Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2015Nr. 120
Kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum
Við heimild í § 4, § 6, stk. 1, nr. 4 og 5 og stk. 2 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Øki
§ 1. Henda kunngerð fevnir um góðkenning og góðskutrygd fyri allar maritimar útbúgvingar, sum verða veittar sambært løgtingslógini.
Allýsingar
§ 2. Við tí endamáli at lúka altjóða krøv á økinum eru niðanfyri standandi hugtøk sambært hesi kunngerð allýst sum:
1) Audit: skal skiljast sum eitt eftirlit, har Mentamálaráðið skal kanna, í hvønn mun ein veitari lýkur galdandi ásetingar sambært galdandi lóggávu.
2) Útbúgving: skal skiljast sum einhvør undirvísingargongd, sum løgd er til rættis við tí endamáli at geva luttakarunum kunnleika, førleikar og hegni sambært reglum, leiðbeiningum, endamálsorðingum og málslýsingum, ásettar sambært galdandi lóggávu. Útbúgving fevnir bæði um longri útbúgvingargongdir eins væl og styttri skeiðir, uttan mun til, um hesi verða framd sum grundútbúgvingar, framhaldsútbúgvingar ella eftirútbúgvingar.
Góðkenning og eftirlit
§ 3. Fyri at veita eina útbúgving, sum er fevnd av § 2 í løgtingslógini, skal veitarin hava góðkenning til tess.
Stk. 2. Mentamálaráðið kann góðkenna ein veitara til at veita eina ávísa útbúgving, tá ið Mentamálaráðið metir, at útbúgvingin verður framd í samsvari við:
1) endamál og mál umframt aðrar ásetingar, sum ásettar eru fyri viðkomandi útbúgving,
2) standardin hjá Mentamálaráðnum fyri góðskustýring av teimum maritimu útbúgvingunum, sum er ásett í skjali 1, og
3) aðrar ásetingar fyri maritimu útbúgvingarnar, undir hesum ásetingar fyri døming og eftirmeting.
Stk. 3. Góðkendur veitari skal tryggja, at treytirnar sambært stk. 2 verða loknar.
§ 4. Ein veitari, sum ynskir góðkenning sambært § 3, skal søkja Mentamálaráðið um hesa góðkenning. Í umsóknini skal veitarin greiða frá hvussu veitarin lýkur krøvini sambært § 3, stk. 2.
§ 5. Áðrenn umsøkjari kann fáa endaliga góðkenning, skal Mentamálaráðið við støði í tí frágreiðing, sum umsøkjarin hevur givið, fremja eina audit, sum skal vátta, at umsøkjarin lýkur treytirnar sambært § 3, stk. 2.
Stk. 2. Mentamálaráðið kann tó, uttan at hava framt auditeringina, geva umsøkjara eina fyribils tíðaravmarkaða góðkenning, sum frammanundan hevur góðkenning til aðra martitima útbúgving. Hetta kann gerast, um Mentamálaráðið metir, at nýggja útbúgvingar virksemið kann samanlíknast við tað, sum frammanundan er góðkent, og at tað av umsóknini sæst, at treytirnar í § 3, stk. 2 eru loknar.
Stk. 3. Mentamálaráðið skrivar út váttan fyri góðkenningina. Í fylgiskjali til váttanina verða tær útbúgvingar settar, sum veitarin hevur fingið góðkenning til. Váttanin verður skrivað á føroyskum við tilhoyrandi enskari umseting.
§ 6. Fyri at varðveita góðkenningina skal veitarin auditerast av Mentamálaráðnum, sbr. § 2, nr. 1, har veitarin skal vátta, at treytirnar fyri góðkenning framhaldandi eru loknar.
Stk. 2. Mentamálaráðið ásetir vavi av auditeringini, nær og hvussu ofta auditeringin verður framd.
Stk. 3. Eftir auditeringina boðar Mentamálaráðið skrivliga frá, um veitarin varðveitir góðkenningina. Frágreiðingin verður skrivað á donskum.
Stk. 4. Mentamálaráðið kann biðja uttanhýsis stovn um at fremja góðskueftirlit ella eftirmeting av útbúgvingum og undirvísing.
