Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. desember 2017Nr. 153
Kunngerð um skráseting av gjaldoyravekslarafyritøkum, peningaflutningsfyritøkum og útbjóðarum av tænastuveitingum hjá Skráseting Føroya til tess at fyribyrgja hvítvaski
Við heimild í § 17 og § 20, stk. 3 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 26. mai 2010 og løgtingslóg nr. 56 frá 26. mai 2010, verður ásett:
Alment
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri fyritøkur, sum, sbrt. § 15 í løgtingslógini, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.
Stk. 2. Skráseting Føroya førir eina skrá yvir tær í stk. 1 nevndu fyritøkur. Tær í § 2 nevndu upplýsingar skulu vera tøkar fyri almenninginum.
Upplýsingar í skránni
§ 2. Skráin inniheldur upplýsingar um:
1) skrásetingarnummar hjá fyritøkuni,
2) navn og bústað hjá fyritøkuni,
3) møguligt tilknýti hjá fyritøkuni til agenturgevara og franchisegevara og
4) slag av fyritøku.
Fráboðan um upptøku í skránna
§ 3. Tá ið fyritøkur boða frá um upptøku í skránna, skulu tær lata tær í § 2, nr. 1-4 nevndu upplýsingar.
Stk. 2. Veruligu eigararnir og leiðslan hjá fyritøkuni, undir hesum stjórar, skulu lata hesar upplýsingar:
1) Navn.
2) Bústað.
3) P-tal.
Stk. 3. Persónar, sum eru nevndir í § 3, stk. 2, ið ikki hava eitt p-tal, skulu lata eitt avrit av passi ella tjóðskaparligum samleikakorti, sum kann nýtast, tá komið verður til eitt Schengen-land.
Fráboðan um broyting av upplýsingum
§ 4. Skráseting Føroya skal fáa fráboðan um broytingar í teimum í §§ 2 og 3 nevndu upplýsingum.
Stk. 2. Tá ið fyritøkur boða frá um broytingar, skulu navnið, bústaðurin og skrásetingarnummarið hjá fyritøkuni verða upplýst saman við teimum upplýsingum, sum skulu broytast.
Stk. 3.Tá ið persónar boða frá um broytingar, skulu navnið, bústaðurin og p-talið hjá persóninum verða upplýst saman við teimum upplýsingum, sum skulu broytast.
Stk. 4. Fráboðan um broyting av upplýsingum skal vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerð er tikin um at gera broytingina.
Fráboðan um striking úr skránni
§ 5. Tær í § 1 nevndu fyritøkur hava skyldu til at boða frá um striking úr skránni, um fyritøkurnar og persónarnir ikki longur eru fevndir av § 1, stk. 1, nr. 5 og 9 í løgtingslógini. Við fráboðanini um striking av fyritøkuni, skulu tær í § 2, nr. 1 og 2 nevndu upplýsingar verða latnar.
Umsókn um skráseting
§ 6. Skráseting Føroya viðger umsóknir um skráseting í ta í § 1, stk. 2 nevndu skrá.
Stk. 2. Søkt verður um skráseting við at lata inn umsókn til Skráseting Føroya.
Kanning av leiðslu og eigarum
§ 7. Í sambandi við avgerðina um, hvørt Skráseting Føroya kann lata ta skrásetingarskyldugu fyritøkuna skráseta, sbrt. § 15, stk. 1 og 2 í løgtingslógini, kann Skráseting Føroya innheinta revsiváttan fyri teir persónar, sum verða nevndir í § 3, stk. 2.
Skráseting
§ 8. Skráseting av fyritøkuni og av broyttum upplýsingum verður framd av Skráseting Føroya. Tá skrásetingin er framd, verður váttan um skrásetingina send fráboðaranum, tí skrásetta og fyritøkuni, um fyritøkan ikki er tann skrásetta.
Stk. 2. Tað fráboðaða virksemið má ikki byrja fyrr enn skrásetingin er framd.
Revsiásetingar og gildiskoma
§ 9. Tann, sum tilvitað ella við grovum ósketni fremur brot á §§ 3-5 og § 8, stk. 2, verður revsaður við bót.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 7. desember 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)