Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2015Nr. 18
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging
(Gjaldstíðarskeiðið broytt og myndugleikaheitið dagført)
§ 1
Í kunngerð nr. 63 frá 16. september 2004 um sjálvbodna trygging, sum seinast broytt við kunngerð nr. 16 frá 27. mars 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
2. Í § 2, stk. 1 verður “31. mars” broytt til: “31. mai”.
3. Í § 3, stk. 2 verður “1. apríl” broytt til: “1. juni” og “31. mars” broytt til: “31. mai”.
4. Í § 3, stk. 3 verður “1. mars” broytt til: “1. mai”, og “16. mai” broytt til: “1. juli”.
5. Í § 3, stk. 4 og § 5, stk. 2 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
6. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tryggingargjaldið til sjálvbodnu tryggingina sambært § 21 í dagpengalógini verður fyri tíðarskeiðið 1. juni 2015 til 31. mai 2016 kr. 7.651,00.”
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tryggingargjøld, sum eru goldin fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2014 til 31. mars 2015, eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2014 til 1. juni 2015.
Almannamálaráðið, 23. mars 2015
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)