Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. november 2017Nr. 147
Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu
Við heimild í § 5, stk. 3, § 7, nr. 5 og § 72, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, verður ásett:
Myndugleikar
§ 1. Kommunur hava ábyrgd av fyribyrging og týning av rottu bæði í bygdum sum óbygdum økjum í kommununi, umframt á útbúnaði á sjónum, so sum fóðurflakum o.tíl., og rinda útreiðslurnar til hetta.
Stk. 2. Kommunur skulu fyri hvønn bý og hvørja bygd hava skikkað aktingarfólk at taka sær av skyldum kommununnar sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Kommunur skulu gera árligar uppgerðir yvir framd átøk at fyribyrgja og týna rottu og lata Umhvørvisstovuni avrit av uppgerðini.
Stk. 4. Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári, saman við kommununum, eina eftirmeting av tiltøkum til fyribyrging og týning av rottu.
§ 2. Umhvørvisstovan er heimilað at umsita, innflyta, goyma og útflýggja útgerð, eitur og annað tilfar til kommunurnar og aktingarfólk teirra at brúka í sambandi við at fyribyrgja og týna rottu.
Stk. 2. Umhvørvisstovan samskipar í samráð við kommunurnar fyribyrging og týning av rottu, og hevur heimild at áleggja kommunum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti t.d., nær á árinum átøk skulu gerast, samskipan millum kommunur o.a.
Stk. 3. Umhvørvisstovan savnar og ger árligar uppgerðir yvir framd átøk at fyribyrgja og týna rottu um alt landið.
Skilhald og fráboðan
§ 3. Allir eigarar og leigarar av fastogn í bygdum sum óbygdum øki, íroknað fastar og flótandi eindir á sjónum, so sum fóðurflakar o.tíl., skulu tryggja, at rotta hvørki sleppur inn ella støðast millum hús, við bygningar, úthús, fjós, brunnar, rør, fóðurflakar, før o.a., og at tilfar og leivdir, sum kunnu draga rottu at sær, verður beint burtur.
§ 4. Ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, eigur beinanvegin at boða kommununi frá. Kommunur skulu upplýsa og almannakunngera á hvønn hátt, og hvagar fráboðanir um rottu skulu latast.
Stk. 2. Kommunan skal, í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir eina fráboðan um rottu, fremja eftirlitsvitjan á staðnum og skal beinan vegin seta neyðug tiltøk í verk ella geva boð um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.
Stk. 3. Eigari, leigari, festari og brúkari hevur skyldu til at lata kommununi ella umboðsfólki kommununnar og Umhvørvisstovuni allar viðkomandi upplýsingar.
Rottutýning
§ 5. Kommunan skal fyribyrgja, at rotta spjaðist ella støðast, og, har rotta er staðfest, regluliga týna rottu í bygdum sum óbygdum øki, íroknað á føstum og flótandi eindum á sjónum, so sum fóðurflakum o.tíl., sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu.
Stk. 2. Í sambandi við fyribyrging og rottutýning hava kommunur, við samtykki frá eigara ella leigara ella við rættarúrskurði, atgongd at øllum privatum sum almennum ognum og lendi.
Stk. 3. Kommunur skulu kunna eigarar, leigarar, festarar o.o., tá rottueitur verður lagt út.
Rottufríar oyggjar
§ 6. Rottufríu oyggjarnar eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir, Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur.
Stk. 2. Kommunan skal seta upp skelti á fleiri tungumálum við kunning um rottu, um fráboðan og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj.
Stk. 3. Eigarar ella leigarar av skipum og bátum, sum regluliga sigla til rottufría oyggj, skulu seta upp skelti umborð við kunning um rottu, um fráboðan og rottufyribyrgjandi tiltøk, sambært vegleiðingini frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu.
Stk. 4. Skip og bátar skulu ikki liggja fyri akker nærri enn 500 metrar úr landi á rottufríari oyggj.
§ 7. Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj.
Stk. 2. Tann, sum rekur far, sum siglir ella flýgur til rottufría oyggj, skal hava regluligt eftirlit við, um rotta er umborð, og, har tað er gjørligt, skulu rottufellur og rottueitur altíð vera umborð.
Stk. 3. Tann, sum eigur ella rekur undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skal áhaldandi hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og skulu rottufellur og rottueitur altíð vera í tunlinum.
Stk. 4. Virki, heilsølur, handlar o.o., ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.
§ 8. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu regluliga skipa fyri yvirvøku av rottu í oynni. Yvirvøkan skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu, og úrslitini latast Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu hava eina tilbúgvingarætlan fyri at týna rottu. Ætlanin skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu.
§ 9. Fær kommunan fráboðan um rottu í rottufríari oyggj, skal kommunan beinan vegin seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um skaðan umframt varskógva Umhvørvisstovuna.
Goymsla og handfaring av rottueitri
§ 10. Rottueitur skal altíð goymast innilæst, soleiðis, at óviðkomandi ikki sleppa framat tí.
Stk. 2. Tá rottueitur verður lagt út, skal ansast eftir, at óviðkomandi fólk, fæ, fuglur, húsdjór o.o. ikki sleppa at tí.
Stk. 3. Tá rottueitur verður útflýggjað til eitt nú aktingarfólk, hjálparfólk, røktingarfólk o.o., skal kunning og vegleiðing latast við um, hvussu eitrið skal handfarast, goymast og leggjast út, tað veri seg í óbygdum sum bygdum øki, í økjum, har fólk gongur ella heldur til, í bygningum og á økjum, har fólk býr, arbeiðir ella heldur til í styttri ella longri tíð o.s.fr.
Boð og eftirlit
§ 11. Kommunan kann áleggja øllum eigarum, leigarum og brúkarum av bygningum og økjum, herundir bústøðum, fjósum, vinnubygningum o.ø., at seta tiltøk í verk at fyribyrgja og týna rottu. Sama kann verða gjørt mótvegis teimum, ið hava skip, bátar, ruskvognar, lastbilar, húsvognar, fóðurflakar ella annað, sum kann bera rottu við sær.
Stk. 2. Um boð sambært stk. 1 ikki verða fylgd innan ásetta freist, kann kommunan fremja neyðugar atgerðir fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur.
§ 12. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. Kommunan hevur eftirlit við, at boð, sum kommunan hevur givið, verða lýdd.
Revsing og gildiskoma
§ 13. Við sekt verður revsaður tann, sum:
1) ikki hevur nøktandi skilhald sambært § 3,
2) ikki letur neyðugar upplýsingar sambært § 4, stk. 3,
3) ikki lýðir boð frá kommunu sambært § 4, stk. 2 og § 5, stk. 2,
4) ikki kunnar sambært § 5, stk. 5 og § 6, stk. 2 og 3,
5) ikki heldur verndartiltøk sambært § 7,
6) ikki setur yvirvøku av rottu í verk ella ikki ger tilbúgvingarætlan sambært § 8,
7) ikki setur týning av rottu í verk sambært § 9,
8) ikki goymir og handfer rottueitur forsvarliga sambært § 10, ella
9) ikki lýðir boð sambært § 11, stk. 1 ella 3.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 16. mai 1962 um oyðing av rottu.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 16. november 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)