Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mars 2011Nr. 19
Kunngerð um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing (B.Sc.Cur)
Við heimild í § 2, stk. 2, § 6, stk. 4 og § 7 í løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum verður ásett:
Kapittul 1
Útbúgvingin
§ 1. Útbúgvingin er ásett at vera 4 lestrarársverk ella 240 ECTS námsstig (European Credit Transfer System námsstig). Eitt lestrarársverk er arbeiðið hjá einum fulltíðarlesandi í 1 ár. Eitt lestrarársverk svarar til 60 ECTS námsstig.
Stk. 2. Útbúgvingin er býtt í lestrarhálvur og eindir. Hvør lestrarhálva er 18-24 vikur. Lestrarhálvurnar eru býttar í eindir. Ein eind kann vera ástøðilig ella klinisk ella ein samanseting av báðum. Í hvørjari eind verður lesandi mettur, um hann hevur staðið lærumálini fyri ávísu eindina.
§ 2. Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði gevur rætt til heitið baccalaureus scientiarum curationes stytt B.Sc.Cur., enska heitið er Bachelor of Science (BSc) in Nursing.
Stk. 2. Eftir lokið prógv hevur lesandi rætt til løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur sbrt. kongelig anordning nr. 353 af 21.12.1959, hvorved lov om sygeplejersker sættes i kraft på Færøerne, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 217 af april 1988.
Kapittul 2
Upptøka
§ 3. Fróðskaparsetur Føroya kunnger nær umsóknarfreistin er. Umsóknarfreistin er í minsta lagi 2 mánaðir, áðrenn lesturin byrjar.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya útflýggjar umsóknarblað. Umsóknarblaðið skal latast Fróðskaparsetrinum saman við skjalprógvum fyri atgongugrundarlagnum.
Stk. 3. Umsøkjari skal hava svar upp á umsókn í seinasta lagi ein mánað fyri lestrarbyrjan. Umsøkjari, sum verður upptikin, skal innan eina av rektaranum ásetta freist vátta, at hann tekur við tilboðnum.
§ 4. Rektarin setir eina ráðgevandi upptøkunevnd at viðgera innkomnar umsóknir og at lata rektaranum tilmæli um upptøku av umsøkjarum.
Stk. 2. Rektarin orðar mannagongd fyri arbeiðið hjá upptøkunevndini, herundir hvussu farast skal fram, tá mett verður um avriksflutning, javnvirðismeting o.a.
§ 5. Tá ið lesandi úr øðrum sjúkrarøktarfrøðiskúla verður upptikin, avger rektarin eftir tilmæli frá nevndini sambært § 4, hvørja eind á skúlanum viðkomandi skal ganga á.
Stk. 2. Rektarin kann gera av, eftir tilmæli frá nevndini, at útbúgvingarpartar, sum ein lesandi hevur staðið við eina aðra framhaldsútbúgving, heilt ella lutvíst kunnu koma í staðin fyri samsvarandi útbúgvingarpartar eftir hesi kunngerð.
§ 6. Rektarin ger samstundis við vanligu upptøkuna ein bíðilista, ið er galdandi fyri verandi lestrarár. Bíðilistin er grundaður á sama førleikametingarstøði sum við upptøku.
Stk. 2. Um so er, at ein umsøkjari, sum stendur á bíðilista, ikki innan eina freist, ið er ásett av rektaranum, tekur við tilboði um upptøku, fellur rætturin til upptøkuplássið burtur.
Kapittul 3
Fakligt innihald og skipan
§ 7. Útbúgvingin er granskingargrundað, og fakliga innihaldið í útbúgvingini verður grundað á kunnskap frá sjúkrarøktarfakinum í samanhangi við heilsu-, náttúru-, samfelags- og hugvísindalig fak. Útbúgvingin verður løgd til rættis við støði í einari grundleggjandi vísindaástøðiligari fatan, sum gevur førleika at kanna ástøði, hugtøk og háttaløg frá sjúkrarøktarfakinum og øðrum fakum, sum skulu brúkast til at lýsa, greiða frá, greina og meta um tey serligu vandamál, fyribrigdi og samanhang, sum sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða við og í.
Stk. 2. Fyri at tryggja sínámillum ávirkan og samband millum ástøðiligu og klinisku undirvísingina, verður útbúgvingin løgd til rættis í mun til høvuðspartarnar av virkisøkinum hjá sjúkrarøktini.
