Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2015Nr. 21
Kunngerð um útbúgving til gastronomatstøðara og gastronom, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 21. august 2017
Við heimild í § 5, stk. 2, § 9, stk. 1 og §§ 12 og 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, og § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1, § 17, stk. 2 og § 18 stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, verður ásett:
Um útbúgvingarnar
§ 1. Útbúgvingarnar eru lutaðar sundur í skúlagongd og verkliga læru á góðkendum læruplássi.
Stk. 2. Útbúgvingin til gastronomatstøðara tekur 1½ ár.
Stk. 3. Útbúgvingin til gastronom tekur 3 ár og 7 mánaðir.
§ 2. Í útbúgvingunum til gastronomatstøðara og gastronom fær næmingurin, lærlingurin, vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:
1) Matframleiðslu í køkum, sjálvtøkumatstovum, kantinum, kaffistovum, hotel og restauratiónum og fyritøkum, ið bera mat út,
2) nýta rávørur, tilgerðarhættir, arbeiðshættir, amboð og útgerð í mun til ávísa uppgávu,
3) taka atlit at umhvørvi og trygd, tilfeingisnýtslu, tilrættalegging av arbeiði, samskipan og samstarvi.
Gastronomhjálparaútbúgvingin
§ 3. Útbúgvingartíðin til gastronomhjálparaútbúgving er 78 vikur, ið er fyrsti partur av endaligu útbúgvingini til gastronom. Útbúgvingarnar eru skipaðar soleiðis:
1) 1. skúlaskeið er 20 vikur. Skeiðið endar við eftirmeting.
2) 2. skúlaskeið á 20 vikur er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við eftirmeting.
3) Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd.
4) Verkliga læran til gastronomhjálparaútbúgvingina er 38 vikur og er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, av hesum eru 2 vikur eftirmeting í skúlanum.
§ 4. Fyri at byrja undirvísingina í 2. skúlaskeiði skal næmingurin hava rokkið hesum felags førleikamálum:
1) Undir leiðbeining at meta um og tilvirka vanligar rávørur til matvørur, og
2) undir leiðbeining arbeiða í toymum at loysa fakligar og verkligar arbeiðsuppgávur í sambandi við handfaring av matvørum.
Stk. 2. Fyri at byrja undirvísingina í 2. skúlaskeiði, skal næmingurin harumframt hava rokkið førleikamálunum fyri hesar lærugreinir:
1) Fyrstuhjálp og eldsløkking,
2) reinføri,
3) umhvørvið.
Stk. 3. Fyri tær í stk. 2, nr. 1 og 2 nevndu loknu lærugreinir verður í staðin fyri eitt próvtal sett Staðin.
§ 5. Næmingur, ið hevur lokið gastronomatstøðaraútbúgvingina, skal hava rokkið hesum førleikamálum:
1) Við leiðbeining siga frá um matvørur og tæna viðskiftafólki ella gestum í ymsum tænastuhøpi og søluhøpi.
2) Vitan, í sambandi við einfalda matvøruframleiðslu og matgerð, um heilsuligar og náttúrufakligar eginleikar hjá matvørum, og hvønn týdning teir hava fyri tann einstaka, framleiðaran og samfelagið.
3) Nýta rættar rávørur, tilfar, amboð, útgerð og arbeiðshættir til at greiða úr hondum einfaldar og væl lýstar arbeiðsuppgávur við røttum arbeiðslagi og handalagi.
4) Málbera seg munnliga og skrivliga á føroyskum í arbeiðshøpi og útbúgvingarhøpi.
5) Við leiðbeining nýta grundleggjandi matgerðarhættir og framleiðsluhættir og harafturat fremja innaneftirlit við støði í tilskilaðum fortreytum.
6) Við leiðbeining og við støði í føroyskari og altjóða siðvenju og menning framleiða máltíðir og veita kundatænastu og gestatænastu.
7) Við leiðbeining taka ímóti, keypa inn og bíleggja vørur. Harumframt gera fíggjarætlan og prísútrokna við støði í grundleggjandi meginreglum fyri vanligari marknaðarføring.
8) Við leiðbeining fyrireika og veita gestum tænastu í sambandi við einfalda borðreiðing á matstovuøkinum.
9) Við leiðbeining gera vanligar portiónir og borðreiða til sjálvtøku umframt gestatænastu á cafeteriaøkinum og kantinuøkinum.
