2. februar 2016Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016
(Hámark hjá fiskiførum í bólki 2)
§ 1
Í kunngerð nr. 173 frá 28. desember 2015 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016 verður í § 8, stk. 2 “663 tons.” broytt til: “1.326 tons.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 2. februar 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)