Stk. 5. Við støði í einum góðskueftirliti ella eftirmeting sambært stk. 4, kann Mentamálaráðið geva einum veitara boð um at viðgera og fylgja tilmælum og rætta upp frávik sum treyt fyri at varðveita góðkenningina.
Stk. 6. Um veitari ikki longur ynskir at varðveita góðkenning til eina útbúgving ella skeið, skal hetta beinanvegin fráboðast Mentamálaráðnum, og fellur hon við hesi fráboðan burtur.
Stk. 7. Um staðfest verða frávik frá teimum av Mentamálaráðnum ásettu treytum til góðkenning kann Mentamálaráðið:
1) áleggja veitara ítøkilig inntriv og tiltøk, sum eru neyðug fyri at lúka treytirnar, og avgera, nær hesi skulu verða liðugtgjørd,
2) áleggja veitara at senda Mentamálaráðnum ætlan fyri, hvussu veitarin vil fáa viðurskiftini aftur í rættlag innan eina av Mentamálaráðnum ásetta freist ella
3) avgera, at eitt ella fleiri audit eru neyðug fyri at kanna, um treytirnar fyri góðkenning eru loknar.
§ 7. Um so er, at Mentamálaráðið út frá einari heildarmeting kemur til ta niðurstøðu, at ein veitari ikki lýkur treytirnar fyri góðkenning sambært § 3, stk. 2, og ikki fylgir álegging frá Mentamálaráðnum um innan ávísa freist at fáa viðurskifti í rættlag sambært § 6, stk. 7, verður góðkenningin tikin aftur.
Stk. 2. Um so er, at Mentamálaráðið staðfestir, at veitari tilvitað fremur brot á reglurnar um góðkenning, verður góðkenningin tikin aftur uttan aðra fráboðan.
§ 8. Mentamálaráðið kann góðkenna ein veitara av útbúgvingum í samsvari við standardin hjá Mentamálaráðnum fyri góðskustýring av teimum maritimu útbúgvingunum, hóast viðkomandi útbúgvingarstovnur ikki veitir útbúgving sambært § 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Góðkenning av veitarum, sum verða góðkendir eftir stk. 1, skal gerast sambært § 3, stk. 2, nr. 2. Ásetingarnar í §§ 4-7 verða eisini nýttar fyri hesum.
Gjald fyri góðkenning og eftirlit
§ 9. Mentamálaráðið krevur gjald fyri útreiðslunum í sambandi við góðkenning sambært § 3.
Stk. 2. Mentamálaráðið krevur gjald fyri auditering, eftirmeting o.a. í hesum sambandi.
Viðgerð av kærum
§ 10. Kærur um avgerðir, sum tiknar eru av góðkendum veitarum í sambandi við útbúgvingar, sum veittar verða sambært § 2 í løgtingslógini, skulu rættast til landsstýrismannin, um kæran viðvíkur útbúgvingarligum viðurskiftum, undir hesum døming. Kæran skal latast til veitaran, sum innan 2 vikur skal koma við einum ummæli. Kærarin skal hava høvi til at viðmerkja ummælið innan eina viku. Veitarin sendur kæruna, ummælið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrismannin.
Stk. 2. Freistin at kæra eftir stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, at avgerðin er kunngjørd fyri kæraranum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tekur endaliga avgerð í tílíkum málum.
Gildiskoma
§ 11. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 11. november 2015
Rigmor Dam (sign.)
landsstýriskvinna
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Standard fyri góðskustýring av maritimum útbúgvingum
Innihaldsyvirlit
1. Alment
2. Góðskumið og –politikkur
3. Ábyrgd og bygnaður á útbúgvingarstovninum
4. Eftirmeting
5. Góðskuskipan
6. Skjala- og dátustýring
7. Tilgongdarstýring (vegleiðingar og mannagongdir)
8. Innaneftirlit
9. Frágreiðingar og stýring av frávikum og uppskotum til rættingar/ábøtur
10. Tiltøk til rættingar og fyribyrgingar
11. Stýring av skrásetingum og váttanum/prógvum
12. Uttanhýsis audit
13. Útbúgving og venjing av starvsfólki
14. Trygd og arbeiðsumhvørvi
1. Alment
1.1 Grundarlag
Tær maritimu útbúgvingarnar skulu til eina og hvørja tíð útbúgva til tørvin í maritima vinnulívinum. Hetta krevur m.a., at útbúgvingarnar – innihaldið í undirvísingini og undirvísingarháttur – í virknari tilgongd lagar seg til, støðugt mennist og gerst betur.
