Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 17-11-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 148 frá 20. november 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. november 2017Nr. 148

Kunngerð um broyting í kunngerð um virki og fyrisiting av frítíðargrunninum

(Heimild til frítíðargrunnin at nýta av fæ grunsins niður til 13 mió. kr.)

§ 1

Í kunngerð nr. 101 frá 12. august 1988 um virki og fyrisiting av frítíðargrunninum, sum broytt við kunngerð nr. 77 frá 17. juni 2010, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 21, stk. 6 í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 16. mai 2006, verður ásett:”

 

2.    § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Veitingarnar úr grunninum kunnu verða latnar til stovnar ella feløg, sum hava til endamáls at útvega løntakarum frítíðarmøguleikar, ella sum hava líknandi alment gagnlig endamál.”

 

3.    Í § 1 verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. Er talan um trotabúarviðgerð av pen­ingastovni, kann grunnurin tryggja løntakara frítíðarlønarkrøv móti at vinna rættin til kravið mótvegis trotabúnum.“

 

4.    § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Grunnurin kann nýta av sínum fæi til at røkka endamál grunsins, tó soleiðis, at fæ grunsins ongantíð kann fara niður um 13 mió. kr. uttan við loyvi frá landsstýrismanninum.”

 

5.    Í § 4, stk. 3 verður “løggildugan” broytt til: “løggildan”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Samferðslumálaráðið, 17. november 2017

 

Henrik Old (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)