Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. august 2000Nr. 105
Kunngerð um handilsgymnasiala undirvísing til hægri handilspróvtøku, sum seinast broytt við kunngerð nr. 9 frá 19. januar 2011
(HH-kunngerðin)
Við heimild í § 1, § 3, § 7, § 9, stk. 1 og 4, § 11, stk. 2, § 14 og í § 17, stk. 2, í løgtingslóg nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving) verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Endamálið við handilsgymnasialu undirvísingini til hægri handilspróvtøku er at veita einstaka næminginum eina almennandi og yrkisgymnasiala útbúgving, ið er støði undir hægri framhaldslestri, og sum gevur førleika at starvast í privatari og í almennari vinnu. Útbúgvingin skal geva næminginum neyðugar og tíðarhóskandi førleikar, og við støði í føroyskum máli og mentan skal hægri handilspróvtøka leggja dent á, at næmingurin skilur vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.
Stk. 2. Úbúgvingin er skipað sum ein 2 ára útbúgving aftaná lokið FHS-støðisár.
Stk. 3. Útbúgvingin kann herumframt skipast sum sjálvlestur, fjarlestur, stakgreinalestur og sum eitt 1 árs skeið.
Kapittul 2
Upptøka
§ 2. Umsøkjari verður tikin upp við støði í loknum støðisári innan fyrisiting, handil og skrivstovu (FHS-støðisár), har hann í minsta lagi hevur staðið eitt 2. fremmandamál á C-stigi ella støddfrøði á C-stigi. Harafturat ger skúlin sær eina heildarmeting av, um næmingurin kann fullføra alla útbúgvingina til ásetta tíð. Metingin byggir á, um næmingurin er nóg búgvin, sjálvstøðugur og hevur nóg gott kunnleikastøði.
Stk. 2. Umsøkjarar, sum hava samsvarandi kunnleikastøði sbr. stk. 1, kunnu takast upp eftir ítøkiligu meting skúlans.
Stk. 3. Er umsøkjari skikkaður at taka útbúgvingina, men vantar fortreytir í einstøkum lærugreinum, kann skúlin seta sum treyt fyri upptøku, at umsøkjarin tekur ískoytisundirvísing ella á annan hátt hækkar kunnleikastøði sítt.
§ 3. Umsøkjari, sum hevur staðið eina aðra gymnasiala ella samsvarandi útbúgving við nóg góðum úrsliti, kann verða tikin upp á 1 árs HH-útbúgvingina.
§ 4. Umsøkjari, sum upptøkuskúlin ikki hevur nóg neyvar upplýsingar um, verður kallaður inn til eina persónliga samrøðu, til tess at upptøkuskúlin kann meta, um umsøkjarin kann fullføra útbúgvingina sbr. § 2 og § 3.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 5. Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum fer fram sambært endamálsorðingunum í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Lærugreinir úr øðrum útbúgvingum, sbr. stk. 8, skulu lesast sambært kunngerð fyri tær einstøku lærugreinirnar.
Stk. 2. 1) Skúlin skal bjóða hesar kravdu lærugreinir og vallærugreinir á teimum tilskilaðu stigunum og við tí ásetta pultstímatalinum, sbr. tó stk. 4 og 10. Næmingarnir hava krav upp á í minsta lagi 90% av ásetta tímatalinum.
