Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. desember 2012Nr. 116
Kunngerð um gjald fyri heilsukanningar í sambandi við vinnubrøv v.m.
Við heimild í § 5, stk. 5 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Sjúkrahúsverkið kann krevja gjald fyri kanningar, ið ikki eru grundaðar á sjúkuillgruna, men eru krøv í sambandi við vinnubrøv, innfararloyvir, luttøku í ítróttarkappingum o.l.
Stk. 2. Gjaldið skal samsvara við samlaðu útreiðslurnar, ið standast av kanningini.
Stk. 3. Í fylgiskjali 1 eru ásett gjøld fyri ávísar kanningar.
Stk. 4. Fyri aðrar kanningar sbrt. stk. 1 skal gjaldið ásetast eftir DRG/DAGS-skipanini, sum lýst hjá danska Heilsustýrinum.
§ 2. Gjaldið skal gerast upp og gjaldast í sambandi við kanningina.
Stk. 2. Bíleggjandi læknin skal tilskila, at talan er um egingjald.
Stk. 3. Gjaldið verður ikki afturgoldið persóni, um viðkomandi fær staðfest sjúku, og ikki kann fáa ávísu váttanina.
§ 3. Sjúkrahúsini kunnu hvør sær gera av, um trygd skal veitast fyri gjaldinum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 4. desember 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jóanis Erik Køtlum (sign.)
Fylgiskjal 1
MRSA-screeninng: | 550,- kr. |
MRSA-screeninng: | 500,- kr. |
Rutinuroynd útvíðkaðar (incl. EKG, HIV, HbsAg, HCV, blóðflokk): | 1000,- kr. |
Prísirnir eru íroknað prøvatøku og útskriving av rokning.