10) Við leiðbeining at keypa inn og gera til reiðar rávørur, seta saman og matgera einfaldar rættir, máltíðir og matskráir við atliti at sensorikki og góðsku.
Stk. 2. Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsskipanini.
Gastronomútbúgvingin
§ 6. Skúlagongdin til gastronomútbúgvingina er til samans 57 vikur og verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið er 20 vikur,
2) 2. skúlaskeið er 20 vikur, harav 10 tær fyrstu vikurnar eru starvsvenjing,
3) fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd,
4) 3. skúlaskeið er 10 vikur,
5) 4. skúlaskeið og sveinaroynd er 7 vikur.
Stk. 2. Skúlagongdin í gastronomútbúgvingini fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir, vallærugreinir og starvsvenjing.
Stk. 3. Skemalagda undirvísingartíðin er til samans 1.692 pultstímar til gastronom, harav eru 360 klokkutímar starvsvenjing.
Stk. 4. Fyri at verða upptikin á 3. og 4. skúlaskeiði, skal næmingurin hava staðið 2. skúlaskeið og hava góðkendan lærusáttmála.
Innihaldið í 1. skúlaskeiði
§ 7. 1) Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:
1) Føroyskt E, 72 pultstímar.
2) Náttúrufak F, 72 pultstímar.
§ 8. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir í 1. skúlaskeiði er til samans 552 pultstímar við hesum lærugreinum:
1) Fyrstahjálp og brand,
2) reinføri,
3) kunningartøkni,
4) umhvørvi,
5) kostur og orka og føðsla,
6) vørukunnleiki,
7) grundtilgerð,
8) kundatænasta,
9) matmentan og kundatænasta,
10) sensorik og góðska,
11) framleiðsluætlan,
12) borðreiðing,
13) máltíðin.
§ 9. Í fyrsta skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 24 pultstímar.
Innihaldið í 2. skúlaskeiði til gastronom
§ 10. Skemalagda tímatalið til gastronom í 2. skúlaskeiði er til samans 348 pultstímar við hesum lærugreinum:
1) Læring, samskifti og samstarv,
2) søla og tænasta,
3) føðslulæra 1,
4) køksstarvsvenjing,
5) framleiðslureinføri,
6) rokning og kalkulatión,
7) vørukunnleiki 1,
8) valfak sambært námskipan.
§ 11. Í øðrum skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 12 pultstímar.
§ 12. Næmingurin hevur 10 vikur starvsvenjing í 2. skúlaskeiði. Skúlin skipar fyri hesi starvsvenjing. Starvsvenjingin verður nærri lýst í námsskipan.
Innihaldið í 3. og 4. skúlaskeiði til gastronom.
§ 13. Skemalagda tímatalið til gastronom í 3. og 4. skúlaskeiði er til samans 612 pultstímar við hesum lærugreinum umframt eftirmeting og sveinaroynd:
1) Íverksetan og innovatión,
2) arbeiðsumhvørvi,
3) náttúrufak í sambandi við framleiðslu,
4) vørukunnleiki 2,
5) vertsskapur og heildarfatan,
6) yrkisrelaterað enskt,
7) gastronomisk innovation,
8) vørumenning, framleiðsla og tænasta
9) føroysk–fransk menulæra,
10) tilrættalegging og framleiðsla,
11) verkligt arbeiði í køkinum,
12) valfak sambært námskipan.
§ 14. Í triðja skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 12 pultstímar.
§ 15. Í verkliga partinum er lærlingur í læru við góðkendum lærusáttmála á góðkendum læruplássi.