Stk. 3. Ástøðiliga og kliniska undirvísingin í fakøkjunum skal til eina og hvørja tíð tryggja samanspæl millum virði og kunnskap í útbúgvingini og yrkinum og samstundis tryggja, at vitanarstøðið í útbúgvingini støðugt er grundað á nýggjastu vitanina og menningina innan yrkið.
Stk. 4. Í útbúgvingini skulu vera lestrarhættir, sum stuðla menningini av førleika í mun til læring, sjálvstøðu og samarbeiði og til at skapa fakliga endurnýggjan.
Stk. 5. Útbúgvingin verður løgd til rættis soleiðis, at hon lýkur tær útbúgvingartreytir, sum settar verða í ES-londum fyri løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur.
§ 8. Í útbúgvingini kunnu tvørfakligir og tvøryrkisligir partar verða tiknir við bæði í ta ástøðiligu og klinisku undirvísingina. Tvørfakligir og tvøryrkisligir partar skulu leggjast til rættis í samstarvi við teir samarbeiðspartar, sum eru viðkomandi fyri yrkisbólkin.
§ 9. Undirvísing í umhvørvisligum spurdómum og í samanspælinum millum ymiskar mentanir verður tikin við í útbúgvingina í tann mun, tað er viðkomandi fyri fakøkið. Útbúgvingin skal harumframt verða við til at stimbra persónligu menningina hjá lesandi og menna hansara áhuga fyri og evni til at vera virkin í einum fólkaræðisligum samfelag.
§ 10. Útbúgvingin fevnir um samanlagt 240 ECTS námsstig við ástøðiligari og kliniskari undirvísing. Ástøðiligi undirvísingarparturin svarar til 150 ECTS námsstig, og kliniski undirvísingarparturin svarar til 90 ECTS námsstig.
Stk. 2. Í útbúgvingini er ein valfríur partur, sum svarar til 10 ECTS námsstig.
Stk 3. Bachelorritgerðin telur 20 ECTS námsstig. Í ritgerðini verður ein sjálvvaldur spurdómur viðgjørdur við evni úr kliniskari sjúkrarøkt og við nýtslu av vísindaligum ástøði og háttalagi.
Kapittul 4
Klinisk undirvísing
§ 11. Endamálið við klinisku undirvísingini er, at lesandi, við venjing av grundleggjandi førleikum, hevur ábyrgd av at ogna sær fakligt hegni og venur evnini at meta um, taka vælgrundaðar avgerðir og útinna dygdargóða sjúkrarøkt við støði í nýggjastu vitanini. Fyri at tryggja, at útbúgvingin er grundað á yrki og yrkisroyndir, verður kliniska undirvísingin løgd til rættis við samanhangi millum ástøðiligan og kliniskan kunnleika.
Stk. 2. Kliniska undirvísingin, sum telur 90 ECTS námsstig, fer fram í venjingarstovu og á góðkendum kliniskum undirvísingarstøðum og verður løgd til rættis við støði í møguleikunum á staðnum. Tað er álagt tí kliniska undirvísingarstaðnum at gera eina lýsing av tí klinisku undirvísingarætlanini, sum er í tráð við námsskipanina. Skúlin skal góðkenna lýsingina.
Stk. 3. Í klinisku undirvísingini verður dentur lagdur á upplivingar menniskjans, tess kor og atburð í sambandi við heilsu og sjúku. Somuleiðis verður dentur lagdur á sjúkrarøktartørv, sjúkrarøktartænastu og úrslit, samvirkan millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing, fakligu og persónligu menningina hjá lesandi og á tvørfakligt og tvøryrkisligt samarbeiði og samarbeiði millum øki.
§ 12. Klinisk útbúgvingarskeið í kliniska útbúgvingarpartinum verða ásett í námsskipan. Av teimum tilsamans 90 ECTS námsstigunum í kliniska útbúgvingarpartinum skulu 60 ECTS námsstig metast við próvtøku.
Stk. 2. Endamálið við klinisku próvtøkuni er at meta, um lesandi hevur førleikar, sum svara til málini fyri ávísu klinisku undirvísingina. Klinisk próvtøka verður mett staðið/ikki staðið og fer fram á kliniska útbúgvingarplássinum sambært reglum ásettum í námsskipanini.
Kapittul 5
Samstarv millum Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og klinisk útbúgvingarstað
§ 13. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og kliniska útbúgvingarstaðið samstarva við tí fyri eyga, at samanhangur er millum ástøðiligu og klinisku undirvísingina og fyri at tryggja, at lesandi ognar sær kliniskar førleikar. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin hevur ábyrgd av at byrja samstarvið, og báðir partar hava ábyrgdina av at halda tað viðlíka.
