Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2010Nr. 23
Kunngerð um maskinsmiðútbúgving
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Útbúgvingin skal menna fakligu og persónligu førleikarnar hjá lærlinginum, so at hann kann taka virknan lut í einum fólkaræði og er førur fyri at samstarva, bæði í heimligum og altjóða høpi. Útbúgvingin skal eggja lærlinginum til at loysa fakligar og samfelagsligar spurningar, og samstundis hava fyrilit fyri umhvørvinum. Útbúgvingin skal somuleiðis gera lærlingin tilvitandi um, hvussu týðandi tað er at taka stig, vera liðiligur og at seta í verk, eins og eitt munagott grundarlag fyri framhaldandi at dagføra og menna sínar førleikar.
Stk. 2. Tann útlærdi maskinsmiðurin skal kunna starvast sjálvstøðugt og í samsvari við galdandi lógir.
Stk. 3. Maskinsmiðurin skal kunna finna brek, umvæla, góðskutryggja og halda viðlíka maskinútbúnað.
Stk. 4. Skúlagongdin fer fram á føroyskum yrkisskúla.
§ 2. Útbúgvingin skal geva lærlinginum førleika at:
1) útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,
2) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving,
3) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,
4) samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna á virkinum,
5) leggja arbeiðið til rættis á skilagóðan hátt, og
6) seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.
§ 3. Lærutíðin í yrkisútbúgvingini maskinsmiður er 4 ár.
§ 4. Skúlagongdin er 55 vikur.
Stk. 2. Býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina er skipað soleiðis:
1) verklig læra,
2) 1. skúlaskeið, 20 vikur,
3) verklig læra,
4) 2. skúlaskeið, 10 vikur,
5) verklig læra,
6) 3. skúlaskeið, 10 vikur,
7) verklig læra,
8) 4. skúlaskeið, 10 vikur,
9) verklig læra,
10) 5. skúlaskeið, 5 vikur, og
11) verklig læra restina av lærutíðini.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
Skúlaparturin
§ 5. Samlaða skúlagongdin í maskinsmiðútbúgvingini er 2200 tímar, av hesum er skemalagda undirvísingartíðin 1980 tímar, samanber § 4, stk. 2 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Skemalagda undirvísingartíðin er lutað sundur sambært § 12, stk. 2 í lógini.
§ 6. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er tilsamans 1300 tímar við hesum lærugreinum:
Tilfarslæra |
Framleiðsla og tænasta |
Samanføringar, montaga og smiðjuarbeiði |
Skipsmontaga |
Yrkistekning |
Spóntakandi arbeiði |
Stýringartøkni |
Mátitøkni |
Handfaringartøkni |
CNC-tøkni |
Motor |
Fyrstahjálp og brand |
Stk. 2. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum og tímabýtið verða neyvari lýst í lesiætlan fyri hesar lærugreinir sambært kunngerð nr. 59 frá 14. september 2004 um lesiætlanir fyri yrkislærugreinir.
§ 7. Skemalagda tímatalið til almennar lærugreinir er tilsamans 480 tímar við hesum lærugreinum:
Lærugrein | Tímatal |
Føroyskt E | 80 |
Enskt E | 80 |
Støddfrøði E | 80 |
Alisfrøði E | 80 |
Arbeiðstilrættarlegging og kundatænasta E | 80 |
Samfelagsfrøði E | 80 |
Tímatal tilsamans | 480 |
§ 8. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir er tilsamans 200 tímar, og innihaldið verður neyvari lýst í viðkomandi lesiætlan.
Verkligi parturin
§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin fáa gjølliga vegleiðing í og duga allar viðkomandi arbeiðsuppgávur, sum hoyra til maskinsmiðyrkið. Verkligi parturin skal leggjast soleiðis til rættis, at lærlingurin fær royndir og støðugt mennir sínar førleikar innan maskinyrkið. Lærlingurin skal duga:
1) at skipa arbeiðsgongdir á spóntakandi maskinum,
2) at tilevna og samla lutir til brúkiligar eindir, og
3) at klárgera og nýta maskinlutir, maskinur og maskinskipanir herundir at røkja og umvæla hesar.
Stk. 2. Hesar uppgávur verða neyvari lýstar í lesiætlan fyri verkliga partin, ið avvarðandi yrkisnevnd tilevnir og góðkennir.
Stk. 3. Upplæring innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í eini logbók, sum lærupláss og skúli hava skyldu til at føra.
Stk. 4. Lærlingur, skúli og lærupláss nýta logbókina, sambært. stk. 3, í samskiftinum sínámillum, so hvørt sum útbúgvingin líður.
Kapittul 3
Eftirmeting áðrenn sveinaroynd
1. skúlaskeið
§ 10. Eftir 1. skúlaskeið verður hildin roynd í yrkislærugreinum og próvtøka í almennum lærugreinum sambært § 13 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku tvær ferðir í 1. skúlaskeiði.
Stk. 3. Próvtøkurnar í almennum lærugreinum fara fram sambært ásetingum í lesiætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Fylgjandi skúlaskeið
§ 11. Fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum skal í øllum fylgjandi skúlaskeiðum eftirmetast sambært § 19 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku eina ferð í 2. skúlaskeiði.
Kapittul 4
Sveinaroynd
§ 12. Tá ið lærlingurin hevur staðið skúlapartin, og áðrenn lærlingurin hevur lokið verkligu læruna, verður farið til sveinaroynd.
Stk. 2. Treytin fyri at verða tikin upp til sveinaroynd er, at lærlingur hevur staðið øll skúlaskeiðini sambært § 10 og §11.
Stk. 3. Sveinaroyndin er býtt upp í tveir partar:
1) skrivlig roynd, og
2) verklig roynd.
Stk. 4. Tann skrivliga royndin er ein samansett roynd innan yrkislærugreinirnar. Loyvdir hjálparmiðlar í hesum sambandi eru fylgiskjøl og lummaroknari, góðkend av skúlanum. Lærlingurin fær 120 minuttir til at svara spurningunum.
Stk. 5. Til verkligu royndina verður ein uppgáva gjørd í sambandi við skúlaundirvísingina og ein munnlig framløga við støði í innihaldinum í verkligu uppgávuni.
Stk. 6. Tann verkliga uppgávan verður annaðhvørt gjørd einsæris ella í bólki.
Stk. 7. Lærlingurin ella bólkurin fær 56 klokkutímar til verkligu uppgávuna og 20 minuttir til framløguna.
§ 13. Fyri at standa sveinaroyndina skal próvtalið fyri ávikavist skrivligu og verkligu royndina ikki verða minni enn 6.
Stk. 2. Fyri skrivliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir eitt felags próvtal.
Stk. 3. Fyri verkliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og metingardómararnir eitt felags próvtal fyri:
1) útinning av verkligu uppgávuni, og
2) munnliga yvirhoyring í maskintøkniliga innihaldinum í uppgávuni.
Stk. 4. Endaliga próvtalið av sveinaroyndini er miðaltalið av teimum givnu próvtølunum, rundað til næsta próvtal eftir próvtalsstiganum. Liggur miðaltalið ímillum tvey próvtøl, verður rundað til hægra próvtalið.
Sjúkra- og endurroynd
§ 14. Sjúkra- og endurroynd verður skipað samsvarandi § 6, stk. 2 í kunngerð um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir, samanber eisini § 2, stk. 2 í kunngerðini um próvtøl (próvtalskunngerðin).
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er eisini galdandi fyri lærlingar, sum hava byrjað læruna, áðrenn kunngerðin kemur í gildi.
Mentamálaráðið, 23. apríl 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)