23. januar 2015Nr. 11
Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um áseting av kørmum fyri nýtslu og innanhýsis raðfesting av samlaða radiofrekvenstilfeinginum
Við heimild í § 15 b, stk. 1 í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 21. desember 2001, verður ásett:
§ 1. Tann føroyska frekvensætlanin stendur í fylgiskjølunum 1-8 til hesa kunngerð.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fjarskiftiseftirlitið, 23. januar 2015
Jógvan Thomsen (sign.)
/ Louise Restorff Jacobsen (sign.)
Sí fylgiskjølini 1-8 í kunngerðablaðnum.