Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2018Nr. 113
Kunngerð um broyting í bekendtgørelse for Færøerne om værgemål, sum broytt við kunngerð 130 frá 27. september 2018
(Myndugleikaflyting orsakað av yvirtøku av málsøkinum)
§ 1
Í bekendtgørelse nr. 453 af 28. april 2010 for Færøerne om værgemål verða hesar broytingar gjørdar:
1. Í § 1, stk. 1 og 2 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
2. Í § 1, stk. 2 verður “Civilstyrelsen” broytt til: “Kærunevndini í almanna- familju- og heilsumálum”.
3. Í § 1, stk. 3 verður tvær staðni “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
4. Í § 3, stk. 3 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingina”.
5. Í §§ 6 og 7, § 8, 1. pkt., § 9, 1. pkt., og § 10, stk. 1 og 2 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
6. Í § 15, stk. 1 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingina”.
7. Í § 16, stk. 4, § 17, § 18, 1. pkt. og § 20 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
§ 2
1) Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. juli 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)