28. februar 2018Nr. 15
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski
(Áseting um, at eingi fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru fevnd av kravinum um uppboðssølu av veiddum fiski longd til 31. mars 2018)
§ 1
Í kunngerð nr. 179 frá 29. desember 2017 um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski verður í § 2 “28. februar 2018” broytt til: “31. mars 2018”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. februar 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rógvi Reinert (sign.)