Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 22-09-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 131 frá 18. september 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. september 2017Nr. 131

Kunngerð um broyting í kunngerð um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø.

(Linari krøv til skip í innanoyggja rutusigling)

§ 1

Í kunngerð nr. 123 frá 25. november 2005 um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø. verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 2 verður orðað soleiðis:

§ 2. Burturbeining er eitt og hvørt útlát, frárensl, útblaking ella onnur burturbeining av evnum og tilfari í havið, sum stava frá rakstri av skipum og bátum.

Stk. 2. Kloakkspillivatn er:

1)    frárensl, evja og annað burturkast frá vesum og standikummum,

2)    frárensl frá sjúkrarúmum, íroknað øll frárensl frá vøskum, baðikørum o.a. frá slíkum rúmum,

3)    frárensl frá rúmum við livandi djórum ella

4)    annað burturkast, ið er blandað við framman fyri nevndu.

Stk. 3. Kloakktangi er: tangi til savning og goymslu av kloakkspillivatni.

Stk. 4. Næsta land er: strandalinjan ella grundlinjan, haðani sjóumveldið verður ásett. Við landnyrðings Avstraliu eru serligar reglur galdandi, sbr. fylgiskjal IV til MARPOL sáttmálan.

Stk. 5. Føroyska sjóumveldið er: 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 6. Nýggj skip eru: skip, sum eru latin sum nýbygningar aftan á 27. september 2006, ella har byggisáttmáli er gjørdur, ella kjølurin er strektur aftan á 27. september 2003 sbr. fylgiskjal IV til MARPOL sáttmálan.

Stk. 7. Verandi skip eru: skip, sum ikki eru nýggj.

Stk. 8. Havstøðir eru: pallar og skip, sum bora eftir ella framleiða kolvetni.”

 

2.    Í § 4 verður stk. 2 strikað.

 

3.    Aftan á § 4 verður sett:

§ 4 a. § 4 er ikki galdandi fyri skip, sum einans sigla innanoyggja í Føroyum. Hesi skip kunnu burturbeina óviðgjørt kloakkspillivatn. Burturbeiningin skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí, og í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum.

Stk. 2. Eftir 1. juni 2020 er bannað at burturbeina kloakkspillivatn sambært stk. 1, sum ikki er malið og sóttreinsað.”

 

4.    § 5 verður soleiðis orðað:

§ 5. Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av óviðgjørdum kloakkspillivatni bannað nærri enn hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum, uttan so at kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan sambært § 4, stk. 1, nr. 1. Burturbeining av óviðgjørdum kloakkspillivatni skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí.”

 

5.    § 7 verður orðað soleiðis:

§ 7. Skipanir og útgerð, sum eru nevnd í § 4, skulu viðvíkjandi føroyskt skrásettum skipum verða góðkend av Sjóvinnustýrinum og viðvíkjandi útlendskt skrásettum skipum av einum heimilaðum myndugleika í tí landi, har skipið er skrásett.”

 

6.    § 8 verður soleiðis orðað:

§ 8. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at burturbeining av kloakkspillivatni er í samsvari vi𠧧 4, 4 a og 5.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip og bátar hava góðkendar skipanir og útgerð til burturbeining av kloakkspillivatni sambært § 4.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 18. september 2017

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)