Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. november 2017Nr. 149
Kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki, sum seinast broytt við kunngerð nr. 81 frá 18. mai 2021
(Heimaframleiðslukunngerðin)
Við heimild í § 3, stk. 1, § 14, § 15, stk. 1, § 17, § 32, § 33, § 48, § 50 og § 58, stk. 4-6 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 6. mai 2016 og løgtingslóg nr. 102 frá 13. juli 2017, verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri matvørur, sum hava føroyskan uppruna, sbr. tó stk. 2-3, og sum verða seldar við heitinum Heimaframleiðsla, sbr. § 2, stk. 1, nr. 1, til heilsølur, smásølur, matstovur o.a. í Føroyum.
Stk. 2. 1) 2) Matvørur, ið kunnu seljast við heitinum Heimaframleiðsla, eru seyður, neyt, heimafuglur, egg frá heimafugli, villini fuglur, grind, hara, grønmeti og frukt, bæði viðgjørt og óviðgjørt.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 er loyvt at framleiða og selja heimaframleiðslumatvørur úr innfluttum svínakjøti og innfluttum pasteuriseraðum mjólkarúrdráttum, um hetta er virkað á løggildum matvøruvirki uttanlands, ið lýkur tær ásetingar um m.a. markvirði, sum ES setur.
Stk. 4. Kunngerðin er ikki galdandi fyri durasølu, t.e. søla frá framleiðara beinleiðis til endabrúkara, sbr. § 12 í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Heimaframleiðsla: Matvøruframleiðsla úr egnum rávørum, nevndar í § 1, stk. 2 og 3, ið fer fram á staði, ið ikki er løggilt sambært kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, sbr. § 32, stk. 1-3 í løgtingslógini.
2) Heimaframleiðari: Framleiðari í fyrsta liði, sum ikki er fevndur av reglunum í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, og sum framleiðir, hagreiðir, tilvirkar, marknaðarførir og selur matvørur, nevndar í § 1, stk. 2 og 3, til framleiðara í øðrum liði, sbr. § 2, stk. 1, nr. 3.
3) Framleiðari í øðrum liði: Heilsøla, smásøla, torg o.tíl., har matvøruframleiðsla eftir § 1, stk. 2 og 3, verður marknaðarførd og seld, og matstovur, sum viðgera, tilvirka, marknaðarføra og selja matvøruframleiðslu eftir § 1, stk. 2 og 3.
Undantøk frá løggilding og skráseting
§ 3. Kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum er ikki galdandi fyri heimaframleiðarar eftir § 2, nr. 2.
Heimaframleiðsluskráin
§ 4. Heimaframleiðarar, ið vilja framleiða og selja matvørur eftir § 1, skulu skrásetast í Heimaframleiðsluskránni, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur.
Stk. 2. Skrásetast skulu navn, annaðhvørt á persóni ella felagi, ávikavist p-tal ella v-tal, og bústaður framleiðarans. Verður matvøran framleidd aðrastaðni enn á bústaði framleiðarans, skal framleiðslustaðurin eisini skrásetast. Upplýsingarnar verða latnar á serligt oyðublað, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan útflýggjar. Heimaframleiðarar verða skrásettir við einum skrásetingarnummari í Heimaframleiðsluskránni.
Stk. 3. Treytin fyri at verða skrásettur í Heimaframleiðsluskránni er, at samlaði árligi umsetningurin av heimaframleiðsluni er minni enn kr. 1.000.000. Heimaframleiðarin skal í sambandi við skrásetingina vátta, at hann beinanvegin boðar Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, tá hann verður varugur við, at árligi umsetningurin fer upp um ta í 1. pkt. nevndu upphædd.
Handfaring o.a. í sambandi við framleiðslu
§ 5. Heimaframleiðslan skal leggjast til rættis á slíkan hátt, at matvøran verður handfarin, tilgjørd, pakkað, goymd og flutt soleiðis, at matvøran ikki spillist ella oyðilegst, ella at góðskan versnar munandi. Heimaframleiðarin hevur ábyrgdina av, at matvøran støðugt lýkur ásetingina í § 4 í løgtingslógini, sbr. tó § 6, stk. 2.
Víðaritilvirking o.a.
§ 6. Matvøran kann ikki tilvirkast víðari hjá einum øðrum framleiðara enn heimaframleiðaranum sambært § 2, nr. 2, ella verða pakkað á løggildari eind ella á annan hátt koma í samband við løggilda vøru, sbr. tó stk. 4. Hóast ásetingina í 1. pkt. kunnu seyður og neyt verða slátrað á løggildum sláturvirki ella í høli, sum er skrásett eftir § 4, stk. 2, 2. pkt.
Stk. 2. Framleiðari í øðrum liði hevur ábyrgdina av, at matvøran, meðan hann hevur ræði á henni, verður handfarin, tilgjørd, pakkað, goymd og flutt soleiðis, at matvøran ikki spillist ella oyðilegst, ella at góðskan versnar munandi. Framleiðari í øðrum liði hevur ábyrgdina av, at matvøran, meðan hann hevur ræði á henni, støðugt lýkur ásetingina í § 4 í løgtingslógini.