Lærugrein | Tímatal og stig 1. HH | Tímatal og stig 2. HH | Tímatal og stig 1 árs HH-útb. |
Kravdar lærugreinir |
|
|
|
Altjóða búskapur |
| 175 (B) | 175 (B) |
Danskt | 105 | 105 (A) |
|
Enskt | 140 (B) |
|
|
Føroyskt | 140 | 140 (A) |
|
KT | 105 (B) |
| 105 (B) |
Samtíðarsøga | 140 (C) |
|
|
Sølubúskapur | 140 (B) |
| 140 (B) |
Vinnulívsrættur |
| 105 (C) | 105 (C) |
Virkisbúskapur | 175 (B) |
| 175 (B) |
Vallærugreinir |
|
|
|
2. fremmandamál | 140 (C)/140 (B) | 140 (B)/175 (A) |
|
Ársroknskapur |
|
|
|
Enskt |
| 175 (A) | 140 (B)/175 (A) |
Fiskivinna | 140 (B), ella | 140 (B) | 140 (B) |
Fjølmiðlakunnleiki | 140 (C), ella | 140 (C) | 140 (C) |
Formlist | 140 (C), ella | 140 (C) | 140 (C) |
Fyriskipan |
|
|
|
Heimspeki | 140 (C), ella | 140 (C) | 140 (C) |
KT |
|
|
|
Marknaðarførsla |
| 140 (A) | 140 (A) |
Sálarfrøði | 140 (C), ella | 140 (C) | 140 (C) |
Sølubúskapur |
| 175 (A) | 175 (A) |
Støddfrøði | 175 (C)/175 (B) | 175 (B)/175 (A) | 175 (C)/175 (B)/175 (A) |
Virkisbúskapur |
| 175 (A) | 175 (A) |
Stk. 3. Bókstavirnir í klombrum lýsa lærugreinastigið. Tilskilaða pultstímatalið omanfyri fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.
Stk. 4. Einstaki skúlin kann, treytað av at undirvísingarendamálini verða rokkin, leggja undirvísingina til rættis við smærri frávikum frá tímatalinum, sum er ásett í stk. 2.
Stk. 5. Í heysthálvuni í 1. HH eru 15 ráðleggingartímar knýttir at hvørjum flokki í donskum, og somuleiðis 15 ráðleggingartímar í várhálvuni í 1. HH í føroyskum.
Stk. 6. C-stig í 2. fremmandamáli sum byrjanarmál kann verða boðið næmingum, sum ikki hava forkunnleika í málinum, sum ein 2 ára undirvísingargongd. Um næmingur hevur fullført FHS-útbúgvingina í málinum ella hevur samsvarandi forkunnleika, fevnir undirvísingin um 1 ár.
Stk. 7. Hesar vinnubúskaparligu vallærugreinirnar á A-stigi bjóðar skúlin út:
1) Ársroknskapur
2) Sølubúskapur
3) Virkisbúskapur.
Stk. 8. Einstaki skúlin kann eftir góðkenning frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum bjóða aðrar vallærugreinir enn tær, sum eru nevndar í stk. 2.
Stk. 9. Einstaki skúlin kann góðkenna, at næmingur velur vallærugrein úr einari aðrari gymnasialari útbúgving.
Stk. 10. Einstaki skúlin ger sjálvur av, hvussu útboðið av vallærugreinum verður innan tímakarmarnar. Skúlin skal tó bjóða so nógvar vallærugreinir út, at næmingarnir lúka krøvini, ið eru ásett í § 6, stk. 1-4.
Stk. 11. Skúlar, sum ikki hava næmingagrundarlag at hava allar tær vallærugreinirnar, sum eru nevndar í stk. 2, kunnu avmarka vallærugreinatilboðið. Tó skal skúlin í minsta lagi bjóða átta vallærugreinir, harav í minsta lagi tvær vinnubúskaparligar, sbr. stk. 7, og í minsta lagi tríggjar av teimum átta vallærugreinunum skulu vera á A-stigi.
Stk. 12. Um ein lærugrein verður boðin á fleiri stigum, byggja tey hægru stigini á tey lægru. Skúlin kann tó bjóða 2 stig undir einum, um námsfrøðilig og umsitingarlig viðurskifti tala fyri tí.
Stk. 13. Útbúgvingar- og yrkisvegleiðing er partur av undirvísingini.
Kravdar lærugreinir og vallærugreinir
§ 6. Tær kravdu lærugreinirnar fevna fyrra árið um tilsamans 945 pultstímar og seinna árið um 525 pultstímar, sbr. tó § 5, stk. 4.