Kapittul 6
Próvdøming
Endamál
§ 14. Endamálið við próvtøkum er at meta, um førleikarnir hjá lesandi eru í samsvari við tey mál og krøv, sum eru ásett fyri útbúgvingina í kunngerðini, námsskipanini o.ø.
§ 15. Teir førleikar, sum lesandi hevur ognað sær í útbúgvingini, verða prógvaðir við próvtøkum, íroknað próvdøming av bachelorritgerð.
Stk. 2. Útbúgvingartættir, sum innihaldsliga ella arbeiðsliga loyva tað, kunnu heilt ella lutvíst prógvast við skjalprógvaðari luttøku í undirvísing og royndum, og verða í próvbókini skrásett sum staðin.
§ 16. Próvtøkumálið er føroyskt. Við próvtøkur, sum ikki hava til endamáls at prógva kunnleika um føroyskt mál, kann verða vikið frá hesi áseting.
Stk. 2. Fróðskaparsetrið kann bjóða lesandi við niðursettum likamligum ella sálarligum virkisførleika, lesandi við øðrum móðurmáli enn føroyskum og lesandi við samsvarandi trupulleikum, serligar próvtøkutreytir í teimum førum, tá ið mett verður, at hetta er neyðugt til tess at javnseta hesi við onnur lesandi. Tað er ein treyt, at hesi tilboð ikki lækka støðið á próvtøkuni.
§ 17. Munnlig próvtøka er almenn.
Stk. 2. Við munnliga próvtøku kann dekanurin avmarka atgongdina til próvtøkuhølini vegna plásstrot ella órógv í sambandi við próvtøkuna. Dekanurin kann somuleiðis gera frávik frá stk. 1, um mett verður, at serligar umstøður tala fyri tí.
Lærari og próvdómari
§ 18. Fyri at gerast próvdómari, skal viðkomandi vera lærari ella vísindafólk frá hægri lærustovni ella granskingarstovni við kravdum fakligum førleika.
Stk. 2. Próvdómari er annaðhvørt innanseturs- ella uttanseturs próvdómari. Innanseturs próvdómari er lærari á Fróðskaparsetrinum við minst eitt ára starvsaldri. Kliniski parturin av útbúgvingini er tó undantikin hesum kravi.
Stk. 3. Fróðskaparsetrið ásetir innanhýsis mannagongd um góðkenning av uttanseturspróvdómara.
§ 19. Lærarin og próvdómarin skulu í felag tryggja at:
1) krøvini til eina próvtøku, munnliga ella skrivliga, eru í samsvari við endamálið í kunngerðum, námsskipanum og skeiðslýsingum,
2) próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum,
3) lesandi fáa einsháttaða og rættvísa viðferð, og
4) avrikini fáa álítandi próvdøming, ið er í samsvari við reglur um próvtalagávu.
Stk. 2. Próvdómarin skal undir próvdømingini gera skrivligar viðmerkingar um grundarlagið fyri próvdømingini og próvtalinum. Viðmerkingarnar skulu seinni kunna brúkast sum grundarlag undir meting próvdómarans í møguligari kæru. Viðmerkingarnar skulu goymast í 1 ár.
§ 20. Próvtøkuspurningin ger lærarin, sum hevur undirvíst. Próvdómarin skal góðkenna próvtøkuspurningin.
Stk. 2. Verður undir ella eftir próvtøkuna gjørt vart við álvarsamt mistak ella vantandi upplýsingar í próvtøkuuppgávuni, skal beinanvegin verða boðað dekaninum frá. Lærari og/ella próvdómari gera tilmæli um, hvussu bøtast kann um skeivleikan.
Stk. 3. Eftir tilmæli frá próvdómara og/ella lærara kann rektarin í tílíkum føri strika próvtøkuna og skipa fyri serligari endurpróvtøku.
Próvtøka
§ 21. Próvtøka er annaðhvørt innanseturs ella uttanseturs próvtøka. Námsskipanin tilskilar, hvør próvtøka talan er um.
Stk. 2. Minst helvtin av útbúgvingini mett í námsstigum, skal próvdømast við uttanseturs próvtøku. Kliniski parturin av útbúgvingini er tó undantikin hesum kravi.
Stk. 3. Bachelorritgerð skal próvdømast við uttanseturs próvtøku.
