Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 21-07-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 112 frá 19. juli 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. juli 2017Nr. 112

Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um fyrisiting og tillutan av frekvensum

(Frekvensfyrisitingarkunngerðin)

Við heimild í § 42 og § 45, stk. 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22 mai 2015 um fjarskifti verður ásett:

Tillutan av loyvum so hvørt sum umsóknir verða móttiknar

§ 1. Fjarskiftiseftirlitið tillutar loyvir til nýtslu av frekvensum, so hvørt sum umsóknir verða móttiknar.

Stk. 2. Um Fjarskiftiseftirlitið móttekur eina ella fleiri umsóknir um loyvi til nýtslu av frekvensum, sum frammanundan eru fevndir av einum tillutaðum loyvi, men har tað annars ikki er frekvenstrot sbrt. stk. 6, gevur Fjarskiftiseftirlitið verandi loyvishava boð um móttøkuna av umsóknini um nevndu frekvensir. Verandi loyvishavi kann, innan fyri eina av Fjarskiftiseftirlitinum nærri ásetta freist, søkja um endurnýggjan av verandi loyvi. Søkir verandi loyvishavi innan ásettu freistina, vil umsóknin vera at meta sum móttikin samstundis sum hin ella hinar móttiknu umsóknirnar, sbrt. § 2, stk. 1.

Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið vísir burtur umsóknir um loyvi til nýtslu av frekvensum, sum frammanundan eru fevndar av einum tillutaðum loyvi, um Fjarskiftiseftirlitið móttekur umsóknina meira enn 2 ár áðrenn verandi loyvi fer úr gildi.

Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið vísir aftur umsókn um loyvi til nýtslu av frekvensum, sum eru tøkir um tað mundið søkt verður, um Fjarskiftiseftirlitið móttekur umsóknina 6 mánaðir áðrenn viðkomandi umsøkjari ynskir loyvi.

Stk. 5. Fjarskiftiseftirlitið kann útseta tillutanina av loyvum sbrt. stk. 1, við tí fyri eyga at kanna, hvørt talan er um frekvenstrot, sbrt. stk. 6.

Stk. 6. Frekvenstrot er tá ið Fjarskiftiseftirlitið staðfestir, at tað eru fleiri enn ein umsøkjari til tann ella teir somu frekvensirnar innanfyri sama landafrøðiliga øki, og har Fjarskiftiseftirlitið ikki kann ganga øllum umsóknum á møti, undir hesum við at vísa á aðrar frekvensir, ið eru at javnmeta við teir frekvensir, ið søkt er um.

Viðkomandi atlit í sambandi við tillutan

§ 2. Um Fjarskiftiseftirlitið móttekur fleiri enn eina umsókn um nýtslu av somu frekvensum sama dag, og er talan ikki um frekvenstrot, sbrt. § 1, stk. 6, skal Fjarskiftiseftirlitið taka støði í atlitunum, sum verða nevnd niðanfyri, í sambandi við metingina av, hvør ella hvørjar umsóknir skulu gangast á møti:

1)   Atlit til týðandi samfelagsviðurskifti, sbrt. stk. 2.

2)   Atlit til verandi loyvishava av frekvensunum.

3)   Atlit at fremja virkna kapping.

4)   Atlit til skynsamiliga nýtslu av frekvenstilfeinginum.

Stk. 2. Atlit til týðandi samfelagsviðurskifti eru atlit, sum hava týdning fyri samfelagið sum heild, undir hesum fyri útbreiðslu av týdningarmiklum tænastum, ella týðandi samfelagsviðurskifti, sum marknaðurin ikki megnar at loysa av sínum eintingum. Týðandi samfelagsviðurskifti kunnu til dømis vera miðlapolitisk atlit, undir hesum atlit til almannagagnligt virksemi og atlit til tilbúgvingartænastur.

Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið vísir teimum umsøkjarum, ið ikki fáa tillutað frekvensir, sbrt. stk. 1, á frekvensir, ið kunnu nýtast í staðin.