Fyri at gera hetta møguligt, skal veitarin, í tøttum samstarvi við vinnuna, fyritøkur og persónar í vinnu, hava ábyrgd fyri hesi tilgongd. Hetta viðførur, at ábyrgdin fyri ráðlegging, fremjan og eftirmeting av teimum einstøku útbúgvingar gongdunum, liggur hjá útbúgvingarstovninum.
Góðskuskipanin er eitt amboð, sum skal tryggja, at øll útbúgving verður málrættað og løgd til rættis og altíð verður eftirmett við betring fyri eyga.
Harumframt er ásett í reglu I/8 og A-I/8: “Quality Standards”, í STCW- sáttmálanum, at maritim útbúgving skal fremjast eftir einari góðskuskipan. Ein góðskuskipan eftir hesum standardi er lýkur kravið í sáttmálanum.
1.2 Virkisøki
Kravið um góðskuskipan er galdandi fyri alla útbúgving , sum sambært lov um maritima útbúgving er ásett av Mentamálaráðnum. Tað er ein treyt fyri at kunna veita hesar útbúgvingar, at útbúgvingarstovnurin hevur stovnað eina góðskuskipan sum lýkur krøvini í hesum standardi.
Góðkenning sambært hesum standardi gevur veitara rætt til, at seta niðanfyri standandi átekning í skeiðsprógv, brævapappír, skeiðsskrá v.m.:
>>Góðkent sambært standardi hjá Mentamálaráðnum fyri góðskustýring av maritimum útbúgvingum <<.
>>Certified by the Faroese Educational Authority ín accordance with standard for quality management of maritime training and education<<.
2. Góðskumið og –politikkur
2.1 leggja útbúgvingar til rættis
Fyri allar útbúgvingar skal gerast ein útbúgvingarætlan (námsskipan) har lýst eru endamál, mál og møgulig serstøk krøv, leiðbeiningar, undir hesum fyritreytir. Mentamálaráðið skal góðkenna útbúgvingarætlanina.
Fyri maritim skeið ásetur Mentamálaráðið í kunngerð ella rundskrivi innihald, vav, tíma- ella dagatal, undirvísingarførleika v.m.
Veitarin skal stovna og viðlíkahalda mannagongdir til at stýra og vátta menning av útbúgvingarætlanini og hvussu endamál og mál eru rokkin.
Við støði í útbúgvingarætlanini, skal leiðslan:
- lýsa sítt góðskumið og –politik fyri útbúgvingini. Góðskumiðið og- politikkurin skal verða viðkomandi fyri útbúgvingina og lógásetta grundarlagið,
- tryggja og vátta, at góðskumiðið og –politikkurin verður skiltur og framdur á øllum stigum.
2.2 Ráðlegging og fremjan
Veitarin skal leggja til rættis fremjan av útbúgvingini og undir hesum:
- skipa útbúgvingina í modul ella lærugreinar, sum fevna um øll fastløgd endamál og mál innan føstu karmarnar,
- lýsa viðkomandi deilmál fyri tey ymisku stigini í útbúgvingini,
- leggja til rættis nøktandi døming av hvussu luttakararnir liva upp til endamál og mál.
Ráðleggingin skal skjalprógvast og almannakunngerast. Hetta kann sum dømi gerast við námsskipanum, lestrarhondbók, skeiðsskrá, ella líknandi.
3. Ábyrgd og bygnaður
3.1 alment
Ábyrgdin, undir hesum tann námsfrøðiliga ábyrgdin, heimildir og innanhýsis viðurskifti fyri øll tey starvsfólk, sum leiða, fremja og váttað arbeiði sum hevur ávirkan á góðskuna í útbúgvingunum, skal verða allýst og skjalprógvað.
Ábyrgd og heimildir hjá starvsfólkunum verða vanliga skjalprógvað í starvslýsingum.
