Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. desember 2016Nr. 121
Kunngerð um gjald til Trygdargrunn fiskivinnunnar
Við heimild í § 7, stk. 1 og 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn fiskivinnunnar verður ásett:
§ 1. Tá fiskifør, heimahoyrandi í Føroyum, avreiða til keypara í Føroyum, her uppi í uppboðssøluna, hevur keypari ella uppboðssøla skyldu at afturhalda gjaldið, ásett sambært § 7, stk. 1 í løgtingslógini, og rinda hetta beinleiðis til Trygdargrunn fiskivinnunnar.
Stk. 2. Tá fiskifør avreiða til keypara í útlandinum, skal viðkomandi reiðari rinda gjaldið beinleiðis til Trygdargrunn fiskivinnunnar.
Stk. 3. Keypari og reiðari hava skyldu til at lata Trygdargrunni fiskivinnunnar avreiðingarseðlar ella søluskjøl skjótast møguligt og í seinasta lagi 14 dagar eftir avreiðing.
§ 2. Gjaldið er ásett til 0,6% fyri allar avreiðingar frá 1. januar 2017.
§ 3. Gjaldið verður gjørt upp mánaðarliga, og rokning avgreidd umleið 15 dagar eftir mánaðarlok.
Stk. 2. Gjaldsfreistin er 14 dagar eftir dagfesting á faktura.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 139 frá 29. desember 2010 um gjald til Trygdargrunn fiskivinnunnar.
Fiskimálaráðið, 6. desember 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)