Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. juli 2017Nr. 118
Kunngerð um broyting í kunngerð um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan
§ 1
Í kunngerð nr. 101 frá 15. oktober 2012 um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum”.
2. Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður “sbr.” broytt til: “sbrt.”
3. Í § 1, stk. 1, nr. 5 verður “hitapumpuni, og” broytt til: “hitapumpuni og”.
4. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Umsóknin, undirskrivað av góðkendum hitapumpuinnstallatøri, skal sendast kommununi.”
5. Í § 2, stk. 1 verður “§ 1, stk. 1” broytt til: “§ 1, stk. 1,”.
6. Í § 3, stk. 1 verður “nr. 1-6 og” broytt til: “nr. 1-6, og”.
7. Í § 4, stk. 1 verður “§ 1, stk. 1” broytt til: “§ 1, stk. 1,”.
8. Í § 4, stk. 1, nr. 1 verður “slangurnar” broytt til: “slangurnar,”.
9. Í § 5, stk. 1 verður “arbeiði” broytt til: “arbeiðið”.
10. Í § 5, stk. 2, nr. 1 verður “18 mánaðirnar,” broytt til: “18 mánaðirnar”.
11. Í § 5, stk. 3, nr. 2 verður “hydrogeologi,” broytt til: “hydrogeologi”.
12. Í § 5, stk. 5 verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovan”.
13. Yvirskiftin yvir § 6 verður orðað soleiðis:
“Góðkenning av hitapumpuinstallatøri”.
14. Í § 6, stk. 1 verður “installatøri” broytt til: “hitapumpuinnstallatøri”.
15. Í § 6, stk. 1, nr. 3 verður “hitapumpu,”broytt til: “hitapumpu”.
16. Í § 6, stk. 2 verður “jarðhitaskipanum” broytt til: ”elriknum hitapumpuskipanum”.
17. Í § 6, stk. 3 verður “Installatørurin ella virkið” broytt til: “Hitapumpuinnstallatørurin ella virkið,”.
18. Í § 6 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1, nr. 3 og nr. 4 viðvíkjandi boriholi galda bert fyri jarðhitaskipanir.”
Stk. 2-4 verður eftir hetta stk. 3-5.
19. Í § 10 verður ”Eftirlit á jarðhitaskipanina skal gerast einaferð um árið og umfatar:” broytt til: “Eftirlit á hitapumpuskipanina skal gerast eina ferð um árið og fevnir um:”
20. Í § 11 verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovan” og ”installatøri” broytt til: “hitapumpuinstallatøri”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 31. juli 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)