§ 22. Í minsta lagi helvtin av ástøðiliga partinum av útbúgvingini, mett í ECTS námsstigum, skal verða skjalprógvað við uttanseturs próvtøku. Námsskipanin ásetir, nær innanseturs og uttanseturs próvtøkur verða.
Stk. 2. Próvtøkurnar skulu verða lagdar til rættis sum einstaklingspróvtøkur. Í námsskipanini kann tó vera ásett, at ávísar próvtøkur verða lagdar til rættis sum bólkapróvtøkur, har fleiri lesandi verða próvdømd fyri felags avrik. Avrikini skulu tó eyðmerkjast og próvdømast hvørt sær.
§ 23. Fyri at kunna halda fram í útbúgvingini, skal lesandi við endan av 2. lestrarhálvu eftir lestrarbyrjan fara upp til tær próvtøkur, sum eru ásettar í námsskipanini við endan av 2. lestrarhálvu.
Stk. 2. Lesandi skal hava staðið próvtøkurnar sbrt. stk. 1, áðrenn 4. lestrarhálva aftan á lestrarbyrjan er lokin, fyri at kunna halda fram við útbúgvingini.
Stk. 3. Lesandi skal hava luttikið í øllum uppgávum, royndum og próvtøkum, sum liggja frammanundan uttanseturs próvtøku, áðrenn próvtøkan kann avgreiðast.
Stk. 4. Lesandi skal hava staðið tær innanseturs og uttanseturs próvtøkur, sum eru í 3 teimum fyrstu lestrarárunum, áðrenn farið verður undir bachelorritgerðararbeiðið.
Bachelorritgerð
§ 24. Bachelorritgerð er vanliga einstaklingsavrik, men kann eftir reglum, sum rektarin ásetir, avrikast av fleiri lesandi í felag. Avrikini skulu eyðmerkjast og próvdømast hvørt sær.
Stk. 2. Bachelorritgerðin verður mett við uttanseturs próvtøku og skal verða mett staðin av vegleiðara, áðrenn munnligu próvhoyringina ella framløguna av ritgerðini.
Stk. 3. Eitt samlað próvtal verður givið fyri tað skrivliga arbeiðið og próvhoyringina ella framløguna. Í uppgávukravinum skal verða lýst, hvussu nógv hvør partur vigar í metingini.
Próvtalsgáva
§ 25. Galdandi próvtalsstigi ella dømingin staðið/ikki staðið verður nýtt við próvdøming.
Stk. 2. Próvtøkan er staðin, sambært minstamarki fyri at vera staðin eftir galdandi próvtalsstiga ella próvdømingini staðið. Hvør próvtøka skal vera staðin fyri seg.
Stk. 3. Í námsskipanini kann vera ásett, at ein samanseting av próvtøkum verður staðin sum ein próvtøka. Í hesum føri skal miðalpróvtalið fyri at standa próvtøkuna vera sambært minstamarki fyri at vera staðin í galdandi próvtalsstiga.
§ 26. Dømingin staðið/ikki staðið kann í mesta lagi verða nýtt til próvtøkur, sum svara til 1/3 av útbúgvingini, roknað í námsstigum. Hetta er kortini hvørki galdandi fyri kliniskar próvtøkur og starvsvenjing, ella tá ið talan er um avriksflutning.
Stk. 2. Bachelorritgerðin verður próvdømd eftir galdandi próvtalsstiga.
§ 27. Kann próvtal ikki latast beint eftir próvtøkuna, ásetir rektarin freist fyri, nær próvtalið í seinasta lagi skal vera givið. Freistin skal verða kunngjørd teimum lesandi undan próvtøkuni.
Lestrarvirkni og ásetingar í sambandi við próvtøku
§ 28. Fyri at verða roknaður sum lestrarvirkin, skal lesandi fara upp til próvtøku við fyrsta próvtøkuhøvi.
Stk. 2. Um lesandi vegna sjúku ella av øðrum váttaðum lógligum forfalli er forðaður í at møta til próvtøku, skal hann hava møguleika at fara upp aftur til próvtøku skjótast til ber ella í seinasta lagi í næsta próvtøkuskeiði.
§ 29. Fróðskaparsetrið skal kunna lesandi um:
1) Próvtøkureglur.
2) Reglur í sambandi við sjúku.
3) Serligar próvtøkureglur í einstøku lærugreinunum.
4) Avleiðingarnar av ikki at fylgja reglum um próvtøku.
5) Kærumøguleikar.
§ 30. Lesandi hevur í mesta lagi høvi at fara tríggjar ferðir til somu próvtøku. Rektarin kann eftir skrivligari og grundgivnari umsókn geva loyvi til at fara til somu próvtøku fjórðu ferð, um rektarin metir, at serligar umstøður tala fyri hesum.
