Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2015Nr. 132
Kunngerð um góðskueftirlit og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins
Við heimild í § 32, stk. 3 og 5, § 33, stk. 10 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir verður ásett:
Kapittul 1
Nýtsluøki
§ 1. Hendan kunngerð er galdandi fyri góðskueftirlit sambært § 27 og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins sambært §§ 32-34 í grannskoðaralógini.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) PIE grannskoðanarvirki: Grannskoðanarvirki, sum ger uppgávur sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini á virkjum av almennum áhuga, sbr. § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini.
2) Ikki-PIE grannskoðanarvirki: Grannskoðanarvirki, ið bert gera uppgávur sambært § 1, stk. 2 á virkjum, sum ikki eru fevnd av § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini.
§ 3. Kapittlarnir 2, 5 og 8-11 eru galdandi fyri góðskueftirlit bæði á PIE grannskoðanarvirkjum og á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Kapittul 3 og 6 eru galdandi fyri góðskueftirlit á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 3. Kapittul 4 og 7 eru galdandi fyri góðskueftirlit á PIE grannskoðanarvirkjum.
Kapittul 2
Hvussu grannskoðanarvirkir og góðskueftirlitsfólk verða vald
§ 4. Grannskoðaraeftirlitið skal skipa góðskueftirlitið soleiðis, at øll grannskoðanarvirkir verða kannað, sbr. § 13, stk. 1 í grannskoðaralógini, við í mesta lagi 6 ára millumbili. Grannskoðaraeftirlitið skal tó gerast við í mesta lagi 3 ára millumbili á PIE grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Eitt grannskoðanarvirki, sum ikki veitir váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, og váttar hetta við trú og heiður yvirfyri Skráseting Føroya innan tann 15. januar á hvørjum ári, er undantikið grannskoðaraeftirliti uttan so, at Grannskoðaraeftirlitið tekur aðra avgerð.
§ 5. Grannskoðaraeftirlitið kann av sínum eintingum ella eftir áheitan frá grannskoðanarvirkjum, ið eru partur av einum netverki, sbr. § 7, stk. 3 í kunngerðini um óheftni grannskoðarans og grannskoðaravirkisins, avgera, at øll ella nøkur av hesum virkjum verða útvald til góðskueftirlit í sama ári.
Stk. 2. Um eitt grannskoðanarvirki, sum er valt út til góðskueftirlit, hevur onnur grannskoðanarvirkir í sínum eigaraskara, sbr. § 13 í grannskoðaralógini, kann Grannskoðaraeftirlitið av sínum eintingum ella eftir áheitan avgera, at hesi grannskoðanarvirkir verða útvald til góðskueftirlit í sama ári.
§ 6. Grannskoðaraeftirlitið kann avgera, at eitt grannskoðanarvirki skal veljast út til eyka ella meira tíðugt eftirlit, um eftirlitið metir, at umstøður eru, sum geva orsøk til hetta.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann eftir áheitan frá Skráseting Føroya velja eitt grannskoðanarvirki út til eyka eftirlit.
§ 7. Grannskoðanarvirkir, sum eru úttikin til góðskueftirlit, fáa boð í seinasta lagi tann 1. mars um, at tey í hesum árinum skulu undir góðskueftirlit.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um at útseta eftirlitið á einum virki, um serligar umstøðu eru tilstaðar, sbr. tó § 4, stk. 1.
Kapittul 3
Útnevning og góðkenning umframt eftirlit við góðskueftirlitsfólkum í ikki-PIE grannskoðanarvirkjum
Útnevning
§ 8. Grannskoðaraeftirlitið útnevnir eitt góðskueftirlitsfólk, sum er góðkent sambært § 18, til at gera góðskueftirlit á einum grannskoðanarvirki, og skal helst geva virkinum fráboðan um hetta innan tann 1. apríl.
Stk. 2. Eftirlitsfólkið skal hava neyðugu førleikarnar og royndirnar í mun til slag og stødd á virkinum, sum eftirlitið fevnir um.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið kann útnevna góðskueftirlitsfólk frá listum, sum danska Revisortilsynet hevur gjørt yvir góðkend góðskueftirlitsfólk sambært lov om godkendte revisorer og revisionsvirksomheder, sbr. § 33, stk. 9 í grannskoðaralógini. Góðskueftirlitsfólkini fremja eftirlitið við ábyrgd og undir eftirliti av Grannskoðaraeftirlitinum.
§ 9. Tá Grannskoðaraeftirlitið metir tað neyðugt, kann eftirlitið útnevna meira enn eitt góðskueftirlitsfólk at gera góðskueftirlit á einum ítøkiligum grannskoðanarvirki ella í einum netverki av grannskoðanarvirkjum.
