Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. desember 2015Nr. 126
Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 125 frá 30. juli 2020
Við heimild í § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum og § 15 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, verður ásett:
§ 1. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verður veitt persónum, ið eru búsitandi í Føroyum.
Koppseting til børn
§ 2. Persónar, yngri enn 18 ár, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og polio.
Stk. 2. Persónar, yngri enn 18 ár, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein samansett MFR-koppseting.
Stk. 3. Børn, yngri enn 6 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti Hæmophilis influenzae, typa b (Hib).
Stk. 4. Børn, yngri enn 2 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti pneumokoksjúku.
MFR-koppseting til kvinnur
§ 3. Kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti reydlingum. Koppsetingin kann t.d. verða bjóðað sum ein MFR-koppseting.
MFR-koppseting til vaksin1)
§ 3 a. 1) Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir ímóti meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting.
HPV-koppseting
§ 4. 2) Kvinnur í aldrinum 12-27 ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.
Koppseting ímóti influensu
§ 5. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa verður veitt hesum persónum:
1) Persónar, ið hava fylt 67 ár.
2) Fyritíðarpensjónistar.
3) Persónar við varandi sjúkum, sum eru nevndir í litra a-g, eftir eini læknaligari meting:
a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
b) Persónar, sum hava hjarta- og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars.
c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2 sukursjúku.
d) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin eru viðfødd ella íkomin.
e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna.
g) Persónar, sum hava aðra varandi sjúku, og har læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
4) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 40 eftir eini læknaligari meting.
5) Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
6) Barnakonur frá 13. barnsburðarviku.
7) Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting.
Stk. 2. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensu er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober at rokna til og við 31. desember. Tó er tilboðið til barnakonur um ókeypis koppseting ímóti influensu sbrt. § 5, nr. 6 galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober at rokna og til 1. mars árið eftir.
Koppseting ímóti hepatitis
§ 6. Innspræningar rúsevnismisnýtarar, injektiónsnarkomanar, sum ikki hava verið smittaðir við hepatitis B, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum eisini verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 2. Persónar, sum búgva saman við einum persóni við hepatitis B ígerð, og fastir kynspartnarar hjá einum persóni við varandi hepatitis B ígerð, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Persónar, sum eru yngri enn 18 ár, fáa eina samantvinnaða koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 3. Persónar, sum hava fingið staðfest hepatitis C ígerð, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 4. Børn á dagstovnum kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitis B, um so er, at eitt barn á stovninum hevur eina staðfesta hepatitis B ígerð. Landslæknin metir um, hvørji børn á dagstovninum skulu fáa tilboð um koppseting.
Stk. 5. Børn yngri enn 15 ár, sum koma í bústaðarøki, har tilburður av hepatitis B ígerð er staðfestur, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitits B, um Landslæknin mælir til, at tey verða koppsett. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.
Stk. 6. Børn yngri enn 2 ár, sum eru fødd av kvinnu við varandi hepatitis B ígerð, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitis B.
Koppseting ímóti kikhosta til barnakonur 3)
§ 6 a. 3) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður veitt hesum persónum:
1) Barnakonum, sum eru í viku 32.
2) Barnakonum, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kemur í gildi.
3) Barnakonum, har læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32.
Koppseting ímóti pneumokokkum til ávísar persónar4)
§ 6 b. 4) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt til fylgjandi persónar, ið eru búsitandi í Føroyum:
1) Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sambært §§ 27, 32 og 32 e í forsorgarlógini og sambært § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
2) Persónar, sum hava fylt 65 ár.
3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir litra a-h, eftir eini læknaligari meting.
a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal.
b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin.
d) Persónar við leka av heilavætu, liquor-lækage.
e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis.
f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión.
g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation.
h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagns-flutning, organtransplantation.
4) Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokk sjúku, ið eru nevndar undir litra a-h, eftir eini læknaligari meting.
a) Persónar við hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme.
b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens.
c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurð-viðgerð fyri hjartasjúku.
d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð.
e) Persónar við varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu.
f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens.
g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðken-ni, nefrotisk syndrom.
h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID.
5) Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku.
Stk. 2. Koppsetingin verður veitt sum ein 23-valent pneumokokk koppseting.
Stk. 3. Koppsetingin eftir stk. 1, nr. 2-4, verður veitt til persónar, sum ikki eru koppsettir seinastu 6 árini, ella eftir eini læknaligari meting við støði í eini andevnismáting, antistofmåling.
Apoteksverkið
§ 7. Apoteksverk Føroya hevur skyldu til altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið skal nýtast til koppseting ímóti teimum í §§ 2-6 nevndu sjúkum.
Koppsetingar
§ 8. Kommunulæknar, sum Heilsutrygd hevur sett í starv, kunnu koppseta ímóti teimum í §§ 2-6 nevndu sjúkum.
§ 9. Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá Sundhedsstyrelsen.
Útreiðslur
§ 10. Landskassin rindar kommunulæknum, sum eru starvssettir hjá Heilsutrygd, samsýning fyri at koppseta.
§ 11. Landskassin rindar útreiðslurnar til vaksinur, ið skulu nýtast til koppseting ímóti teimum í §§ 2-6 nevndu sjúkum.
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 2. desember 2015
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 148 frá 22. november 2018.
2) Broytt við kunngerð nr. 116 frá 19. juli 2019.
3) Broytt við kunngerð nr. 134 frá 25. oktober 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi tann 1. januar 2021.”
4) Broytt við kunngerð nr. 125 frá 30. juli 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2020.”