Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. november 2015Nr. 123
Kunngerð um virknistænastu
Við heimild í § 30, stk. 4 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jf. lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 19. desember 2014, verður ásett:
Tænastan
§ 1. Kunngerðin fevnir um virknistænastur fyri borgarar, ið bera likamligt ella sálarligt brek, og sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.
Stk. 2. Við virknistænastu er at skilja tilboð frá Almannaverkinum, sum á vardum verkstaði og verkhúsi eru skipað sum virknisvenjing undir vardum umstøðum, fyri teir borgarar, ið koma undir málbólkin í § 2.
Stk. 3. Virknistænastan kann skipast sum vart verkstað. Hetta verður framt við sosialnámsfrøðiligum stuðli, so borgarin kann gerast meiri sjálvbjargin, og um møguligt, taka á seg arbeiði á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 4. Virknistænastan kann skipast sum verkhús við mennandi sosialnámsfrøðiligum virksemi til fólk, ið bera likamligt ella sálarligt brek.
Stk. 5. Virknistænastan kann eisini vera samansett, bæði sum vart verkstað og verkhús.
Málbólkur
§ 2. Virknistænastan er ætlað borgarum millum 18 og 67 ár, ið bera likamligt ella sálarligt brek, sum ger at viðkomandi ikki kann røkja eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.
Stk. 2. Virknistænastan kann halda áfram, eftir at viðkomandi er fyltur 67 ár.
Løn
§ 3. Borgari, ið luttekur á virknistænastu, ið er skipað sum vart verkstað ella verkhús, sbr. § 1, kann fáa løn ella samsýning, sum í minsta lagi er 5% av eini arbeiðsmannaløn.
Umsókn og upptøka
§ 4. Umsóknir um upptøku innan virknistænastur verða sendar Almannaverkinum.
Stk. 2. Almannaverkið tekur avgerð um upptøku. Hetta verður gjørt við støði í skrivligari tørvsmeting av umsøkjara. Almannaverkið kann ráðføra seg við fólk, ið hava servitan um umsøkjaran í samband við upptøkuna.
Stk. 3. Borgarar, ið fáa tilboð um pláss innan virknistænastur sambært hesi kunngerð, byrja við nærri ásettari royndartíð, sum í mesta lagi er 6 mánaðir.
Virkisætlan
§ 5. Tá avgerð er tikin um upptøku, tilevna Almannaverkið og borgarin í felag eina virkisætlan.
Stk. 2. Í virkisætlanini skal metast um møguleikan fyri, at borgarin kann átaka sær arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, og hvat skal til fyri at røkka hesum máli.
Stk. 3. Borgarin kann lata avvarðandi ella verja umboða seg, um viðkomandi ikki er førur fyri at umboða seg sjálvan.
Stk. 4. Endamálið við virkisætlanini er at tryggja eina miðvísa og samskipaða tænastu og røttu sosialnámsfrøðiligu tilboðini.
Stk. 5. Í virkisætlanini verður ásett:
1) hvørji mál miðast skal eftir at røkka,
2) hvat borgarin kann fáa í boði til tess at røkka settu málunum og
3) mett tíðarskeið fyri at røkka málunum.
Stk. 6. Virkisætlanin skal lýsa um borgarin fær virknistilboð, ið er skipað sum vart verkstað, verkhús ella sum samansett tilboð.
Stk. 7. Almannaverkið hevur ábyrgd av, at virkisætlanin verður fylgd. Virkisætlanin verður eftirmett í minsta lagi einaferð um árið.
Reglugerð
§ 6. Almannaverkið ger reglugerð fyri virksemið á hvørjum virknistilboði. Reglugerðin skal áseta eina yvirskipaða sosialnámsfrøðiliga virkisætlan fyri virknistænastuna.
Trivnaðarráð
§ 7. Á hvørjum vardum verkstaði og á hvørjum verkhúsi innan virknistænastuna kann eitt trivnaðarráð veljast.
Stk. 2. Trivnaðarráðið er ætlað at skipað fyri tiltøkum, sum styrkja trivnaðin á virknistænastuni, og taka upp evni og spurningar, sum borgarin í virknistænastuni ynskir at viðgera.
Stk. 3. Trivnaðarráðið verður mannað við trimum borgarum, sum eru brúkarar á virknistænastuni og tveimum starvsfólkum. Ráðið skipar seg sjálvt.
Stk. 4. Trivnaðarráð verður valt í minsta lagi annaðhvørt ár.
Stk. 5. Vardu verkstøðini og verkhúsini áseta hvør sær reglur fyri vali til trivnaðarráðið og starvsskipan fyri trivnaðarráðið.
Kærumyndugleiki
§ 8. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 20. november 2015
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)