§ 10. Skráseting Føroya kann í ítøkiligum førum velja aðrar persónar til góðskueftirlitsfólk enn tey, sum Grannskoðaraeftirlitið ella danska Revisortilsynet hevur góðkent, sbr. § 33 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Eftirlitsfólkini, ið eru útnevnd sambært stk. 1, skulu hava neyðugu førleikarnar og royndirnar í mun til slag og stødd á virkinum, sum eftirlitið fevnir um.
§ 11. Tá Grannskoðaraeftirlitið metir tað neyðugt, kann eftirlitið sjálvt fara á eftirlitsvitjanir ella luttaka í einari eftirlitsvitjan saman við einum góðskueftirlitsfólki.
§ 12. Góðskueftirlitsfólkið fær boð um, hvørji grannskoðanarvirkir viðkomandi er valdur at fremja eftirlit á í tí árinum. Hetta skal helst vera fráboðað innan tann 1. apríl.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið hevur ikki skyldu til at býta málini javnt millum eftirlitsfólkini, eins og eftirlitið ikki kann veita vissu fyri einum minsta tali av málum, ella at øll eftirlitsfólkini fáa mál til viðgerðar.
§ 13. Grannskoðanarvirkið skal innan 14 dagar aftaná, at boðini um útnevning av góðskueftirlitsfólkinum eru komin, sbr. § 8, stk. 1, boða frá, at grannskoðanarvirkið aktivt virkar fyri, at góðskueftirlitið kann verða framt. Virkið skal samstundis fráboða, at virkið ikki kennir til viðurskifti, sum hava við sær, at eftirlitisfólkið ikki er óheft sambært kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglum ásettar við heimild í hesum, ella í aðrar mátar ikki lýkur treytirnar fyri at gera eftirlitið.
Stk. 2. Um virkið hevur eitt grundað mótmæli um ógegnið hjá eftirlitsfólkinum ella viðvíkjandi øðrum viðkomandi viðurskiftum, skal virkið, innan somu ásettu freist, boða Grannskoðaraeftirlitinum frá hesum.
Stk. 3. Eru viðurskifti, sum hava við sær, at eitt útnevnt eftirlitsfólk ikki kann gera góðskueftirlit á viðkomandi virki, útnevnir eftirlitið eitt annað góðskueftirlitsfólk.
§ 14. Eitt góðskueftirlitsfólk kann ikki gera eftirlit á einum grannskoðanarvirki áðrenn 2 ár eru liðin síðani viðkomandi er givin við at vera partnari, starvssettur ella á annan hátt knýttur at virkinum.
Stk. 2. Kann eftirlitsfólkið orsakað av stk. 1 ikki gera eitt góðskueftirlit tekur Grannskoðaraeftirlitið avgerð sambært § 17, stk. 3.
§ 15. Góðskueftirlitsfólkið skal fyri hvørt góðskueftirlit, sum viðkomandi er útnevnt at gera, vátta sítt óheftni sambært kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglum ásettar við heimild í hesum og harumframt vátta, at viðkomandi hevur teir neyðugu førleikarnar og royndirnar í mun til tað grannskoðanarvirki, sum eftirlitið viðvíkur. Eftirlitsfólkið skal samstundis upplýsa
1) støddina á virkinum, sum góðskueftirlit skal gerast á, undir hesum tal av grannskoðarum, ið vátta eitthvørt við trygd, talið av skrivstovum og støddina á hesum, umframt umsetning og talið av viðskiftafólkum, sum biðja um váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini,
2) innihaldið og vavið av góðskueftirlitinum, undir hesum væntaðu støddina á stakkanningunum,
3) hvør skal gera góðskueftirlitið,
4) væntaða tímatalið, fyri hvønn luttakara,
5) serlig viðurskifti, ið hava týdning fyri okkurt av omanfyrinevndu viðurskiftum.
Stk. 2. Tá eitt góðskueftirlitsfólk er útnevnt, skal viðkomandi skjótast gjørligt seta seg í samband við grannskoðanarvirkið, sum skal góðskukannast, fyri at fáa greiðu á teimum í stk. 1, nr. 1-5 nevndu upplýsingum.
Stk. 3. Í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at virkið hevur givið fráboðan sambært § 13, stk. 1, gevur eftirlitsfólkið Grannskoðaraeftirlitinum eina váttan um tey í stk. 1, 1. pkt. nevndu viðurskifti umframt eina fráboðan um teir í stk. 1, nr. 1-5 nevndu upplýsingar.
Stk. 4. Eftirlitsfólkið kann byrja uppá eftirlitið, tá eftirlitið hevur skrásett váttanina hjá eftirlitsfólkinum sambært stk. 1, 1. pkt., og harumframt góðkent upplýsingarnar sambært stk. 1, nr. 1-5. Eftirlitið kunnar virkið og eftirlitsfólkið um hetta.
