31. januar 1994Nr. 13
Kunngerð um brúkarainnpakking til sertilbúningarheilivág
Við heimild í § 32, stk. 2, jb. § 51, stk. 2 og § 53 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. “Sundhedsstyrelsens bekendtgørelse nr. 777 af 12. december 1989 om forbrugerpakninger til lægemidler optaget i sundhedsstyrelsens specialitetsregister” fær gildi í Føroyum við tí fráviki, at heimildir heilsustýrisins liggja hjá landsapotekaranum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi 10. februar 1994.