Stk. 2. Lesandi hevur í mesta lagi høvi til at fara tríggjar ferðir til próvtøku í sama kliniska skeiði.
§ 31. Í námsskipanini kann tað verða kravt, at øll lesandi fara upp til próvtøku við fyrsta próvtøkuhøvi. Har tað ikki er kravt, skal tíðarfreist verða ásett fyri innskriving og afturtøku av innskriving. Um afturtøkan ikki er rættstundis, verður próvtøkan at telja sum ein próvtøka. Hetta er tó ikki galdandi, um viðkomandi ikki fær møtt til próvtøku vegna sjúku ella annað lógligt forfall sambært § 28 stk. 2.
Stk. 2. Tá serligar umstøður gera seg galdandi, kann rektarin eftir skrivligari umsókn gera frávik frá tíðarfreistunum í stk. 1.
§ 32. Lesandi verður burturvístur frá próvtøku, um hann:
1) undir próvtøku útvegar sær sjálvum ella øðrum hjálp, sum ikki er loyvd,
2) hevur við sær amboð, ið ikki eru loyvd til ta ávísu próvtøkuna,
3) gevur arbeiði hjá øðrum út fyri sítt egna, ella
4) á annan hátt roynir at svika.
Stk. 2. Er illgruni um svik sambært stk. 1, skal boðast frá hesum til dekanin. Verður illgrunin váttaður, ger rektarin av, um próvtøkan skal strikast og próvtalið falla burtur hjá viðkomandi, ið hevur svikað. Próvtøkan telur kortini sum próvtøka.
Stk. 3. Rektarin kann í álvarsomum føri vísa lesandi burtur í eina ella fleiri lestrarhálvur. Í slíkum føri verður skrivlig ávaring givin um, at verður svikað aftur, kann tað hava við sær varandi burturvísing.
Námsskipan
§ 33. Rektarin ásetir nærri reglur um útbúgvingina í námsskipan.
Stk. 2. Námsskipanin skal hava reglur um royndir og próvtøkur og um:
1) Innihald og stødd í ECTS námsstigum í einstøku fakunum, fakøkjunum og eindunum í útbúgvingini. Lýsing av høvuðspørtunum í virkisøkinum,
2) Innihald, stødd í ECTS-stigum, staðseting og tilrættisleggjan av tí klinisku undirvísingini, íroknað kravda luttøku í klinisku undirvísingini,
3) Karmar og skipan av valfríum parti,
4) Undirvísingar- og arbeiðshættir í útbúgvingini, íroknað KT í undirvísingini,
5) Bachelorritgerð,
6) Royndar og próvtøkuhættir og staðseting av royndum og próvtøkum,
7) Krøv til góðkenning av kliniskum undirvísingarstøðum,
8) Samstarv millum Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og klinisku útbúgvingarstøðini,
9) Eindar- og faklýsingar,
10) Altjóða útbúgvingarmøguleikar, skiftislesnað,
11) Luttøkuskyldu,
12) Góðskriving,
13) Starvsvenjing,
14) Undantøk.
§ 34. Tá ið námsskipanin verður gjørd, og tá ið munandi broytingar skulu gerast í henni, taka umboð fyri tey lesandi og umboð fyri tey klinisku undirvísingarstøðini lut í arbeiðinum. Námsskipanin og munandi broytingar í henni koma í gildi við byrjanina av lestrarárinum.
Stk. 2. Áðrenn námsskipan verður staðfest, og um munandi broytingar verða gjørdar í henni, skal stýrið fyri Fróðskaparsetrið góðkenna hana. Heilsuverkið, Nærverkið, Mentamálaráðið og løggildingarmyndugleikin skulu hoyrast.
Stk. 3. Rektarin kann, har rektarin metir, at serlig viðurskifti gera seg galdandi, gera undantak frá teimum reglum í námsskipanini, sum eru ásettar av Fróðskaparsetrinum.
Stk. 4. Galdandi námsskipan verður kunngjørd á heimasíðu Fróðskaparsetursins.
Kapittul 7
Prógv
§ 35. Fróðskaparsetrið skrivar út prógv fyri útbúgvingina. Á próvnum skal standa:
1) Navn útbúgvingarstovnsins á føroyskum og enskum.
2) Navn og føðingardagur hjá viðkomandi, sum hevur staðið útbúgvingina.
3) Heitið, sum útbúgvingin gevur rætt til á føroyskum og á enskum.