§ 16. Hevur Grannskoðaraeftirlitið ikki skrásett váttanina frá góðskueftirlitsfólkinum sambært § 15, stk. 1, 1. pkt., ella góðkent upplýsingarnar sambært § 15, stk. 1, nr. 1-5, ella eru aðrar serligar umstøður, kann eftirlitið útnevna eitt annað eftirlitsfólk til at gera góðskueftirlitið.
§ 17. Staðfestir góðskueftirlitsfólkið seinni, at viðkomandi ikki lýkur krøvini til óheftni ella á annan hátt ikki lýkur treytirnar fyri at gera góðskueftirlitið, skal eftirlitsfólkið beinanvegin geva Grannskoðaraeftirlitinum og grannskoðanarvirkinum boð um hetta.
Stk. 2. Verður eitt eftirlitsfólk orsakað av sjúku ella øðrum serligum umstøðum forðað í at gera eitt eftirlit, skulu eftirlitið og virkið skjótast gjørligt hava boð um hetta.
Stk. 3. Eftirlitið tekur støðu til, um eftirlitið kann verða útsett ella skal gerast við tað, at nýtt eftirlitsfólk verður útnevnt.
Góðkenning
§ 18. Grannskoðaraeftirlitið góðkennir góðskueftirlitsfólk at gera góðkskueftirlit.
Stk. 2. Eftirlitið ásetir talið av eftirlitsfólkum og lýsir eftir tørvi á heimasíðuni. Ein grannskoðari, ið ynskir at fáa góðkenning sum góðskueftirlitsfólk, skal søkja Grannskoðaraeftirlitið um hetta, innan ta freist, sum Grannskoðaraeftirlitið hevur sett.
Stk. 3. Eftirlitið kann góðkenna grannskoðarar sum góðskueftirlitsfólk, ið
1) eru knýttir at einum grannskoðanarvirki, sum er skrásett í Grannskoðaraskrásetingini,
2) ikki innanfyri tey seinastu 5 árini í Grannskoðaranevndini er dømdur ávaring, revsiburturfall ella bót fyri brot á skyldurnar sambært grannskoðaralógini, og Grannskoðaraeftirlitið metur, at hetta hevur týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
3) er skrásettur í Det Centrale Kriminalregister fyri brot, sum Grannskoðaraeftirlitið metur ikki hevur týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
4) ikki hevur eitt mál til viðgerðar í Grannskoðaranevndini, sum Grannskoðaraeftirlitið metur hava týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
5) ikki starvast í einum grannskoðanarvirki, sum Grannskoðaraeftirlitið í sambandi við seinasta endaða góðskueftirlit á virkinum, hevur álagt eitt nýtt góðskueftirlit, sum Grannskoðaraeftirlitið metur hava týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk,
6) hevur luttikið í praktiskum grannskoðanararbeiði, og í hesum sambandi givið váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini í minst 3 ár innanfyri tey seinastu 5 árini og
7) kann átaka sær árliga at gera eftirlit á so mongum grannskoðanarvirkjum, sum Grannskoðaraeftirlitið setir talið á.
Stk. 4. Eftirlitið kann treyta eina góðkenning av, at eftirlitsfólkið bindir seg til at nýta eina elektroniska skipan, sum eftirlitið hevur ávíst í sambandi við, at eftirlitsuppgávur verða gjørdar.
Stk. 5. Góðkenning sum eftirlitsfólk er galdandi fyri eitt 5 ára tíðarskeið. Ein góðkenning kann aftaná umsókn verða longd fyri eitt 5 ára tíðarskeið afturat. Eftirlitsfólkið kann gera eitt góðskueftirlit, sum er byrjað, liðugt, hóast tíðarskeiðið, ið góðkenningin er galdandi fyri, er gingið út.
§ 19. Eitt góðskueftirlitsfólk, sum er góðkent sambært § 18, skal taka lut á einum árligum skeiði um góðskueftirlit og nýtslu av tí í § 18, stk. 4 nevndu elektronisku skipan. Luttøka á skeiðinum skal hava verið áðrenn eftirlitsfólkið fyrstu ferð í einum góðkenningartíðarskeiði fer á eftirlit.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda ein almennan part um góðskutrygd og góðskustýring umframt ein serligan part um eftirlit Grannskoðaraeftirlitsins. Serstakliga skal dentur leggjast á
1) góðskustýringarskipanir á grannskoðanarvirkjum,
2) frágreiðing grannskoðarans,
3) arbeiðsmannagongdir og veitan av váttanum, herundir grannskoðarastandardir,
4) reglurnar í grannskoðaralógini um óheftni og um eigaraviðurskifti,
5) krøvini til førleikar og tilfeingi grannskoðarans,
6) reglurnar í grannskoðaralógini um grannskoðaraeftirlit,
7) krøvini til skjalprógvan fyri arbeiði grannskoðarans,
8) uppgávurnar hjá Grannskoðaraeftirlitinum,
9) leiklutur og ábyrgd hjá eftirlitsfólkinum,
10) hvussu góðskueftirlitið verður gjørt,
11) neyva frágreiðing um og dømir um einstøku liðirnir í málsgongdini.
Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið ella uttanhýsis skeiðshaldarar kunnu skipa fyri skeiðum sambært stk. 1. Grannskoðaraeftirlitið skal skrivliga góðkenna innihaldið í teimum skeiðum, sum uttanhýsis skeiðshaldarar skipa fyri, áðrenn skeiðini verða hildin.
§ 20. Eitt góðskueftirlitisfólk kann til eina og hvørja tíð boða Grannskoðaraeftirlitinum frá, at viðkomandi ikki longur ynskir at hava góðkennig sum eftirlitsfólk.
Stk. 2. Eftirlitsfólkið fullførir eitt góðskueftirlit, sum longu er byrjað, hóast fráboðan er givin sambært stk. 1, uttan so, at eftirlitið verður útsett, ella eitt annað eftirlitsfólk verður útnevnt til at gjøgnumføra eftirlitið.
Stk. 3. Eftirlitsfólkið hevur skyldu til beinanvegin at fráboða eftirlitinum, um
1) eftirlitsfólkið ikki longur er knýtt at einum grannskoðanarvirki, sum er skrásett í Grannskoðaraskrásetingini,
2) Grannskoðaranevndin dømir eftirlitsfólkið til eina ávaring, revsiburturfall, bót ella rættindafrádøming, ella
3) eftirlitsfólkið verður skrásett í Det Centrale Kriminalregister fyri brot á tær skyldir, sum grannskoðaralógin ásetur.
Stk. 4. Í teimum í stk. 3, nr. 2 og 3 nevndu førum tekur eftirlitið avgerð um framhaldandi góðkenningina hjá eftirlitsfólkinum, sbr. § 25, stk. 1.
§ 21. Eitt góðskueftirlitsfólk skal árliga og í seinasta lagi tann 1. februar geva eina váttan við trú og heiður um, at viðkomandi ikki hevur eitt mál til viðgerðar hjá Grannskoðaranevndini ella innanfyri tey seinastu 5 árini frá Grannskoðaranevndini hevur fingið eina ávaring, revsiburturfall, bót ella rættindafrádøming.
§ 22. Grannskoðaraeftirlitið ger ein lista yvir góðskueftirlitsfólk, sum sambært § 18 eru góðkend at gera góðskueftirlit.
Stk. 2. Listin er alment atkomuligir á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo.
Eftirlit
§ 23. Grannskoðaraeftirlitið skal ansa eftir, at góðskueftirlitsfólkið ger góðskueftirlitið í samsvari við grannskoðaralógina, reglur ásettar við heimild í grannskoðaralógini og leiðreglur, sum Grannskoðaraeftirlitið hevur gjørt sambært hesi kunngerð, sbr. § 41.
§ 24. Metur Grannskoðaraeftirlitið, at eitt góðskueftirlitsfólk hevur sett sínar skyldir til síðis, kann eftirlitið
1) geva eftirlitsfólkinum eina skrivliga átalu,
2) áleggja eftirlitsfólkinum at luttaka á einum ella fleiri skeiðum, áðrenn viðkomandi aftur kann verða útnevndur at gera góðskueftirlit ella
3) geva eftirlitsfólkinum eina skrivliga átalu og áleggja eftirlitsfólkinum at luttaka á einum ella fleiri skeiðum, áðrenn viðkomandi aftur kann verða útnevndur at gera góðskueftirlit.
Stk. 2. Eftirlitið tekur harafturat støðu til, um grundarlag er fyri at leggja eftirlitsfólkið fyri Grannskoðaranevndina, ella grundarlag er fyri at melda eftirlitsfólkið til løgregluna.
Stk. 3. Eftirlitsfólkið fær høvi til at úttala seg, áðrenn avgerð verður tikin eftir stk. 1 ella 2.
§ 25. Grannskoðaraeftirlitið kann taka góðkenningina sum eftirlitsfólk aftur, um
1) eftirlitsfólkið ikki longur er knýtt at einum grannskoðanarvirki, sum er skrásett í Grannskoðaraskrásetingini,
2) eftirlitsfólkið ikki rættstundis sendir inn sína váttan og arbeiðspappír, og hetta ikki verður gjørt innanfyri eina av eftirlitinum ásettari freist,
3) eftirlitsfólkið fráboðar, at tað ikki kann átaka sær eitt av góðskueftirlitunum, sum eftirlitið hevur ásett,
4) eftirlitsfólkið ikki nýtir elektronisku skipanina, sum eftirlitið hevur víst á, sbr. § 18, stk. 4.