3.2 Góðskusamskipari
Leiðslan skal tilnevna ein persón (góðskusamskipara), sum við fyrivarni fyri øðrum uppgávum skal hava lýstar heimildir til at:
- byggja upp, seta í verk og umsita góðskuskipanina og gera frágreiðing til leiðsluna í sambandi við evaluering og ábøtur á góðskuskipanina.
4.Evaluering
4.1 Evaluering frá leiðsluni
Leiðslan skal við jøvnum millumbili evaluera góðskuskipanina og meta um skipanin er nóg effektiv og at skipanin kann tyggja, at endamál og mál verða fylgd. Skipanin skal evaluerast í minsta lagi einaferð um árið.
Evaluering av skipanini eigur at fevna um:
- frávik,
- uppskot til ábøtur,
- dagføring av skipanini við atliti at nýggjum lógum, reglum, kunngerðum, undirvísingartilfari, samband við vinnuna v.m.,
- innanhýsis og uttanhýsis auditfrágeiðingar,
- uttanhýsis frágreiðingar frá evalueringum,
- skrásetingar av næmingum t.d. um hesir eru lestrarvirknir,
- nøgdsemismetingar frá næmingum, starvsfólkum og kundum við skjalpróvi fyri framhaldsviðgerð av hesum,
- próvtøku- og onnur metingarúrslit,
- góðskumátingar og undir hesum góðskuindeks,
- samlaðar metingar av, um útbúgvingarmál verða rokkin,
- samlaðar metingar av, um góðskumið og politikkur eru rokkin.
Sum eitt lið í evalueringini skal leiðslan seta í verk neyðug tiltøk við framhaldandi menning og ábótum av útbúgvingunum fyri eyga.
Evaluering frá leiðsluni skal verða skjalprógvað.
4.2 Evaluering av undirvísingini
Undirvísarin skal við jøvnum millumbili evaluera sína undirvísing fyri at tryggja at førleikar, dugnaskapur og hegni eru til staðar fyri at røkka settum málum.
Næmingarnir skulu eftir hvørt útbúgvingarskeið evaluera útbúgvingina.
Undirvísarin skal eftir hvørt útbúgvingarskeið skjalprógva eina evalueringin sum í minsta lagi fevnir um:
- frávik frá tilgongdini í løgdu ætlanini,
- uppskot til ábøtur,
- meting av dygdini í undirvísingini, um málini fyri útbúgvingina eru rokkin,
- evalueringina hjá næmingunum av undirvísingini,
- uppskot til dagføring og ábøtur av útbúgvingini ella undirvisingini við atliti at nýggjum lógum, reglum, kunngerðum, undirvísingartilfari, samband við vinnuna v.m.
4.3 meting av luttakarum
Í einum útbúgvingarskeiði, skulu, við jøvnum millumbili, gerast metingar av, um luttakararnir ogna sær tað vitan, teir førleikar og hegni, sum treytað er í undirvísingarráðleggingini, sum er løgd til rættis í samsvari við endmáls- og málslýsingunum fyri útbúgvingina.
Ein meting kann t.d. gerast við støði í:
- skrivligum og munnligum uppgávuloysnum,
- eygleiðing av gerðum og atburði,
- lestrarvirkna,
- samrøðu.
Luttakarin skal kunnast um sína støðu í mun til metingina og fáa vegleiðing um møgulig neyðug tiltøk um ábøtur. Við endan av ein hvørjum útbúgvingarskeiði skal hetta endaliga metast, um luttakarinhevur ogna sær tað vitan, teir førleikar og hegni, sum treytað er í endmáls- og málslýsingunum fyri útbúgvingina. Mentingin skal gerast individuelt og skal, og luttakarin skal kunnast um sína støðu.
Tað skulu verða mannagongdir, sum tryggja, at meting verður løgd til rættis, framd og skjalprógvað. Trygd skal verða fyri, at snið og innihald í metingum eru í samsvari endamál, mál og hvussu undirvísingin verður løgd til rættis.
5. Góðskuskipanin
5.1 Alment
Leiðslan hevur ábyrgdina fyri at gera, skjalprógva, seta í verk og umsita eina góðskuskipan, sum tryggjar og skjalprógvar, at endamál og mál fyri útbúgvingina verða rokkin sambært ásettum reglum og leiðbeiningum.