Trotakanning

§ 3. Fjarskiftiseftirlitið kann seta í verk eina trotakanning av frekvensum, til tess at kanna eftir, hvørt talan er um frekvenstrot, sbrt. § 1, stk. 6.

Stk. 2. Við trotakanning er at skilja, at Fjarskiftiseftirlitið alment bjóðar áhugaðum umsøkjarum at søkja um loyvi til nýtslu av ávísum frekvensum, soleiðis at Fjarskiftiseftirlitið á haldgóðum grundarlagi kann staðfesta, um og í hvønn mun, talan er um frekvenstrot.

Stk. 3. Við støði í trotakanningini, sbrt. stk. 1, kunnu áhugaðir partar senda inn umsókn til Fjarskiftiseftirlitið.

Stk. 4. Í sambandi við trotakanning av frekvensum, ásetur Fjarskiftiseftirlitið,

1)   hvørjar upplýsingar umsóknir, sbrt. stk. 3, skulu innihalda, og

2)   umsóknarfreist.

Stk. 5. Umsóknir um loyvi til frekvensnýtslu, sum verða móttiknar innan trotakanningin av frekvensunum er sett í verk, fella burtur í sambandi við trotakanningina, og Fjarskiftiseftirlitið gevur hesum umsøkjarum boð um, at søkjast skal av nýggjum, sbrt. stk. 3.

Stk. 6. Fjarskiftiseftirlitið vísir burtur umsóknir, sum ikki lúka krøvini, nevnd í stk. 4.

Stk. 7. Um Fjarskiftiseftirlitið, eftir at ein trotakanning av frekvensum er endað, staðfestir, at talan ikki er um frekvenstrot, sbrt. § 1, stk. 6, tillutar Fjarskiftiseftirlitið loyvi til nýtslu av frekvensunum, fevndir av trotakanningini, til tann ella teir umsøkjararnar, ið hava sent umsókn inn til Fjarskiftiseftirlitið.

Tillutan av frekvensum tá frekvenstrot er

§ 4. Hevur Fjarskiftiseftirlitið staðfest, at talan er um frekvenstrot, sbrt. § 1, stk. 6, ger Fjarskiftiseftirlitið av, um loyvir skulu tillutast:

1)   eftir mannagongdini í § 2, stk. 1, ella

2)   eftir útboð av frekvensum, sbrt. ásetingunum í §§ 5 og 6.

Stk. 2. Tekur Fjarskiftiseftirlitið avgerð sbrt. stk. 1, nr. 1, fella umsóknir, sum ikki fáa loyvi, burtur.

Útboð av frekvensum

§ 5. Um Fjarskiftiseftirlitið tekur avgerð um útboð av frekvensum, sbrt. § 4, stk. 1, nr. 2, kann Fjarskiftiseftirlitið avgera,

1)   um serlig atlit gera seg galdandi, undir hesum atlit til týðandi samfelagsviðurskifti, sum eru viðkomandi fyri ta ávísu frekvensnýtsluna, og sum skulu røkjast í sambandi við útboðið av frekvensum,

2)   hvørjir frekvensir skulu vera fevndir av útboðnum,

3)   minstukrøv,

4)   hvør kann luttaka í útboðnum, undir hesum útilokan frá luttøku og

5)   tey atlit, ið dentur skal leggjast á, í sambandi við metingina av tilboðum, ið koma inn.

Stk. 2. Við útboð av frekvensum skal skiljast, at áhugaðir umsøkjarar, grundað á teirra umsóknir, kappast um at fáa tann ella teir frekvensirnar, sum eru fevndir av útboðnum. Loyvi verður tillutað til tann, sum av Fjarskiftiseftirlitinum verður mettur at vera best skikkaður til at gagnnýta teir ávísu frekvensirnar, undir hesum at liva upp til møguliga avgerð, sbrt. stk. 1, ella treytir, sum verða almannakunngjørdar, sbrt. § 6, stk. 2.

