Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2015Nr. 16
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir gulllaksi á føroysku landleiðunum í 2015
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 3 og 6, § 9, stk. 2 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997 og løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi, Argentina silus, á føroysku landleiðunum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015.
Heildarkvota
§ 2. Heildarkvotan av gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2015 er 14.400 tons.
Skipan av fiskiskapinum
§ 3. Loyvt er í mesta lagi 6 trolarum at reka beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi við troli.
Stk. 2. Loyvi til fiskiskap, sambært stk. 1, verða latin eigarum av teimum 6 trolarunum, sum í 2014 høvdu fiskiloyvi til gulllaks á føroysku landleiðunum. Er veiðiloyvið flutt á annað fiskifar, verður loyvi til fiskiskap latið hesum fiskifari.
Stk. 3. Fiskiskapur, sambært stk. 1, verður skipaður við felagskvotu.
Fiskiloyvi
§ 4. Beinleiðis fiskiskapur eftir gulllaksi er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá VØRN til slíkan fiskiskap.
Hjáveiða
§ 5. Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli. Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli.
Undirmátsfiskur
§ 6. Í hvørjum háli kunnu í mesta lagi 5% av vektini av veiðuni vera gulllaksur undir 28 cm til longdar.
Reiðskapur
§ 7. Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi, sambært hesi kunngerð, er ikki loyvt at nýta trol við meskum smærri enn 70 mm.
Stk. 2. Loyvt er at brúka dupultan posa, har meskastøddin á uttara posanum er minst 140 mm.
Stk. 3. Loyvt er at brúka gjarðir ella rundstroppar. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 50% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Frástøða millum gjarðarnar skal minst vera 100 cm.
Aðrar ásetingar
§ 8. Fiskifør, ið hava rætt til fiskiloyvi sambært hesi kunngerð, kunnu á sama túri bert royna beinleiðis eftir gulllaksi.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er loyvt eina ferð á sama túri at leggja um frá fiskiskapi undir fiskidagaskipanini, sambært § 29, stk.1 í løgtingslógini, til beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Verður lagt um sambært stk. 2, telja fiskidagar til komið er aftur í havn, sambært § 5, stk. 5 í løgtingslógini.
Stk. 4. Fiskifør skulu boða VØRN frá 6 tímar áðrenn, tey leggja um sambært stk. 2. Saman við fráboðanini skal upplýsast samlað nøgd av fiski umborð, flokkað á fiskasløg.
Revsing
§ 9. Brot á §§ 4-7 og § 8, stk. 1 og 4 í hesi kunngerð verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann VØRN beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann VØRN beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 6. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2015.
Fiskimálaráðið, 23. mars 2015
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)