Stk. 2. Vallærugreinirnar fevna fyrra árið í minsta lagi um 140 pultstímar ella í mesta lagi um 175 pultstímar, og seinna árið í minsta lagi um 490 pultstímar og í mesta lagi um 630 pultstímar. C-stig, sbr. § 2, stk. 1, í sambandi við upptøku, er ikki íroknað hesum tímum. Næmingurin skal í minsta lagi velja tvær vallærugreinir á A-stigi, og í minsta lagi onnur skal vera ein vinnubúskaparlig lærugrein, sbr. § 5, stk. 7. Harumframt skal næmingurin, tá ið 2. HH er lokin, hava havt lærugreinina støddfrøði á C-stigi.
Stk. 3. Í 1 árs útbúgvingini fevna tær kravdu lærugreinirnar hjá næminginum um tilsamans 700 pultstímar.
Stk. 4. Í 1 árs útbúgvingini fevna vallærugreinirnar hjá næminginum til samans í minsta lagi um 350 pultstímar og í mesta lagi um 490 tímar. Næmingurin skal velja eina av teimum vinnubúskaparligu lærugreinunum, sum eru nevndar í § 5, stk. 7, á A-stigi. Harumframt skal næmingurin velja støddfrøði á C-stigi, um hann ikki hevur hetta frammanundan og enskt á B-stigi, um hann ikki hevur hetta frammanundan.
Stk. 5. Skúlastjórin kann eftir umsókn loyva næmingi at fara upp um hægst loyvda tímatalið, ið er ásett í stk. 2 og 4.
Stk. 6. 1) Eingin næmingur kann velja eina vallærugrein á sama stigi, sum hann í útbúgvingini ella í eini atgongugevandi útbúgving fyrr hevur fingið undirvísing í. Skúlastjórin kann loyva næmingi at fylgja undirvísingini av nýggjum, tó í mesta lagi 2 ferðir á einum flokksstigi. Skrivlig umsókn um at verða tikin upp av nýggjum, skal verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 25. juni.
§ 7. Skúlastjórin ger av, sbr. tó § 6, hvussu samlaða pultstímatalið skal nýtast til kravdar lærugreinir og vallærugreinir. Avgerðin verður tikin við støði í undirvísingartilboðum skúlans, valum næminganna og ásetingunum í § 5.
§ 8. Í seinasta lagi 1. mars skulu næmingarnir í 1. HH boða frá, í hvørjum av vallærugreinunum, sum skúlin bjóðar, teir vilja hava í 2. HH, sbr. § 5 og § 6, stk. 2.
Stk. 2. Vallærugreinaskifti eftir 1. mars kann ikki fara fram. Tó kann skúlastjórin í heilt serligum føri loyva lærugreinaskifti, um tað ikki ávirkar ætlan skúlans í aðrar mátar.
§ 9. Undirvísingin skal vera heildarkend og verður løgd soleiðis til rættis, at lærugreinirnar stuðla upp undir hvørja aðra.
Stk. 2. Næmingurin skal læra at nýta ymsar arbeiðshættir, og fáa venjing í at arbeiða tvørfakliga.
Stk. 3. Lærararnir samskipa undirvísingina fyri at tryggja samanhang millum lærugreinirnar og eitt hóskandi býti av arbeiðsbyrðuni hjá næmingunum.
Stk. 4. Við skúlaársbyrjan verða verkætlanargongdir fyri næmingarnar lagdar til rættis, umframt annað tvørfakligt virksemi, t.d. evnisdagar, námsferðir og serligar gongdir, ið eru felags fyri fleiri lærugreinar. Tímar, ið verða nýttir til tvørfakligt virksemi, fara burturav tímatalinum fyri lærugreinarnar í § 5, stk. 2.
Stk. 5. Við undirvísingarbyrjan ger lærarin eina undirvísingarætlan í samráð við næmingarnar. Gjøgnum skúlaárið meta lærari og næmingar regluliga um arbeiðið og um gongdina annars í undirvísingini.
Stk. 6. KT er partur av undirvísingini í øllum lærugreinum. Fyrra árið verða 35 pultstímar av ásetta tímatalinum fyri lærugreinina nýttir saman við øðrum lærugreinum. Skúlin ráðleggur hesar tímar nærri sambært lærugreinakunngerðini fyri KT.
