27. november 2015Nr. 124
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015
(Atgongd at fiska kvotu til vinnuligar makrelroyndir uttan fyri føroysku landleiðirnar)
§ 1
Í kunngerð nr. 141 frá 22. desember 2014 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015, sum broytt við kunngerð nr. 1 frá 9. januar 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 13, stk. 1 verður “á føroysku landleiðunum” strikað.
2. Í § 17, stk. 1, 1. pkt. verður “§§ 5-12” broytt til: “§§ 5-13”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 27. november 2015
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)