2, nr. 7. Viðvíkjandi eigaraslagi skal standa:
1) 1) Løggilt, um talan er um eitt løggilt grannskoðanarvirki, sbr. stk. 2, nr. 1 ella ein løggildan grannskoðara.
2) 1) Skrásett, um talan er um eitt skrásett grannskoðanarvirki, sbr. stk. 2, nr. 2, ella ein skrásettan grannskoðara.
3) Góðkent, um talan er um eitt góðkent grannskoðanarvirki, sbr. stk. 2, nr. 3.
4) Annað, um eigarin av atkvøðurættinum ikki er fevndur av nr. 1-3.
Stk. 5. Viðvíkjandi limaskapi í netverki, sbr. § 2, nr. 9, skal navnið á netverkinum standa. Harumframt skal standa:
1) Navn og bústaður hjá hvørjum einstøkum virki, sum er limur í netverkinum, og
2) navn og bústaður hjá hvørjum einstøkum virki, sum á annan hátt er knýtt at netverkinum ella
3) heimasíða, har upplýsingarnar, sbr. nr. 1 og 2 eru at finna.
Stk. 6. Viðvíkjandi útlendskum myndugleika, sbr. § 2, nr. 10 skal standa:
1) Navn og bústaður hjá viðkomandi myndugleika og
2) møguligt skrásetingarnummar hjá virkinum hjá viðkomandi myndugleika.
Stk. 7. Eitt virki sambært § 13 í grannskoðaralógini er at meta sum eitt góðkent grannskoðanarvirki, tá ið tað er skrásett í skránni samsvarandi stk. 1-6.
§ 5. Broytingar í skrásettu upplýsingunum eftir § 2, nr. 1-10 ella eftir § 4, stk. 2-6 skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.
§ 6. Lýkur eitt grannskoðanarvirki ikki longur treytirnar í § 13, stk. 2 og 5 í grannskoðaralógini, sbr. tó reglur settar í gildi við heimild í § 13, stk. 6 í grannskoðaralógini, ella heldur grannskoðanarvirkið á annan hátt uppat, skal grannskoaðanarvirkið strikast úr skránni. Skrásetingin av hesum fer fram hjá Skráseting Føroya.
§ 7. Skráseting Føroya kann strika eitt virki úr skránni, sbr. § 2 um
1) virkið ikki lýkur krøvini fyri at verða góðkent sum eitt grannskoðanarvirki sambært § 13 í grannskoðaralógini, ella
2) skrásettu upplýsingarnar ikki lúka krøvini í § 2.
Stk. 2. Metir Skráseting Føroya at ein feilur ella mangul sambært stk. 1, nr. 2, kann verða rættaður, verður ein freist sett til at fáa viðurskiftini í rættlag. Er rættingin ikki gjørd áðrenn freistin gongur út, verður virkið strikað úr skránni.
Kapittul 3
Grannskoðarar
Innihaldið í almennu skránni
§ 8. Skráin hevur hesar upplýsingar um grannskoðarar, sum eru góðkendir sambært §§ 3 og 10, stk. 1 í grannskoðaralógini:
1) Navn, starvsheiti, bústað og skrásetingarnummar hjá grannskoðara.
2) Navn, bústað, heimasíðu og skrásetingarnummar hjá tí ella teimum grannskoðanarvirkjunum, sum grannskoðarin starvast hjá ella á annan hátt er knýttur at.
3) Einhvør skráseting, sum grannskoðari hevur hjá útlendskum myndugleikum.
4) Eftirútbúgving.
§ 9. Skráin hevur hesar upplýsingar um grannskoðarar, sum eru góðkendir sambært §§ 10, stk. 3 og 11 í grannskoðaralógini:
1) Navn grannskoðarans,
2) starvsheiti,
3) bústað og
4) skrásetingarnummar.
Skráseting og fráboðan v.m.
§ 10. Grannskoðarin hevur ábyrgd av at skráseta upplýsingar sambært § 8 og 9. Góðkendir grannskoðarar hava ábyrgd av, at upplýsingarnar í skránni eru rættar, sbr. §§ 8 og 9.
Stk. 2. Skrásetingin fer fram við skrivligari fráboðan til Skráseting Føroya.
Stk. 3. Viðvíkjandi útlendskum myndugleika, sbr. § 8, nr. 3 skal standa:
1) Navn og bústaður hjá viðkomandi myndugleika og
2) møguligt skrásetingarnummar hjá grannskoðaranum hjá viðkomandi myndugleika.
Stk. 4. Viðvíkjandi eftirútbúgving, sbr. § 8, nr. 4 skal standa:
1) Tímatal innan grannskoðanar- og váttanarøkið, t.d. rættarlig krøv og fakligar standardar fyri lógkravda grannskoðan og fyri grannskoðarar, altjóða og heimligar grannskoðanarstandardar, váðastýring og innanhýsis eftirlit, fakligan etikk, óheftni umframt góðan almennan grannskoðanarsið og fyrisitingargrannskoðan v.m.
2) Tímatal innan rættarlig krøv og standardar fyri at gera ársroknskapir og konsolideraðar roknskapir, vanliga roknskaparástøði og –meginreglur, altjóða roknskaparligar standardar, roknskapargreining, rakstrarbókhald, figgjarstýring og innanhýsis roknskap umframt vinnufelagsrætt.
3) Tímatal innan økið beinleiðis og óbeinleiðis skattir.
§ 11. Broytingar í skrásettu upplýsingunum sambært §§ 8, 9 og 10 skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya, sbr. § 10, stk. 1.
§ 12. Skráseting Føroya kann strika ein grannskoðara úr skránni, um
1) grannskoðarin ikki lýkur treytirnar fyri at vera skrásettur, sbr. §§ 3, 10 og 11 í grannskoðaralógini, ella
2) skrásettu upplýsingarnar ikki lúka krøvini í § 9.
Stk. 2. Metir Skráseting Føroya, at ein feilur ella mangul eftir stk. 1, nr. 2 kann vera rættaður verður ein freist sett til at fáa viðurskiftini í rættlag. Er rættingin ikki gjørd áðrenn freistin gongur út, verður grannskoðarin strikaður úr skránni.
Kapittul 4
Freistir
§ 13. Broytingar í upplýsingum, sbr. § 5 skulu skrásetast ella fráboðast í seinasta lagi 2 vikur aftaná, at broytingin er farin fram. Skráseting ella fráboðan sambært § 6 skal fara fram í seinasta lagi 2 vikur aftaná, at treytirnar sambært § 13 í grannskoðaralógini ikki longur eru loknar ella aftaná, at virkið er hildið uppat.
§ 14. Broytingar í upplýsingum sambært § 11 skulu skrásetast ella fráboðast í seinasta lagi 2 vikur aftaná at broytingin er farin fram, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Upplýsingar um eftirútbúgving skulu verða fráboðaðar í seinasta lagi tann 1. apríl árið eftir at eitt 3-ára eftirútbúgvingartíðarskeið er runnið.
Kapittul 5
Revsi- og gildiskomureglur
§ 15. Brot á §§ 13 og 14 verður revsað við bót.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast eftir ásetingunum í kap. 5 í revsilógini.
§ 16. Hendan kunngerð kemur í gildi tann 1. desember 2011. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 119 frá 18. desember 2008 um skrá yvir løggildar og skrásettar grannskoðarar.
Vinnumálaráðið 6. apríl 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)