Stk. 7. Í einari viku í várhálvuni fyrra árið verður arbeitt við eini tvørfakligari undirvísingargongd, ið fevnir um 35 pultstímar, har KT, sølubúskapur, virkisbúskapur og í mestan mun eisini aðrar lærugreinir arbeiða saman. Í hesum sambandi verður arbeitt við einum skrivligum avriki, ið kann nýtast sum verkætlan í lærugreinini KT.
Stk. 8. Tekstir á fremmandamálum kunnu nýtast í øllum lærugreinum.
Stk. 9. Í øllum lærugreinum verður miðvíst arbeitt við at menna føroyska málburð næminganna, bæði munnliga og skrivliga.
Kapittul 4
Eftirmeting, ársmet og støðumet
§ 10. Undirvísingin skal javnan eftirmetast til innanhýsis nýtslu, soleiðis at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.
§ 11. Ársmet, ið er meting lærarans av fakligu støðuni hjá næminginum við undirvísingarlok, verða givin næmingum í fulltíðarútbúgving í øllum próvtøkulærugreinum og skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 5 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar verður almannakunngjørd. Í lærugreinum, har próvtøkuhátturin bæði er munnligur og skrivligur, skal ársmet gevast í báðum førum. Stakgreinalesandi, sjálvlesandi og tey, ið fara upp eftir serligum treytum, fáa ikki ársmet. Ársmetini verða skrivliga útflýggjað einstaka næminginum í seinasta lagi 3 dagar áðrenn próvtøkuætlanin verður kunngjørd, sbr. § 18, stk. 1.
§ 12. Miðskeiðis í skúlaárinum skal næmingurin hava støðumet. Støðumetið er meting lærarans av fakligu støðuni hjá næminginum í lærugreinini. Listi við støðumeti verður undirskrivaður av læraranum og latin skúlanum sambært reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi í 5 ár.
§ 13. Við støði í ársmetinum í 1. HH gevur skúlin næminginum ráð um framhald í 2. HH. Næmingurin tekur avgerð um hetta, ella – um hann er undir 18 ár og ógiftur – tann, sum hevur foreldramyndugleikan.
§ 14. Fyri at verða innstillaður til próvtøku í 2. HH skal næmingurin lúka krøvini í § 20, stk. 4, viðvíkjandi miðaltali fyri ársmetið.
§ 15. Í teimum lærugreinum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki tekur út til próvtøku, verður ársmetið flutt í teigin ”Flutt ársmet” í próvtøkubókini.
Kapittul 5
Høvuðsuppgávan
§ 16. 1) 2) Í einari viku millum 1. desember og 15. februar seinna árið verður vanliga undirvísingin niðurløgd, og hvør næmingur skrivar tá eina høvuðsuppgávu. Høvuðsuppgávan verður skrivað í lærugrein á A-stigi, men onnur lærugrein á A- ella B-stigi kann nýtast sum stuðulslærugrein.
Stk. 2. Uppgávan skal vera próvdømd í seinasta lagi 6 vikur aftaná at næmingur hevur latið uppgávuna inn.
Stk. 3. Givið verður eittans próvtal fyri høvuðsuppgávuna við støði í eini heildarmeting. Próvtalið verður skrivað í prógvið og telur við í samlaða próvtøkuúrslitinum.
Kapittul 6
Næmingaskyldur
§ 17.3) 1) Allir næmingar hava møtiskyldu, her í millum skyldu at lata kravd skrivlig avrik inn rættstundis sambært lærugreinakunngerð, at fara til allar royndir og allar próvtøkur á avvarðandi floksstigi, umframt skyldu til virknir at luttaka í undirvísingini. Næmingur, sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki møtir til allar royndir og próvtøkur, kann ikki flytast upp í næsta flokk.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki gjøgnum skúlaárið hevur latið alt skrivligt avrik inn, ið er partur av próvtøkupensum, og fingið skrivliga avrikið rættað í seinasta lagi 7 dagar undan fyrsta skrivliga próvtøkudegi, sleppur ikki til próvtøku.