5) eftirlitsfólkið ikki luttekur á skeiði, sum ásett í § 19,
6) eftirlitið í sambandi við seinasta endaða góðskueftirlitið hevur álagt grannskoðanarvirkinum, sum eftirlitsfólkið er knýtt at, eitt nýtt eftirlit,
7) Grannskoðaranevndin gevur eftirlitsfólkinum eina ávaring, revsiburturfall, bót, rættindafrádøming ella verður skrásettur í Det Centrale Kriminalregister fyri brot á tær skyldur, sum eru ásettar í grannskoðaralógini,
8) eftirlitsfólkið ikki árliga og í seinasta lagi 1. februar gevur eina váttan við trú og heiður um, at eftirlitsfólkið ikki hevur eitt mál í Grannskoðaranevndini, ella innanfyri seinastu 5 árini hevur fingið eina ávaring, revisburturfall ella dømdur bót ella rættindafrádøming, ella
9) eftirlitið metir, at eitt eftirlitsfólk hevur sett til síðis sínar skyldir á ein slíkan hátt, at eftirlitið ikki framhaldandi metir grundarlag vera fyri at útnevna eftirlitsfólkið til at gera eftirlit.
Stk. 2. Áðrenn eftirlitið tekur avgerð sambært stk. 1 fær góðskueftirlitsfólkið høvi til at koma við eini frágreiðing.
Stk. 3. Verður góðkenning sum eftirlitsfólk sambært stk. 1 tikin frá einum eftirlitsfólki er § 20, stk. 2 galdandi.
Kapittul 4
Góðskueftirlit á PIE grannskoðanarvirkjum
§ 26. Grannskoðaraeftirlitið ger góðskueftirlit á PIE grannskoðanarvirkjum.
§ 27. Góðskueftirlitsfólk, ið starvast í Erhvervsstyrelsen, kunnu gera góðskueftirlitið, sbr. § 33, stk. 5, 4. pkt. í grannskoðaralógini. Eftirlitsfólkini skulu hava hóskandi yrkisligan førleika og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskaparframløgu og hava neyðugt innlit í góðskueftirlit.
Stk. 2. Eftirlitsfólkið skal vera óheft av viðkomandi grannskoðanarvirki og teimum grannskoðarum, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, sbr. meginreglurnar í kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglur settar í gildi við heimild í ásetingini.
Stk. 3. Eitt góðskueftirlitsfólk kann ikki gera eftirlit á einum virki, áðrenn 2 ár eru liðin aftaná, at viðkomandi er hildin uppat at vera partnari, starvsettur ella annan hátt knýttur at virkinum.
§ 28. Grannskoðaraeftirlitið kann tilnevna aðrar persónar sum góðskueftirlitsfólk at kanna PIE grannskoðanarvirkir, sbrt. § 33, stk. 1 í grannskoðaralógini.
Kapittul 5
Um at gera góðskueftirlit og innihaldið í hesum
§ 29. Áðrenn góðskueftirlitsfólkið byrjar góðskueftirlitið, skal viðkomandi
1) fráboða virkinum, hvørjar upplýsingar frammanundan skulu vera um virkið, sum skal undir eftirlit,
2) gjøgnumganga tær upplýsingar áðrenn eftirlitsvitjanina, ið eru móttiknar sambært nr. 1, og
3) leggja góðskueftirlitsuppgávuna til rættis.
§ 30. Grannskoðanarvirkið og teir grannskoðarar, sum eru knýttir at henni, skulu aktivt viðvirka til, at grannskoðaraeftirlitið verður gjøgnumført.
Stk. 2. Grannskoðanarvirkið og teir grannskoðarar, sum eru knýttir at virkinum, skulu geva Grannskoðaraeftirlitinum og góðskueftirlitsfólkinum atgongd til at gera tær kanningar, ið verða mettar neyðugar, og skal síggja til, at eftirlitið og eftirlitsfólkið fær tær upplýsingar og ta hjálp, sum tey meta neyðuga fyri at gera eftirlitið, sbr. § 27, stk. 4 í grannskoðaralógini.
§ 31. Metir góðskueftirlitsfólkið, at góðskueftirlitið ikki kann verða gjørt ella er sera trupult at gera, skal eftirlitsfólkið beinanvegin geva Grannskoðaraeftirlitinum boð um hetta. Eftirlitið ger tá eina nærri kanning og meting av málinum og upplýsir grannskoðanarvirkinum um møguligar avleiðingar av, at eftirlitið ikki kann verða gjørt.
§ 32. Tá Grannskoðaraeftirlitið metir tað neyðugt at biðja um hjálp frá serfrøði, kann eftirlitið av sínum eintingum ella eftir áheitan frá góðskueftirlitsfólkinum útnevna ein serfrøðing til at luttaka í einum góðskueftirliti á einum ávísum grannskoðanarvirki.
Stk. 2. Ein serfrøðingur, ið er útnevndur sambært stk. 1, skal vera óheftur av viðkomandi grannskoðanarvirki og teimum grannskoðarum, sum eru knýttir at virkinum, sbr. meginregluna í kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglum, ásettar við heimild í hesum.
