Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2009Nr. 113
Kunngerð um fígging av Grannskoðaraeftirlitinum og kanningar- og dissiplinerskipanini
Við heimild í § 47, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin), verður ásett:
Gjøld
§ 1. Til at fíggja raksturin av Grannskoðaraeftirlitinum og kanningar- og dissiplinerskipanini innkrevur Skráseting Føroya eitt árligt gjald frá øllum góðkendum grannskoðarum, sum eru knýttir at einum grannskoðanarvirki pr. 1. januar í innkrevjingarárinum.
Stk. 2. Árligu gjøldini fyri hvønn góðkendan grannskoðara, sum er knýttur at einum grannskoðanarvirki, sbr. stk. 1, eru:
1) Grannskoðaraeftirlitið kr. 4.000
2) Dissiplinerskipanin kr. 1.000
3) Kanningarskipanin kr. 2.000.
Stk. 3. Til at fíggja raksturin í 2009 verða gjøldini, sbr. § 1, stk. 1 og 2, kravd frá øllum góðkendum grannskoðarum, sum eru knýttir at einum grannskoðanarvirki pr. 1. juli 2009.
Gildiskoma
§ 2. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 7. september 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)