Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 2017Nr. 139
Kunngerð um Miðlastuðulsnevnd
Við heimild í § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul (Miðlastuðulslógin), verður ásett:
Uppgávur og viðgerð
§ 1. Miðlastuðulsnevndin viðger og tekur endaliga avgerð um umsóknir um miðlastuðul sambært miðlastuðulslógini.
§ 2. Sambært § 6 í lógini kunnar landsstýrismaðurin almenningin um umsóknarfreistir o.a. á síni heimasíðu.
§ 3. Miðlastuðulsnevndin hevur eftirlit við, at umsøkjarar lúka treytirnar í miðlastuðulslógini.
§ 4. Sambært § 8, stk. 4 í lógini kann Miðlastuðulsnevndin krevja stuðul heilt ella lutvíst rindaðan aftur, um miðilin í sambandi við umsókn sína hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella í sama sambandi hevur tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars.
Stk. 2. Miðlastuðulsnevndin kann í beinleiðis framhaldi av avgerð sambært stk. 1 áseta herðandi treytir fyri miðlastuðli til miðilin, undir hesum at krevja skjalprógv, frágreiðingar o.a., um hetta er neyðugt fyri at fyribyrgja fleiri brotum.
§ 5. Sambært § 7, stk. 3 í lógini gevur Miðlastuðulsnevndin við árslok á hvørjum ári landsstýrismanninum eina skrivliga frágreiðing um sítt virksemi. Landsstýrismaðurin leggur frágreiðingina alment fram á netið.
Starvsskipan
§ 6. Formaðurin ger fundarskrá og kallar nevndina skrivliga inn til fundar til at viðgera innkomnu umsóknirnar.
Stk. 2. Ein meiriluti av nevndini kann krevja sakkøna hjálp uttanífrá í sambandi við viðgerð av stuðulsumsókn, sbr. stk. 3.
Stk. 3. Formaðurin fyrireikar málini, og formaðurin ræður yvir møguligum peningi til sakkønar metingar uttanífrá í sambandi við málsviðgerðina. Sakkønar metingar ella greiningar kunnu brúkast við tí endamáli at kanna, hvørt treytirnar í lógini fyri stuðli eru til staðar.
§ 7. Miðlastuðulsnevndin kann taka avgerðir á fundi, telefonfundi, sjónbandsfundi ella líknandi ella umvegis skrivliga mannagongd.
Stk. 2. Hvør avgerð skal innihalda eina skrivliga frágreiðing til gerðabókina.
§ 8. Um nevndarlimur er ógegnigur, hevur viðkomandi skyldu til sum skjótast at boða nevndini frá hesum. Hann, sum er ógegnigur í einum máli, má ikki taka avgerð, vera við til at taka avgerð ella á annan hátt vera við í viðgerðini av málinum.
Fundir
§ 9. Miðlastuðulsnevndin er viðtøkufør, tá ið allir limir eru møttir til fundar.
Stk. 2. Formaðurin kann geva limi, sum ikki likamliga fær verið til staðar undir viðgerðini, loyvi til at luttaka umvegis telefon, sjónband ella líknandi.
Stk. 3. Um nevndin ikki er viðtøkufør av einhvørjari orsøk, koma tiltakslimirnir í teirra stað.
Stk. 4. Fær limur ikki møtt til fund í nevndini, skal viðkomandi boða nevndini frá sum skjótast. Ein limur, sum ikki fær møtt til fundar í nevndini, kann skrivliga geva til kennar síni sjónarmið um einstøku punktini á dagsskránni.
Stk. 5. Fundirnir eru ikki almennir.
Dagsskrá og fundartilfar
§ 10. Sum føst punkt á dagsskránni eru:
1) Góðkenning av dagsskránni.
2) Fráboðanir.
3) Viðgerð av umsóknum um miðlastuðul.
4) Næsti fundur.
5) Annað.
Stk. 2. Formaðurin sendir dagsskránna saman við fundarinnkallingini til nevndarlimirnar í seinasta lagi eina viku, áðrenn nevndin møtir til fundar. Undir heilt serligum umstøðum kann formaðurin tó kalla nevndina til fundar við styttri varningi.
Stk. 3. Dagsskráin skal saman við viðkomandi tilfari innihalda upplýsingar um, hvørji mál verða viðgjørd á fundinum.
Stk. 4. Nevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta.
Stk. 5. Nevndarlimur, ið ikki er samdur í ávísari avgerð, hevur rætt til at fáa síni sjónarmið í gerðabókina. Nevndarlimur sambært 1. pkt. kann við virðing fyri vanligu tagnarskylduni úttala seg egna vegna
§ 11. Um nevndin ikki fær endaliga avgreitt umsóknirnar á fundi, kann formaðurin loyva, at restin av málinum heilt ella lutvíst verður viðgjørt á skrivligum grundarlagi, um tað ikki verður mett at vera ivasamt. Tað sama ger seg galdandi, um nevndin skal viðgera restina av málinum umvegis telefon, sjónband ella líknandi.
§ 12. Formaðurin úttalar seg vegna Miðlastuðulsnevndina, men kann lata annan lim úttala seg vegna nevndina.
§ 13. Nevndin og møgulig sakkøn og skrivari hava tagnarskyldu um øll viðurskifti hjá nevndini sambært vanligu reglunum í løgtingslóg um fyrisitingarlóg og revsilógini.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 19. oktober 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)