Stk. 3. Eftirlitið kunnar virkið um valið av serfrøðingi.
§ 33. Í sambandi við góðskueftirlitið skal eftirlitsfólkið serliga kanna,
1) at grannskoðanarvirkið hevur tær neyðugu góðskustýrisskipanirnar,
2) at góðskustýrisskipanirnar hjá virkinum standa mát við góðan góðskustýrissið, og eru nøktandi í mun til ta stødd og eyðkenni, sum grannskoðanarvirkið hevur,
3) at virkið hevur eitt dagført eigarayvirlit og limayvirlit sambært § 3 í kunngerð nr. 92 frá 6. september 2010 um grannskoðaravirksemi, og at ásetingarnar um eigaraviðurskifti í § 13, stk. 2-5 í grannskoðaralógini eru hildnar,
4) at grannskoðanarvirkið hevur reglur um, hvussu óheftni hjá grannskoðaranum verður stýrt sum heild og í sambandi við ta einstøku uppgávuna,
5) at grannskoðanarvirkið prógvar, at reglurnar um óheftni í kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglum ásettar við heimild í hesum eru hildnar,
6) at uppgávur sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini verða framdar og skjalprógvaðar í samsvari við góðan grannskoðarasið, undir hesum teimum í Føroyum nýttu grannskoðanarstandardum,
7) støddina á tilfeingisnýtsluni,
8) samsýningarnar í mun til váttanaruppgávuna,
9) um grannskoðarar knýttir at grannskoðanarvirkinum hava verið ígjøgnum og fráboðað ta kravdu eftirútbúgvingina sambært § 4 í grannskoðaralógini og reglum ásettar við heimild í hesi grein, og
10) at virkið hevur gjørt nóg góðar skrivligar innanhýsis reglur um løgváttan frá viðskiftafólki, fráboðan til skrivstovuna fyri hvítvask, Skráseting Føroya, o.a. fyri at fyribyrgja og forða fyri at viðskiftafólk hjá virkinum eru við til at hvítvaska og fíggja yvirgangsvirksemi, sbr. § 1, stk. 1 nr. 7 og § 3, stk. 1 í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, sbr. § 25, stk. 1 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme.
Stk. 2. Góðskueftirlitið, sbr. stk. 1, skal, umframt at kanna tær vanliga nýttu mannagongdirnar í grannskoðanarvirkinum, eisini við stakroyndum gjøgnumganga ítøkiligar grannskoðanaruppgávur og váttanaruppgávur. Stakroyndirnar av ítøkiligum grannskoðanaruppgávum og váttanaruppgávum skulu veljast út við støði í eini váðameting og útfrá slagi og vavi av virkseminum á grannskoðanarvirkinum.
Kapittul 6
Framhald av eftirlitinum og frágreiðing til Grannskoðaraeftirlitið um eftirlit við ikki-PIE grannskoðanarvirkjum
§ 34. Tá eftirlitið á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum er gjørt, skal góðskueftirlitisfólkið skjótast gjørligt gera eina váttan við avmarkaðari vissu.
Stk. 2. Um góðskueftirlit, ið Grannskoðaraeftirlitið sjálvt hevur gjørt, sbr. § 11, verður gjørd ein frágreiðing. Góðskueftirlitsfólk, ið Skráseting Føroya hevur valt sambært § 10, ger somuleiðis eina frágreiðing.
Stk. 3. Áðrenn eftirlitsfólkið gevur sína váttan ella frágreiðing verður hon løgd fyri virkið og viðkomandi grannskoðarar við atliti til at geva teimum møguleika til at gera viðmerkingar. Eftirlitsfólkið skal samstundis leggja fyri viðkomandi arbeiðsskjøl, tá hetta gongur fram av leiðreglunum hjá eftirlitinum, sbr. § 41.
Stk. 4. Ein váttan sambært stk. 1 skal lýsa, hvat er kannað, slagið og vavið á kanningini, og innihalda eina meting av eftirlitsúrslitinum. Góðskueftirlitsfólkið skal undir hesum greitt úttala seg um, hvørt tey í § 33 nevndu viðurskifti eru yvirhildin. Um fyrivarni ella ískoytisupplýsingar eru í váttanini skal hetta greitt standa í váttanini. Týðandi uppskot um ábøtur skulu fráboðast serstakt.
Stk. 5. Ein frágreiðing sambært stk. 2 skal fevna um tey í stk. 4, 1. og 2. pkt. nevndu viðurskifti og skal tilskila týðandi feilir, manglar og uppskot til ábøtir.
Stk. 6. Skjótast gjørligt og í seinasta lagi tann 15. november í eftirlitsárinum sendir góðskueftirlitifólkið Grannskoðaraeftirlitinum sína váttan sambært stk. 1 ella frágreiðing sambært stk. 2, 2. pkt. Tá hetta er ásett í leiðreglunum hjá eftirlitinum skal eftirlitsfólkið leggja síni arbeiðspappír við, sbr. § 41.