5.2 Uppbygging av góðskuskipan
Tað skal verða ein yvirskipað góðskuhondbók, sum lýsir, hvussu krøvini til góðskuskipanina verða lokin, undir hesum endamál og politik fyri góðsku, umframt eina lýsing av bygnaði og ábyrgd.
- Tað skal vera eitt tal av mannagongdum, sum í samsvari við hesar leiðbeiningar og leiðslunnar endamál og politik fyri undirvísingina.
Mannagongdir skulu lutast sundur í hesar partar:
1) Endamál. Stutta lýsing av støði og endamáli við mannagongdini.
2) Nýtsla/vav. Hvar, nær og fyri hvønn er mannagongdin galdandi?
3) Orðagreiningar. Styttingar og hugtøk, sum krevja nærri frágreiðing.
4) Grundarlag, tilvísingar og fylgiskjøl. Tilvísingar til nationalar og internationalar ásetingar, aðrar mannagongdir, fylgiskjøl v.m.
5) Skrásetingar.
6) Framferðarháttur.
7) Ábyrgd.
Dømi um uppbygging av góðskuskipan fyri útbúgvingarstovn:
GÓÐSKUHONDBÓK
ENDAMÁL OG POLITIK
BYGNAÐ OG ÁBYRGD
MANNAGONGDIR
SUM KUNNU SETAST Í VERK
FYRISITINGARLIGAR
VEGLEIÐINGAR
NÁMSSKIPANIR
NÁMSÆTLANIR
UNDIRVÍSINGARÆTLANIR
LÓGIR OG KUNNGERÐIR
RUNDSKRIV
HONDBØKUR
TRYGDARVEGLEIÐINGAR
6. Skjala- og dátustýring
6.1 Alment
Veitarin skal hava skjalprógvaðar mannagongdir, til stýring av øllum skjølum, sum hava týdning fyri góðskuna í útbúgvingini. Gerast skal eitt yvirlit við tilskilan av nummar og dagfesting fyri at staðfesta dagførdar útgávur av góðskuskjalfesting “skjalaeftirlit”.
Sum dømi um skjøl, sum hava týdning fyri útbúgvingina, kunnu nevnast:
- námsskipanir,
- námsætlanir,
- lærubøkur og hondbøkur,
- skeiðshondbók og skeiðsskrá,
- til rætta lagda ætlan fyri meting av luttakarunum,
- ætlanir fyri undirvísing og undirvísingargongd,
- eftirmetingartalvur,
- checklistar,
- prógv,
- upplýsingar um næmingarnar,
- upplýsingar um starvsfólkini,
- lógir og ásetingar,
- auditfrágreiðingar,
- uppskot um ábøtur og frágreiðingar um frávik.
Tryggjast skal at:
- góðskuskjalfestingin er eintýdd góðkend,
- øll viðkomandi skjøl, sum hava týdning fyri útbúgvingina eru dagførd og umsitin,
- viðkomandi útgávur av skjølunum er atkomulig fyri allar viðkomandi persónar og
- fyrnd skjøl og/ella skjøl sum eru sett úr gildi eru burturbeind ella skilliga merkt.
Hvør síða í góðskuskjalfestingini skal hava eitt “høvd” sum í minsta lagi inniheldur:
- Heiti og nr.
- Dagfesting fyri útgávu og møguligt nr. fyri dagføring.
- Dagfesting fyri seinastu útgávu.
- Ábyrgd (navn ella forbókstavir).
- Góðkenning (navn ella forbókstavir).
7. Tilgongdarstýring (leiðbeining og mannagongdir)
7.1 Alment
Allar mannagongdir, sum beinleiðis ávirka dygdina í útbúgvingini, skulu eyðmerkjast og leggjast til rættis. Tað skal tryggjast og skjalprógvast, at mannagongdirnar verða framdar undir skipaðum viðurskiftum.