§ 6. Í sambandi við útboð av frekvensum, sbrt. § 4, stk. 1, nr. 2, kann Fjarskiftiseftirlitið taka avgerð um at áseta treytir fyri fremjan av útboðnum, undir hesum formkrøv og fyritreytir fyri luttøku. Útboðið skal virða meginreglurnar um neutralitet, ikki-diskriminatión, gjøgnumskygni og proportionalitet.

Stk. 2. Í sambandi við útboð av frekvensum, sbrt. § 4, stk. 1, nr. 2, skal Fjarskiftiseftirlitið almannakunngera, hvørjar treytir, undir hesum gildistíð, sum eru galdandi fyri frekvensloyvi, fevnt av útboðnum.

Royndarloyvir

§ 7. Fjarskiftiseftirlitið kann tillutað frekvensir sum royndarloyvir, til tess at royna ítøkiliga tøkni ella tænastu.

Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann í sambandi við tillutan av frekvensum sum royndarloyvir, loyva frekvensnýtslu, sum víkir frá frekvensætlanini, sbrt. § 42 í fjarskiftislógini.

Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið ásetur treytir fyri nýtslu av royndarloyvum, sbrt. stk. 1, undir hesum krav um, at úrslitið av royndarnýtsluni skal upplýsast fyri Fjarskiftiseftirlitinum.

Gildistíð

§ 8. Eitt frekvensloyvi verður tillutað við eini gildistíð, sum fevnir um restina av inniverandi ári, og tey næstu 15 álmanakkaárini, uttan so at søkt verður um styttri gildistíð, sbrt. tó stk. 2-5. Eftir at gildistíðin er lokin, fellur frekvensloyvi burtur, uttan eyka ávaring.

Stk. 2. Eitt royndarloyvi, sbrt. § 7, verður tillutað við 1 ára gildistíð, uttan so at søkt verður um styttri gildistíð.

Stk. 3. Hóast stk. 1, kann gildistíðin fyri frekvensloyvi ásetast til annað áramál sum liður í útboðnum, sbrt. § 5 og 6.

Stk. 4. Hóast stk. 1 og 2, kann eitt frekvensloyvi tillutast við styttri gildistíð, um tað í frekvensætlanini, sbrt. § 42 í fjarskiftislógini, er ásett, at frekvensirnir, innan eitt styttri tíðarskeið, skulu nýtast til annað endamál enn tað, frekvenstillutanin viðvíkur.

Stk. 5. Hóast stk. 1, kunnu frekvensir tillutast við aðrari gildistíð, um atlit til týðandi samfelagsviðurskifti tala fyri hesum.

§ 9. Eitt frekvensloyvi hevur gildi frá tí degi tað er útskrivað, uttan so at annað er ásett í tillutanini.

§ 10. Tá gildistíðin er av, má ein loyvishavi senda Fjarskiftiseftirlitinum nýggja umsókn, um viðkomandi ynskir, at frekvensloyvi skal halda fram.

Tagnarskylda

§ 11. Upplýsingar um innihaldið og tilveruna av radiosignalum, sum verða móttiknar av øðrum enn teimum, upplýsingarnar eru ætlaðar til, mugu ikki nýtast, almannakunngerast ella gevast víðari til óviðkomandi.

Stk. 2. Tagnarskyldan í stk. 1, er ikki galdandi fyri radiosamskifti, sum er ætlað til vanliga nýtslu hjá almenninginum, t.d. neyðsamskifti, siglingasamskifti, áhugavarpara radiosamskifti og radiosendingar ella sjónvarpsendingar.

Gildiskoma

§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Ásetingarnar í hesi kunngerð verða eisini at galda fyri umsóknir um loyvi til nýtslu av frekvensum, sum eru latnar Fjarskiftiseftirlitinum áðrenn gildiskomu av hesi kunngerð, men har avgerð ikki er tikin.

 

 

Fjarskiftiseftirlitið, 19. juli 2017

 

Jógvan Thomsen (sign)

 

/ Jóhan Troest Davidsen (sign.)