5. desember 2016Nr. 119
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan
§ 1
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 verður 2. pkt. strikað.
2. Í § 3, stk. 3, nr. 1 verður “Læknaváttan” broytt til: “Váttan”.
3. Í § 3, stk. 3, nr. 2 verður “13 vikur” broytt til: “8 vikur”.
4. Í § 3, stk. 3, nr. 6 verður “lønarkontu” broytt til: “lønarkontu og eftirlønarkontu”.
5. Í § 4, stk. 2 verður “35.000” broytt til: “25.000”.
6. Í § 4, stk. 3 verður 2. pkt. strikað.
7. § 4, stk. 7, nr. 7 verður strikað.
8. Í § 6 verður tvær staðni “Arbeiðsloysisskipanini” broytt til: “TAKS”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 5. desember 2016
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)