4) Heimildin fyri útbúgvingini.
Rektarin á Fróðskaparsetrinum og dekanurin fyri Sjúkrarøktarfrøði útbúgvingina skriva undir prógvið.
Stk. 2. Aftur at próvnum skal fylgja próvtalayvirlit á føroyskum og enskum, ið fevnir um:
1) Próvtøkuúrslit,
2) royndir og skeið, sum eru staðin,
3) møgulig flutt avrik frá øðrum útbúgvingarstovnum.
Fyrisitingarstjórin á Fróðskaparsetrinum skrivar undir próvtalayvirlitið.
Stk. 3. Sum fylgiskjal til prógvið letur Fróðskaparsetrið eitt Diploma Supplement á enskum, sum samsvarar við ásetingarnar hjá ES-kommissjónini, Evroparáðnum og UNESCO/CEPES.
Stk. 4. Lesandi, sum gevst í útbúgvingartíðini, hevur rætt til váttan fyri tær próvtøkur, ið hann hevur staðið.
Kapittul 8
Kærur
§ 36. Kærur um avgerðir í sambandi við próvtøku sambært hesi kunngerð skulu latast Fróðskaparsetrinum skrivliga við grundgevingum.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí, at lesandi hevur fingið avgerðina at vita. Í undantaksføri kann rektarin víkja frá tíðarfreistini.
Stk. 3. Kærast kann ikki um metingina í kliniskum útbúgvingarparti.
Stk. 4. Kærast kann ikki um avgerðina hjá Fróðskaparsetrinum sambært §§ 3, 5 stk. 2, 6, 16, 17 stk. 2, 30 og 32.
§ 37. Um kært verður um:
1) próvtøkugrundarlagið, tað er próvtøkuspurning, uppgávur ella tílíkt, í mun til pensum,
2) próvtøkugongdina ella
3) próvdømingina
leggur dekanurin kæruna fyri læraran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli.
Stk. 2. Dekanurin tekur avgerð í kærumálum sbrt. stk. 1, og niðurstøðan kann vera at:
1) umdøming,
2) bjóða endurpróvtøku, ella
3) kæran verður víst aftur.
Við umdøming og við endurpróvtøku skulu nýggir próvdómarar verða settir at døma avrikið.
Stk. 3. Verður niðurstøðan umdøming ella endurpróvtøka endar málið her.
§ 38. Vísir dekanurin kæruni aftur, kann kærast skrivliga til rektaran á Fróðskaparsetrinum, sum setir eina kærunevnd í hvørjum einstøkum føri at taka avgerð í málinum. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at dekanurin hevur tikið avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin verður mannað við tveimum góðkendum uttanseturs próvdómarum. Ber hetta ikki til, verður nevndin mannað við uttanseturs próvdómarum, tilnevndum til høvi. Rektarin tilnevnir formannin.
§ 39. Kærunevndin kann:
1) góðkenna próvtalið, hækka ella lækka próvtalið ella broyta ikki staðið til staðið ella øvugt,
2) avgera, at umdøming verður við nýggjum próvdómarum,
3) bjóða endurpróvtøku við nýggjum próvdómarum, ella
4) vísa kæruni aftur.
Stk. 2. Avgerð verður tikin við atkvøðugreiðslu. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 3. Lesandi kann halda fram við útbúgvingini, meðan kæran verður viðgjørd, tó ikki í teimum førum, har henda kunngerð ella námsskipanin áseta annað.
Stk. 4. Avgerð kærunevndarinnar er endalig.
Kapittul 9
Aðrar reglur
§ 40. Útbúgvingin skal vera lokin í seinasta lagi 6 ár eftir, at hon er byrjað. Rektarin kann, har serlig viðurskifti gera seg galdandi, gera undantøk frá hesi reglu.
§ 41. Landsstýrismaðurin kann góðkenna frávik frá kunngerðini í sambandi við royndar- og menningarvirksemi. Samstundis verður ásett, hvussu leingi royndin skal vara, og hvussu royndarfrágreiðingin skal verða tilevnað.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 42. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri lesandi, sum byrjað hava útbúgvingina tann 1. september 2010 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 123 frá 22. desember 2006 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum og kunngerð nr. 62 frá 23. apríl 2003 um próvtøku við útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum, tó soleiðis at lesandi, sum eru byrjað lesturin fyri 1. september 2010, gera seg lidnan við útbúgvingina sambært hesum kunngerðum.
Mentamálaráðið, 3. mars 2011
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)