7.2 Mannagongdir
Fyri at tryggja og skjalfesta, at endamál og mál í námsskipanini verða rokkin, skulu mannagongdir gerast fyri:
- ráðlegging fyri fremjan av útbúgvingini (sí pkt. 2.2), og
- ráðleggingina fyri undirvísingini undir hesum:
- undirvísingargongdina,
- val av undirvísingarháttum,
- val av undirvísingaramboðum og –tilfari,
- evaluering,
- meting,
Harumframt skulu finnast mannagongdir fyri hesum virkni:
- meritgóðkenning,
- nýtslu av útgerð (trygd v.m.),
- skjala- og dátustýring,
- dagføring av undirvísingartilfari,
- viðkomandi mannagongdir fyri trygd,
- evaluering av góðskuskipanini frá leiðsluni, undir hesum innanhýsis audit og viðkomandi góðskumátingar,
- evaluering í sambandi við undirvísingina,
- fráboðan og stýring av frávikum og uppskotum til ábøtur,
- leiðbeinandi og fyribyrgjandi atgerðir,
- skráseting og útskriving av váttanum og prógvum,
- førleikakrøv til starvfólkini.
8. Innanhýsis audit
8.1 Alment
Skjalprógvaðar mannagongdir fyri innanhýsis audit skulu gerast og viðlíkahaldast. Innanhýsis audit skal fremjast fyri at staðfesta, at útbúgvingin livir upp til námsætlanir og aðrar ásetingar og verður framd í samsvari við stevnumiðini fyri góðsku og politikk. Innanhýsis audit er ein partur av evalueringini frá leiðsluni (sí pkt. 4.1).
Interna audit skal m.a. staðfesta:
- at góðskuskipanin er sett í verk,
- at námsætlanir og undirvísingarætlanir verða fylgdar,
- at stig verða tikin til og rættingar framdar sambært fráboðan um frávik, uppskot til ábøtur, evalueringar, nýggjar leiðreglur v.m.
Leiðslan hevur ábyrgdina av, at rættingar og framhaldsviðgerðir, sum staðfestar verða undir audit, verða gjørdar rættstundis.
9. Fráboðan og stýring av frávikum ella uppskotum til rættingar/ábøtur
9.1 Alment
Skjalprógvaðar mannagongdir skulu gerast og viðlíkahaldast viðvíkjandi fráboðan og stýring av frávikum og/ella uppskotum um ábøtur, sum kann koma fyri í sambandi við t.d.:
- undirvísing,
- meting,
- verkætlanararbeiði,
- evaluering,
- trygdarviðurskifti,
- undirvísingarumhvørvi.
9.2 Frávik og uppskot til ábøtur
Eitt frávik verður allýst sum eitt ávíst krav sum ikki er lokið, t.d. ein tilburður sum er í ósamsvar við góðskuskipanina ella ein kanning sum vísir ósamsvar við námsætlanina ella leiðbeiningarnar fyri útbúgvingina.
Eitt frávik kann t.d. vera:
- brot á ásetingar um metingar, t.d. vantandi metingar við jøvnum millumbili,
- vantandi ráðlegging fyri undirvísingina- lesiætlan,
- vantandi evaluering ella framhaldsviðgerð,
- at luttakarar ikki lúka krøvini til upptøku á útbúgvingina.
9.3 Fráboðan/frágreiðing
Øll starvsfólk og luttakarar, sum gerast varugir við frávik og/ella uppskot til ábøtur skulu kunna boða frá hesum til ávísan persón sum t.d. góðskusamskiparan. Hesin ávísi persónur hevur ábyrgdina av at evaluera frágreiðingina og kunna leiðsluna um fráboðanina um frávikið og/ella uppskotið til ábøtur.
10. Rættleiðandi og fyribyrgjandi tiltøk
Skjalprógvaðar mannagongdir skulu gerast og viðlíkahaldast viðvíkjandi fremjan av rættleiðandi og fyribyrgjandi tiltøkum (t.d. broytingar í mannagongd til ábót og menning av skipanini).
Mannagongdir skulu m.a. fevna um:
- munagóða viðgerð av Klagu/kæru frá undirvísarum, luttakarum ella uttanhýsis kundum,
- kanning av orsøkini til frávikið og skráseting av niðurstøðuni,
- trygd fyri, at rættleiðandi tiltøkini verða framd munagott og
- trygd fyri, at øll kunning um rættleiðandi og fyribyrgjandi tiltøk verða send til leiðsluna og møguliga Mentamálaráðið.
11. Stýring av skrásetingum og útskriving av váttanum og prógvum
Skjalprógvaðar mannagongdir skulu gerast og viðlíkahaldast viðvíkjandi eyðmerking, innsavnan, skráseting, atgongd til dátur, varðveitsla v.m. av øllum skrásetingum viðvíkjandi útbúgving og góðskuskipan.
