Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2010Nr. 24
Kunngerð um hárfríðkaraútbúgving
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál og bygnaður
§ 1. Útbúgvingin til hárfríðkara skal:
1) geva lærlinginum førleika at útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,
2) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving,
3) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,
4) geva lærlinginum førleika at samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna á virkinum, og
5) geva lærlinginum førleika at tilrættaleggja arbeiðið á skilagóðan hátt.
Stk. 2. Útbúgvingin skal eisini geva lærlinginum førleika fyri sjálvsstøðugt og vandaliga at útinna:
1) klipping,
2) frisering,
3) permanent,
4) liting, og
5) gera skitsur av klippingum og friseringum til kvinnur og menn.
§ 2. Lærutíðin í yrkisútbúgvingini hárfríðkari er 4 ár.
§ 3. Skúlagongdin er 60 vikur, umframt sveinaroynd í 2 dagar.
Stk. 2. Skúlagongdin er sett saman av 1. skúlaskeiði á 20 vikur og 4 fylgjandi skúlaskeiðum á 10 vikur, umframt 2 dagar til sveinaroynd.
Stk. 3. Skúlagongdin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir.
§ 4. Býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina er skipað soleiðis:
1) verklig læra,
2) 1. skúlaskeið, 20 vikur,
3) verklig læra, uml. 15 vikur,
4) 2. skúlaskeið, 10 vikur,
5) verklig læra, uml. 30 vikur,
6) 3. skúlaskeið, 10 vikur,
7) verklig læra, uml. 30 vikur,
8) 4. skúlaskeið, 10 vikur,
9) verklig læra, uml. 30 vikur,
10) 5. skúlaskeið, 10 vikur,
11) verklig læra, uml. 5 vikur,
12) sveinaroynd, 2 dagar, og
13) verklig læra restina av lærutíðini.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
Skúlaparturin
§ 5. Samlaða skúlagongdin í hárfríðkaraútbúgvingini er 2400 tímar, av hesum er skemalagda undirvísingartíðin 2160 tímar, samanber § 4, stk. 2 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Skemalagda undirvísingartíðin er lutað sundur sambært § 12, stk. 2 í lógini.
§ 6. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er tilsamans 1480 tímar við hesum lærugreinum:
Hárvask/hárbotnsmassaga, fønturkan, brýr og vippur |
Klippiteknikkur |
Friseringsteknikkur |
Langt hár |
Fønturkan (føll/bombage) |
Fakligt ástøði |
Permanentteknikkur |
Evnafrøðilig viðgerð |
Faklig tekning |
Anatomi/fysiologi |
Húð- og vakurleikarøkt |
Stíl, snið og skap |
Heilsurøkt |
Fyrstuhjálp |
Eldsløkking |
Stk. 2. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum og tímabýtið verða neyvari lýst í lesiætlan fyri hesar lærugreinir sambært kunngerð nr. 59 frá 14. september 2004 um lesiætlanir fyri yrkislærugreinir.
§ 7. Skemalagda tímatalið til almennar lærugreinir er tilsamans 480 tímar við hesum lærugreinum:
Almennar lærugreinir eru á E-stigi | Tímatal |
Føroyskt | 80 |
Enskt | 80 |
Søla/tænasta | 80 |
Virkisbúskapur | 80 |
Sálarfrøði | 80 |
Samfelagslæra | 80 |
Tímatal tilsamans | 480 |
§ 8. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir er tilsamans 200 tímar, og innihaldið verður neyvari lýst í viðkomandi lesiætlan.
Verkligi parturin
§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin gjøgnumganga og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar uppgávur verða neyvari lýstar í arbeiðsætlan fyri verkliga partin, ið avvarðandi yrkisnevnd tilevnir og góðkennir.
Stk. 2. Upplæring innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í eini logbók, sum læruplássið og skúlin hava skyldu til at føra.
§ 10. Lærlingurin, skúlin og læruplássið nýta logbókina sambært § 9, stk. 2, í samskiftinum sínámillum, so hvørt sum útbúgvingin líður.
Kapittul 3
Eftirmeting áðrenn sveinaroynd
1. skúlaskeið
§11. Eftir 1. skúlaskeið verður hildin roynd í yrkislærugreinum og próvtøka í almennum lærugreinum sambært § 13 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku tvær ferðir í 1. skúlaskeiði.
Stk. 3. Próvtøkurnar í almennum lærugreinum fara fram sambært ásetingum í lesiætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Fylgjandi skúlaskeið
§ 12. Fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum skal í øllum fylgjandi skúlaskeiðum eftirmetast sambært § 19 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku eina ferð í 2. skúlaskeiði og tvær ferðir í 4. skúlaskeiði.
Kapittul 4
Sveinaroynd
§ 13. Tá ið lærlingurin hevur staðið skúlapartin, og áðrenn lærlingurin hevur lokið verkligu læruna, verður farið til sveinaroynd.
Stk. 2. Treytin fyri at verða tikin upp til sveinaroynd er, at lærlingur hevur staðið øll skúlaskeiðini sambært § 11 og §12.
Stk. 3. Sveinaroyndin er býtt upp í tveir partar:
1) skrivlig roynd, og
2) verklig roynd.
Stk. 4. Tann skrivliga royndin er ein samansett roynd innan yrkislærugreinirnar. Eingir hjálparmiðlar eru loyvdir. Lærlingurin fær 240 minuttir til at svara spurningunum.
§ 14. Tær verkligu royndirnar fevna um uppgávur í teimum lærugreinum, sum undirvíst er í á skúlanum og á læruplássinum.
Stk. 2. Metingardómararnir avgera, um yrkisgreinirnar verða gjørdar á egnari modell ella á modell við lutakasti. Tá ið sveinaroyndin byrjar, avgera metingardómararnir, um modellirnar verða góðtiknar.
Stk. 3. Lærlingurin fær 16 tímar í 2 dagar til verkligu uppgávuna.
§ 15. Fyri at standa sveinaroyndina, skal lærlingurin fáa í minsta lagi próvtalið 6 fyri skrivligu próvtøkuna.
Stk. 2. Í verkligu próvtøkuni má einki av próvtølunum verða minni enn 6.
Stk. 3. Fyri skrivliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og metingardómararnir eitt felags próvtal.
Stk. 4. Fyri verkliga partin geva metingardómararnir eitt felags próvtal fyri hvørja yrkisgrein.
Stk. 5. Endaliga próvtalið av sveinaroyndini er miðaltalið av teimum givnu próvtølunum, rundað til næsta próvtal eftir próvtalsstiganum. Er miðaltalið millum tvey próvtøl, verður rundað til hægra próvtalið.
Sjúkra- og endurroynd
§ 16. Sjúkra- og endurroynd verður skipað sambært § 6, stk. 2 í kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er eisini galdandi fyri lærlingar, sum hava byrjað læruna, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 11 frá 21. februar 2007 um hárfríðkaraútbúgving.
Mentamálaráðið, 23. apríl 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)