Kapittul 7
Framhald av eftirlitinum og frágreiðing um eftirlit við PIE grannskoðanarvirkjum
§ 35. Tá eftirlitið á einum PIE grannskoðanarvirki er gjørt ger góðskueftirlitsfólkið eina frágreiðing. Eftirlitsfólkið boðar virkinum frá, nær frágreiðingin væntandi er liðug.
Stk. 2. Áðrenn eftirlitsfólkið gevur sína frágreiðing verður hon løgd fyri virkið og viðkomandi grannskoðarar við atliti til at geva teimum møguleika til at gera viðmerkingar. Eftirlitsfólkið skal samstundis leggja fyri viðkomandi arbeiðsskjøl, tá hetta gongur fram av leiðreglunum hjá eftirlitinum, sbr. § 41.
Stk. 3. Ein frágreiðing sambært stk. 1 skal lýsa, hvat er kannað, slagið og vavið á kanningini, og innihalda eina meting av eftirlitsúrslitinum. Góðskueftirlitsfólkið skal undir hesum greitt úttala seg um, hvørt tey í § 33 nevndu viðurskifti eru yvirhildin. Frágreiðingin skal lýsa týðandi feilir, manglar og uppskot til ábøtur umframt ein meting av innihaldinum í seinastu almannakunngjørdu frágreiðingini um gjøgnumskygni, sbr. § 25 í grannskoðaralógini.
Kapittul 8
Viðgerð Grannskoðaraeftirlitsins av váttanum og frágreiðingum
§ 36. Grannskoðaraeftirlitið kann biðja eitt góðskueftirlitsfólk, ið er valt sambært §§ 8-10 ella 28 og grannskoðanarvirkið um tær upplýsingar, tey skjøl, og ta hjálp, sum eftirlitið metir verða neyðugt fyri at fremja góðskueftirlitið, sbr. § 27, stk. 4 og § 33, stk. 4 í grannskoðaralógini.
Stk. 2. Eftir áheitan frá eftirlitinum leggur eftirlitsfólkið síni arbeiðsskjøl fyri eftirlitið og svarar spurningum frá eftirlitinum.
§ 37. Grannskoðaraeftirlitið tekur støðu til, um góðskueftirlitið skal enda uttan fleiri viðmerkingar, ella
1) átala skal verða givin eftir § 33, stk. 5, nr. 2 í grannskoðaralógini,
2) átala við eftirlitsvitjan skal verða givin eftir § 33, stk. 5, nr. 3 í grannskoðaralógini,
3) tann kannaði skal leggjast fyri Grannskoðaranevndina eftir § 33, stk. 6 í grannskoðaralógini, ella
4) málið skal sendast ákæruvaldinum ella øðrum myndugleikum, og
5) grannskoðanarvirkið skal áleggjast at broyta frágreiðingina um gjøgnumskygni beinanvegin, sbr. § 35, stk. 3.
Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið gevur Skráseting Føroya fráboðan um brot, sum komið verður fram á í sambandi við eftirlit av teimum í § 33, stk. 1, nr. 3, 9 og 10 nevndu viðurskiftum. Eftirlitið fráboðar somuleiðis Skráseting Føroya um brot virkisins á vinnufelagsrættarligar og roknskaparrættarligar reglur.
Stk. 3. Um grannskoðanarvirkið ikki fylgir boðunum frá Grannskoðaraeftirlitinum eftir stk. 1, nr. 5, um at broyta frágreiðingina um gjøgnumskygni beinanvegin, verður hetta fráboðað Skráseting Føroya.
Kapittul 9
Gjald
§ 38. Tá eftirlit er á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum skal góðskueftirlitsfólkið, samstundis sum váttan ella frágreiðing verður latin Grannskoðaraeftirlitinum, lata eina uppgerð, yvir
1) ta beinleiðis nýttu tíðina fyri hvørt eftirlitsfólkið sær,
2) ta beinleiðis nýttu tíðina og tímaløn hjá øðrum luttakarum í eftirlitsarbeiðinum,
3) nýttu tíðina til ferðing, og
4) kostnaðir eftir rokning.
Stk. 2. Í sambandi við eftirlit við PIE grannskoðanarvirkjum skal eftirlitsfólkið gera upp tær í stk. 1, nr. 1 og 2 nevndu upplýsingarnar, tá ið útkast til avgerð verður lagt fyri eftirlitið. Eftirlitsfólkið skal samstundis gera upp tær í stk. 1, nr. 3 og 4 nevndu upplýsingar.
Stk. 3. Eftirlitsfólk, sum gera eftirlit á ikki-PIE grannskoðanarvirkjum, skulu gera eina frágreiðing um eitt møguligt munandi frávik í nýtta tímatalinum í mun til væntaða talið av tímum, ið varð upplýst sambært § 15, stk. 1, nr. 4.
