Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. oktober 2017Nr. 138
Kunngerð um súkklandi á gongubreytum
Við heimild í § 29, stk. 4, í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, verður ásett:
Myndugleikar
§ 1. Har súkklubreyt ikki longu er gjørd fram við almennum vegi, kann løgreglan við loyvi frá viðkomandi vegamyndugleika sum fyribils fyriskipan áseta, at súkklandi skulu nýta gongubreytir, um so er, at treytirnar í §§ 2-4 eru loknar.
Vegviðurskifti og ferðsluviðurskifti
§ 2. Vegviðurskiftini og ferðsluviðurskiftini skulu vera soleiðis háttað, at tað er vandamikið at súkkla á akbreytini. Í tílíkum førum eigur greiniligt mark at vera millum tann partin av gongubreytini, sum súkklur kunnu ferðast eftir, og tann partin, ið er kannaður fólki til gongu.
Stk. 2. Áðrenn sundurbýtið, skal gongubreytin í minsta lagi vera 2,5 m til breiddar.
Stk. 3. Tann parturin av gongubreytini, ið framhaldandi er ætlaður fólki til gongu, skal í minsta lagi vera 1 m til breiddar og altíð so mikið breiður, at tey súkklandi ikki eru til óneyðugan ampa fyri fólki til gongu.
Stk. 4. Á støðum, har sum útgongdir, útkoyringar, skráar og tílíkt eru beint við gongubreytina, kunnu súkklur bert verða loyvdar á gongubreytini, um tann parturin, ið er ætlaður súkklandi, og tann parturin, ið er ætlaður gangandi, hvør er so breiður, at tað ikki elvir til vanda ella munandi ampa.
Stk. 5. Súkklað skal vera sama veg sum ferðslan á akbreytini.
Stk. 6. Í fjølbygdum øki er ikki loyvt prutlum at nýta gongubreyt ella deilda gongubreyt og súkklubreyt.
Merking
§ 3. Tað skal vera merkt týðiliga upp millum tann partin av gongubreytini, ið er ætlaður súkklandi, og tann partin, ið framhaldandi er ætlaður gangandi.
Stk. 2. Merkingin skal verða gjørd við longdaravmerking og boðsskelti.
Stk. 3. Longdaravmerking skal verða gjørd sambært galdandi kunngerð um ferðslumerkingar.
Stk. 4. Tað skal skeltast við boðskelti “Deild breyt”, og skal merkjast “Súkklutekin”, sambært galdandi kunngerð um ferðslumerkingar.
Fyribils skipan
§ 4. Boð um súkkling á gongubreyt er bara at meta sum ein fyribils skipan, og tað áliggur vegamyndugleikanum at skipa fyri, at kravda merkingin millum tann partin av gongubreytini, ið er ætlaður súkklandi, og tann partin, ið framhaldandi er ætlaður gangandi, sæst við, at munur er á áleggingini ella við vegjaðara, kantsteinum ella tílíkum.
Stk. 2. Í sambandi við nýgerð og størri broytingar av vegakervum, eftir at henda kunngerð er komin í gildi, skulu teir til eina og hvørja tíð galdandi veganormar fyri gerð av súkklubreytum verða fylgdir.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 19. oktober 2017
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)