Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. september 1995Nr. 134
Kunngerð um markvirði fyri óljóð á arbeiðsplássum
Við heimild í § 17, stk. 1, í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum, hevur Landsstýrið fyrisett:
Øki og lýsing.
§ 1. Henda kunngerð fevnir um alt vinnuligt arbeiði, um arbeiðið verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara ella ikki, jbr. § 2.
§ 2. Tá reglurnar í hesi kunngerð verða nýttar, skal hetta verða gjørt sambært fylgjandi lýsing:
1) Ávirkanin av óljóði á ein persón skal lýsast sum tað orkujavnverda A-vigaða ljóðtrýstið á einum arbeiðsplássi fyri ein 8 tímars arbeiðsdag í dB(A), skrivað sum LA,eý (8 tímar), sum persónurin verður fyri.
2) Tað orkujavnverda A-vigaða ljóðtrýstið er tað A-vigaða ljóðtrýstið av einum støðugum óljóði, við sama orkuinnihaldi sum tað mátaða, møguliga skiftandi óljóð og har spíssvirðini eru javnað út.
3) Neðraljóð er ljóð við títtføri undir uml. 20 Hz.
4) Ervaljóð er ljóð við títtføri yvir 18.000 Hz.
Markvirði fyri óljóð v.m.
§ 3. Eingin persónur má ávirkast av óljóðið yvir 85 dB(A), tá arbeitt verður.
§ 4. Sleppast skal undan óneyðugari ávirkan av óljóði. Har arbeitt verður, skal óljóðið, herundir neðra- og ervaljóð, tekniskt sæð verða so lítið sum gjørligt, og tær akustisku umstøðurnar verða í lagi.
§ 5. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri at minka um óljóðið við:
1) tekniskum tiltøkum, sum gera, at íbirting og útbreiðsla av óljóðinum verður tálmað ella minkað, ella
2) fyrisitingarligum tiltøkum í sambandi við, at arbeiðið verður lagt til rættis, har teknisk tiltøk ikki megna at minka um óljóðið, ella
3) bæði tekniskum og fyrisitingarligum tiltøkum.
§ 6. Har teknisk og fyrisitingarlig tiltøk ikki megna at lækka óljóðið niður á loyvda markvirðið, sum nevnt í § 3, má arbeiðsgevarin bert lata arbeiðið gera, um góðkend hoyrnarvernd verður nýtt.
§ 7. Er óljóðið yvir 8o dB(A), má arbeiðsgevarin bert lata arbeiðið gera, um góðkend hoyrnarvernd er til taks.
Stk. 2. Um óljóðið annars er skaðiligt ella ørkymlandi, má arbeiðsgevarin bert lata arbeiðið gera, um góðkend hoyrnarvernd er til taks.
§ 8. Tá Arbeiðseftirlitið krevur tað, ella tá umstøðurnar tala fyri tí, skulu mátingar av óljóðinum og mátingar av teimum akustisku umstøðunum gerast eftir teimum reglum, sum Arbeiðseftirlitið setir.
Stk. 2. Í tí vanliga trygdararbeiðinum eru kunnandi mátingar sum oftast nóg mikið.
Frávik.
§ 9. Arbeiðseftirlitið kann undir serligum umstøðum, og tá tað verður mett rímiligt og ráðiligt, loyva frávik frá reglunum í hesi kunngerð fyri ávísar starvsgreinir, partar av starvsgreinum og í stakføri.
Kærur.
§ 10. Tær treytir, sum Arbeiðseftirlitið setir og aðrar avgerðir, sum tað tekur, kunna skjótast inn til Landsstýrið innan 4 vikur eftir at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. Rættstundis kæra er tálmandi, tó ikki kæra um treytir, sum givnar eru eftir § 32 í arbeiðaraverndarlógini.
Revsing.
§ 11. Sektaður verður tann, ið:
1) fremur brot á §§ 3-7 og § 8, stk. 1.
2) ikki aktar boð ella forboð, sum givin eru sambært reglunum í hesi kunngerð,
3) ikki ger eftir treytunum fyri loyvum givin sambært § 9.
Stk. 2. Fyri brot á §§ 3-7 kann ein arbeiðsgevari verða sektaður, sjálvt um brotið er gjørt í ósketni. Sektin kann ikki broytast til aðra revsing.
Stk. 3. Er brotið gjørt av einum partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast sjálvum felagnum sektarábyrgd.
Gildi.
§ 12. Kunngerðin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 137 frá 12. november 1990.