Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 22-09-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 133 frá 21. september 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

21. september 2017Nr. 133

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum

(Førleikakrøv til kokkar við fiskiskipum í heimasigling)

§ 1

Í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 41 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:

Stk. 3. Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur við fiskiskipum í heimasigling krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár, og í minsta lagi hevur staðið skeið sambært § 1 í kunngerð um førleikakrøv til sjófólk, sum handfara matvørur umborð á skipi. Skipskokkur við sjóvinnubrævi sambært 1. pkt. kann við loyvi frá Sjóvinnustýrinum mynstra við skipi, ið vanliga er í heimasigling, tá skipið í einstøkum førum fer til fiskiskap uttanfyri føroyskt sjóøki.”

Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 21. september 2017

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)