Stk. 3. Vøran skal sambært § 7, stk. 2 og 3, haldast atskild frá løggildari vøru í øllum liðum, eisini í sambandi við flutning, goymslu, tilvirking og sølu, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 3, kunnu framleiðarar í øðrum liði, ið eru løggildir eftir kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, handfara, skera sundur og pakka heimaframleiðsluvørur treytað av, at hetta kann gerast á slíkan hátt, at løggild vøra ikki kemur í samband við ta óløggildu vøruna.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri matstovur.
Marknaðarføring
§ 7. Matvøran skal í sambandi við marknaðarføring merkjast soleiðis, at tað greitt gongur fram av merkingini, at talan er um vøru, sum ikki er løggild, sbr. § 8. Er matvøran pakkað í verðar, skal hvør verður merkjast sambært ásetingunum í § 8.
Stk. 2. Matvøran skal bjóðast til sølu fyri seg, t.d. í einum rúmi fyri seg í kølidiskinum.
Stk. 3. Framleiðari í øðrum liði skal gera keyparanum greitt, at talan er um vøru, ið ikki er løggild. Er talan um marknaðarføring og sølu á eini matstovu, skal tað vera greitt tilskilað í matarskránni, at talan er um vøru, sum ikki er løggild.
Merking
§ 8. Matvøra, sum verður framleidd, marknaðarførd og seld eftir hesi kunngerð, skal merkjast við orðunum heimaframleiðsla, óløggild vøra og unauthorized, ið skulu prentast við sjónligum stavum á innpakkingina. Er vøran ikki pakkað, skal tað á annan sjónligan hátt gerast vart við, at talan er um vøru, sum ikki er løggild.
Stk. 2. Matvøran skal harumframt merkjast við:
1) Navni og skrásetingarnummari hjá heimaframleiðara, sbr. § 4, stk. 2.
2) Vøruinnihald, undir hesum eisini útílatingarevni og andelvi (allergen).
3) Framleiðsludegi og haldføri.
4) Rættari goymslu, t.d. at vøran eigur at goymast kalt, og rættari tilgerð, t.d. at vøran skal hitaviðgerast.
Stk. 3. Er talan um matvøru, ið er framleidd úr rávørum, nevndar í § 1, stk. 3, skal matvøran harumframt merkjast við upprunalandi.
Stk. 4. Upplýsingar eftir stk. 2 skulu vera ásýniligar og lættar at lesa. Teksturin skal vera á føroyskum, sbr. tó stk. 1.
Upplýsingarskylda og eftirlit
§ 9. Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar bara matvørur, framleiddar eftir hesi kunngerð, um hildið verður, at matvøran ikki lýkur treytirnar í § 4 í løgtingslógini.
Stk. 2. Tá ið Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar, um ein matvøra lýkur ásetingina í § 4 í løgtingslógini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan eftir § 52, stk. 3 í løgtingslógini krevja, at heimaframleiðarin og framleiðarin í øðrum liði lata allar upplýsingar, sum hava týdning fyri at fremja eftirlitið, undir hesum eisini at royndir verða tiknar av matvørunum o.ø. Tann, ið hevur ræðið á matvøruni, tá ið slíkar royndir verða tiknar, rindar fyri royndirnar.
Stk. 3. Tá ið Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar, um ein heimaframleiðari lýkur treytina í § 4, stk. 3, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan eftir § 52, stk. 1 í løgtingslógini krevja allar viðkomandi upplýsingar, eitt nú um fíggjarligu og roknskaparligu viðurskifti heimaframleiðarans.
Boð og forboð
§ 10. Lýkur ein matvøra, fevnd av hesi kunngerð, ikki krøvini í § 4 í løgtingslógini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva boð ella seta forboð fyri framhaldandi framleiðslu, tilvirking, marknaðarføring og sølu av matvøruni.
Striking o.a.
§ 11. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann strika ein heimaframleiðara úr Heimaframleiðsluskránni, um framleiðslan ikki longur lýkur krøvini í hesi kunngerð, ella um boð ella forboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir § 10 ikki verða fylgd.
Stk. 2. Er ikki annað ásett í aðrari lóggávu ella í avgerðini sjálvari, hevur ein avgerð um at strika ein heimaframleiðara úr Heimaframleiðsluskránni virknað frá tí degi, avgerðin er fráboðað heimaframleiðaranum.
Kæra
§ 12. Avgerðir, tiknar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan fyri 4 vikur eftir, at tann, sum avgerðin viðvíkur, hevur móttikið avgerðina.
Revsing
§ 13. Er ikki hægri revsing uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 4, stk. 3 og §§ 5-8, ella sum ikki letur upplýsingar ella letur skeivar upplýsingar eftir § 9, ella sum ikki ger eftir boðum eftir § 10.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 28. september 2016 um framleiðslu av føroyskum matvørum frá tilfeingisvinnuni, ætlað til sølu til heilsølur, smásølur, matstovur o.a. (Heimaframleiðslukunngerðin).
Stk. 2. Heimaframleiðarar, skrásettir til heimaframleiðslu eftir ásetingunum í kunngerð nr. 98 frá 28. september 2016 um framleiðslu av føroyskum matvørum frá tilfeingisvinnuni, ætlað til sølu til heilsølur, smásølur, matstovur o.a. (Heimaframleiðslukunngerðin), varðveita sína skráseting, men skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um viðurskiftini broytast soleiðis, at upprunaskrásetingin ikki longur er í samsvari við ásetingarnar í hesi kunngerð.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. november 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)