Stk. 4. Ger eitt eftirlitsfólk, ið er valt sambært §§ 8-10 ella 28, ikki eitt eftirlit, sum er byrjað, liðugt, tekur eftirlitið avgerð um, hvørt eftirlitsfólkið hevur rætt til at fáa gjald fyri tað gjørda arbeiðið. Eftirlitsfólkið skal fáa høvi til at gera viðmerkingar, áðrenn ein slík avgerð verður tikin.
Stk. 5. Útreiðslur sambært stk. 1, nr. 1 og 2 rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils, men verður hon endaliga borin av tí kannaða grannskoðanarvirkinum. Tað sama er galdandi fyri útreiðslur sambært stk. 2, 1. pkt.
Stk. 6. Útreiðslur sambært stk. 1, nr. 3 og 4, sum Grannskoðaraeftirlitið rindar fyribils, verða gjørdar upp árliga tann 1. februar, og verða deildar lutfalsliga millum grannskoðanarvirki, sum vóru undir eftirliti í árinum frammanundan sambært § 7, stk. 1 við støði í talinum av grannskoðarum, ið pr. 1. januar í eftirlitsárinum vóru knýttir at kannaðu grannskoðanarvirkjunum. Eftirlitið heldur útreiðslurnar sambært stk. 2, 2. pkt., og verða tær tiknar við, tá ið tímasatsurin, ið er ásettur sambært § 39, verður ásettur.
§ 39. Grannskoðaraeftirlitið ásetur á hvørjum ári tímasatsir fyri góðskueftirlitsfólkini.
Stk. 2. Um eftirlitsfólkið hevur nýtt aðrar persónar enn ein serfrøðing sambært § 32 í sambandi við eftirlitið, sbr. § 38, stk. 1, nr. 2, kann tímasatsurin fyri slíkar aðrar persónar ikki vera hægri enn tímasatsurin fyri eftirlitsfólkið.
Stk. 3. Tá Skráseting Føroya sambært §§ 10 ella 28 hevur útnevnt eitt eftirlitsfólk, rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils allar útreiðslurnar sambært § 38, stk. 1, nr. 1 og 2, men verða tær endaliga bornar av grannskoðanarvirkinum, sum hevur verið undir eftirliti. Fyri útreiðslur sambært § 38, stk. 1, nr. 3 og 4 er § 38, stk. 6 galdandi samsvarandi.
Stk. 4. Fyri útreiðslur til ein serfrøðing, ið er útnevndur sambært § 32, er stk. 3 galdandi samsvarandi.
Kapittul 10
Um kæru o.a.
§ 40. Avgerðir, sum Grannskoðaraeftirlitið tekur eftir hesi kunngerð, kunnu ikki verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika, sbr. § 48, stk. 3 í grannskoðaralógini.
§ 41. Grannskoðaraeftirlitið ásetur leiðreglur um góðkenning og útnevning av góðskueftirlitsfólkum, um skyldir hjá eftirlitsfólkunum, undir hesum um at gera eftirlitið, gera frágreiðing og um at gera og leggja skjalprógv fyri góðkueftirlitið.
Stk. 2. Leiðreglurnar verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá eftirlitinum.
§ 42. Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um, at víkja frá freistunum í § 4, stk. 2, § 7, § 8, stk. 1, § 12, stk. 1, § 13, stk. 1 og 2, § 15, stk. 3, § 17, stk. 3 og § 34, stk. 6.
Kapittul 11
Revsireglur, gildiskomureglur og skiftisreglur
§ 43. Hevur eitt góðskueftirlitisfólk, sum er útnevnt sambært § 10 ella góðkent sambært § 18, grovt ella ferð eftir ferð framt brot á § 15, stk. 1, 1. pkt. ella § 15, stk. 3 ella ikki yvirhildið sínar skyldir sambært §§ 29, 31, 32 ella 33, § 34, stk. 1, stk. 2, 2. pkt. og stk. 3-6, verður viðkomandi revsaður við bót.
Stk. 2. Um eitt góðskueftirlitsfólk, ið er valt eftir § 28, við grovum ósketni ella í fleiri førum ikki hevur yvirhildið sínar skyldur sambært §§ 29, 31, 33 ella 35, verður viðkomandi revsaður við bót.
§ 44. Tá ið eitt góðskueftirlitsfólk er revsað sambært § 43, tekur Grannskoðaraeftirlitið góðkenningina sum góðskueftirlitsfólk frá viðkomandi.
Stk. 2. Avgerð sambært stk. 1 verður fráboðað Skráseting Føroya.
§ 45. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016, og er galdandi fyri góðskueftirlit, sum byrja eftir hesa dagfesting.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 17. februar 2010 um góðskueftirlit og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. desember 2015
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)