Førleikamál við útbúgvingarlok til gastronom
§ 16. Næmingur skal við útbúgvingarlok hava ognað sær hesar førleikar:
1) Meta um rávørur,
2) brúka rættar rávørur, tilfar, arbeiðshættir, amboð og útgerð í sambandi við ávísa givna uppgávu,
3) gera arbeiðið við atliti at reinføri, umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, trygd á arbeiðsplássinum, tíð, búskapi og góðsku,
4) matgera skundverðar, heitar, flógvar og kaldar rættir við røttum grundleggjandi tilgerðarhættum og í samsvari við reglur um reinføri og innaneftirlitsskipanina hjá virkinum, í sambandi við borðreiðing á sjálvtøkumatstovum, kantinum, kafeterium, hotellum, matstovum og fyritøkum, ið bera mat út,
5) leggja til rættis, matgera og borðreiða matskráir við atliti at føðsluvirði í matinum og gera føðsluútrokningar sambært galdandi lóggávu,
6) laga seg til arbeiðið og samstarvið í køkinum innan tey vanligastu sløgini av handilsvirkjum og fylgja menningini av teimum,
7) arbeiða í toymum og virka við í menningini av arbeiðinum,
8) vísa skapandi evni, hug og evni at læra nýtt og taka ábyrgd,
9) vera smidligur og luttaka í samstarvi við starvsfelagar, viðskiftafólk og aðrar áhugabólkar,
10) málbera seg munnliga, meta um og skilja hugskot og sjónarmið,
11) sjálvstøðugt ella sum partur av toymi at greina og loysa fakligar avbjóðingar,
12) sum grundarlag fyri lívslanga læru, at ásanna egnu styrki og veikleikar í sambandi við læring og motivatión,
13) at tæna viðskiftafólki hjá fyritøkuni við atliti at tjóðskapi,
14) taka samábyrgd fyri, at gestirnir kenna seg vælkomnar og fáa eina góða uppliving,
15) tæna og greiða gestum frá matskráum og matmentanum og nýta vanligar yrkistekstir á enskum, sum yrkisliga eru viðkomandi,
16) gera sær greitt, hvønn týdning arbeiðið og fyriskipanarliga staðið hjá hvørjum einstøkum starvsfólki hevur fyri dagliga raksturin hjá fyritøkuni, innovatión og lønsemi, umframt at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi,
17) avgera, lýsa, keypa inn, góðskumeta umframt at seta rávørur og hálvvirkaðar vørur á rætta staðið,
18) fyrireika, matgera og borðreiða tað, sum køkurin grundleggjandi hevur á matskránni,
19) sjálvstøðugt við byrjandi royndum at seta saman og matgera veitsluskráir, rokna vørunýtslu og gera kalkulatiónir,
20) við byrjandi skapandi evnum at seta saman, gera uppskrift og matgera ymsar rættir av matvørum, sum knýttar eru at árstíðunum,
21) arbeiða við bæði a la cartebíleggingum og veitslubíleggingum.
Eftirmeting
§ 17. Fyri 1., 2. og 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 48 pultstímar.
Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Sveinaroynd til gastronom
§ 18. Við endan á 4. skúlaskeiði skipar skúlin fyri sveinaroynd.
Stk. 2. Fyri at fara til sveinaroynd skal næmingur hava staðið øll skúlaskeiðini.
Stk. 3. Sveinaroyndin fevnir um eina tvørgreinaliga verkætlan, ið tekur støði í yrkislærugreinunum og verkligu læruni.
Stk. 4. Skúlin ger uppskot til hóskandi tal av próvtøkuverkætlanum, sum yrkisnevndin góðkennir.
Stk. 5. Til hvørja verkætlan skulu tey evni, sum lærlingurin skal arbeiða við, verða greitt lýst.
§ 19. Sveinaroyndin varir 3 dagar og er skipað soleiðis:
1) Lærlingurin tekur eina verkætlanaruppgávu, sum hann ítøkiliga skal arbeiða við 2 dagar í skúlanum,
2) triðja dagin sýnir lærlingurin verkætlanina fram, og munnlig próvtøka verður í framhaldi av hesum.
Stk. 2. Í sambandi við próvhoyring í verkætlanini verður eisini próvhoyrt í ymiskum táttum í yrkislærugreinunum.
Stk. 3. Við støði í sýningini hevur lærlingurin eina framløgu, ið varir umleið 15 minuttir. Síðani verður lærlingurin próvhoyrdur í umleið 15 minuttir við støði í framløguni.
Stk. 4. Fyri verkætlanina og próvhoyringina í verkætlanini verður givið 1 próvtal, ið verður ásett av tveimum metingardómarum og einum próvhoyrara.
Stk. 5. Sveinaroyndin er staðin, um úrslitið av sveinaroyndini er í minsta lagi 02, vísandi til galdandi próvtalsstiga.
§ 20. Tá ið sveinaroyndin er staðin, og lærutíðin er lokin, fær lærlingurin frá Yrkisdeplinum útflýggjað sveinabræv.
Gildiskoma
§ 21. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, lærlingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2015/2016 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 77 frá 3. juni 2013 um matvøruatstøðisútbúgving.
Mentamálaráðið, 23. mars 2015
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 124 frá 21. august 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, lærlingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2017/2018 ella seinni.”