23. mars 2015Nr. 19
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
(Møguleiki at lata inn talgilt umsóknarblað)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, verður í § 10 sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Umsóknin kann eisini latast inn talgilt. Umsøkjari váttar á talgilda umsóknarblaðið sbrt. stk. 1, at upplýsingarnir eru rættir. Er umsøkjarin undir 18 ár og ógiftur, verður umsóknin váttað av foreldramyndugleikanum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 23. mars 2015
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)