Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juli 2017Nr. 111
Kunngerð um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum til heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður ásett:
Allýsing
§ 1. Kommuna í hesi kunngerð er at skilja, sum:
1) kommunalt samstarv sbrt. løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt o.a. ella
2) einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a. sbrt. somu lóg.
Góðkenning av veitara
§ 2. Kommunurnar góðkenna veitara av tænastum. Umframt neyðug loyvi og góðkenningar frá øðrum myndugleikum, skal góðkenningin, í minsta lagi, fevna um:
1) innihaldið í tænastuni í mun til lógarásett krøv og tænastustøðið í kommununum,
2) fakliga dygd og
3) hølisviðurskifti.
§ 3. Viðurkend tænasta frá almennum myndugleikum krevur ikki góðkenning frá kommununum.
Treytir í sambandi við keyp av tænastum
§ 4. Áðrenn kommunurnar keypa tænastu frá privatum ella almennum veitara, skal skrivlig avtala gerast millum kommunurnar og tænastuveitaran.
Stk. 2. Avtalan skal í minsta lagi fevna um:
1) innihaldið í tænastuni,
2) treytir fyri tænastuni,
3) tíðarskeið,
4) gjaldstreytir og
5) uppsøgn og broyting av avtalu.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 18. juli 2017
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)