Skrásetingin skal m.a. fevna um:
- evalueringsfrágeiðingar og frymlar,
- váttanir og prógv,
- eftirútbúgving av undirvísarum.
12. Mentamálaráðsins audit
12.1 Alment
Við støði í veitarans góðskuskipan, fremur Mentamálaráðið audit, góðkennur og váttar at útbúgvingin veður framd í samsvari við endamál og mál umframt aðrar reglur, ið ásettar eru fyri ávísu útbúgvingina.
Mentamálaráðið ger mannagongdir fyri audit, sum fevna um góðkenningaraudit (implementeringsaudit) og seinni audit til framhaldandi at vátta at hesar leiðreglur og aðrar treytir fyri góðkenning eru loknar.
Mentamálaráðsins audit skal m.a. váttað at:
- at luttakarin verður mettir og er útbúgvin í samsvari við endamál og mál fyri útbúgvingina,
- at veitarin setur í verk og mennir stevnumið fyri góðsku og politikk fyri útbúgvingina og røkjur góðskuskipanina í samsvari við hesum,
- at veitarin nýtur og mennir útbúgving og førleikar hjá undirvísara við støði í tí fakliga stigi útbúgvingin er á.
12.2 fremjan av auditering
Audit verður framt eftir einari auditætlan, sum Mentamálaráðið skipar fyri.
Mentamálaráðið tilnevnir auditorar til fremjan av uttanhýsis audit.
Eftir audit ger Mentamálaráðið eina frágreiðing sum m.a. snýr seg um:
- frágreiðing um frávik,
- tilmæli frá auditor,
- niðurstøður.
Frágreiðingin verður send til veitaran. Frágreiðingin er almenn.
12.3 Framhaldsviðgerð
Við støði í auditfrágreiðingini skal veitarin:
- Fremja rættingar fyri tey frávik, sum auditeringin hevur staðfest innan ásettu tíðina.
- Eftirmeta tilmælini.
12.4 Útskriving av prógvum
Við støði í einari góðkenningaraudit útskrivar Mentamálaráðið prógv fyri, at hesar reglur eru loknar.
Saman við próvnum verður í fylgiskjali tilskilað, hvørjar útbúgvingar og skeið veitarin hevur góðkenning til at útinna.
13. Útbúgving av starvsfólki
Veitarar skulu tryggja, at lærarar hava neyðugu førleikarnar fyri viðkomandi undirvísing.
Skjalprógvaðar mannagongdir skulu gerast og viðlíkahaldast fyri:
- eyðmerking av førleikakrøvum til lærarar,
- útbúgving av øllum starvsfólkum, sum hava ávirkan á dygdina í útbúgvingini.
Útbúgvingin skal m.a. fevna um:
- skeiðir og námsskeiðir,
- førleikagevandi útbúgvingartilgongd.
14. Trygd og umhvørvi
14.1 Skúla- og venjingarskip
Skúla- og venjingarskip skulu seta í verk eina trygdarleiðsluskipan sambært SOLAS chapter IX, IMO Resolution A.741(18), International Safety Management System- ISM Code.
Skipini skulu harumframt lúka allar føroyskar reglur fyri trygd og arbeiðsumhvørvi á sjónum sambært føroyskari lóggávu á sjóvinnuøkinum og fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum.
14.2 Útbúgvingarstovnar á landi
Skjalprógvaðar mannagongir skulu gerast og viðlíkahaldast fyri trygd og arbeiðsumhvørvi undir útbúgvingunum.
Øll økir, við líknandi umstøðum sum á einum arbeiðsplássi, har luttakarar kunnu verða útsettir fyri trygdarvanda, skulu eyðmerkjast, og mannagongdir skulu gerast fyri trygdartiltøkum á hesum økjum. Hesi fevna um m.a.:
- útbúgving í eldsløkking og roykkaving,
- starvsstovuvenjingar,
- bátaroyndir,
- arbeiði á verkstaði og við máling.
Mannagongdirnar skulu hava eina krossávísing til møgulig uttanhýsis krøv frá t.d. Arbeiðseftirlitinum.