Stk. 3. Rektarin sær til, at næmingarnir verða kunnaðir um møtiskylduna, sbr. stk. 1, og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
Stk. 4. Rektarin hevur ábyrgdina av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, sbr. tó Sjúkraundirvísingarkunngerðina, verður skrásett og gjørd upp minst 8 ferðir í skúlaárinum, og at mannagongd hesum viðvíkjandi eru øllum næmingum og starvsfólkum á skúlanum kunnug. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sum onnur frávera. Einstaki næmingurin skal hava møguleika at eftirkanna sína fráveru. Fráveruuppgerðin hjá einstaka næminginum er galdandi fyri eitt skúlaár í senn.
Stk. 5. 1) Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella upp um 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinunum, fær næmingurin fyrru ávaring. Fyrsta fráveruuppgerðin fer fram beint undan heystfrítíðini. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
Stk. 6. 1) Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina sbrt. stk. 5 til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meiri enn 15% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) ella av kravdum skrivligum avrikum í einari lærugrein, ella meiri enn 10% av ásetta pultstímatalinum (tímum, sum eiga at vera lisnir fram til hvønn uppgerðardag) til samans í øllum lærugreinum, kann næmingurin ikki halda fram í útbúgvingini. . Hann kann tó fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
Stk. 7. 1) Stakgreinalesandi eru eisini fevnd av ásetingunum í hesi grein um møtiskyldu.
Stk. 8. 1) Skúlastjórin sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum/bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 5, stk. 2 ásetta tímatalinum. Skúlastjórin skipar fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu pultstímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um pultstímatal.
§ 17 a. 1) Næmingarnir skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans. Skúlastjórin sær til, at næmingarnir við skúlaársbyrjan verða kunnaðir um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
Stk. 2. Skúlastjórin kann burturvísa næmingi úr skúlanum, um næmingur groft brýtur skilhaldsreglur skúlans. Næmingur, sum verður burturvístur, kann fara til próvtøku sum sjálvlesandi sambært galdandi reglum.
Kapittul 7
Próvtøkur
§ 18. 1) Próvtøkur í teimum lærugreinunum, sum eru nevndar í § 5, verða hildnar eftir ætlanini sum niðanfyri tilskilað. Hesar styttingar verða nýttar: S - fyri skrivliga próvtøku, M - fyri munnliga próvtøku. Tá ið bókstavurin er merktur við *: Kravd próvtøka.
Lærugrein | Stig | Próvtøkuháttur |
2. fremmandamál | C | S, M |
B | S, M | |
A | *S, M | |
Altjóða búskapur | B | M |
Ársroknskapur | A | *S, M |
Danskt | A | *S, M |
Enskt | B | S, M |
A | *S, M | |
Fiskivinna | B | S |
Fjølmiðlakunnleiki | C | M |
Formlist | C | M |
Fyriskipan | A | *S |
Føroyskt | A | *S, M |
Heimspeki | C | M |
KT | B | M |
A | *M | |
Marknaðarførsla | A | *S |
Samtíðarsøga | C | M |
Sálarfrøði | C | M |
Sølubúskapur | B | S |
A | *S, M | |
Støddfrøði | C | S, M |
B | S, M | |
A | *S, M | |
Vinnulívsrættur | C | M |
Virkisbúskapur | B | S |
A | *S, M |
Stk. 2. Eitt próvtal verður givið fyri hvørja próvtøku.
Stk. 3. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í lærugreinum á A-stigi, og munnliga próvtøku í lærugreinini KT á A-stigi. Harumframt tekur Undirvísingar- og Mentamálastýrið á hvørjum ári út aðrar próvtøkur, ið einstaki næmingurin í fulltíðarútbúgving skal upp til.
Stk. 4. Einstaki næmingurin fer í 1. HH til próvtøku 5 ferðir í lærugreinum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið tekur út.
Stk. 5. 1) Einstaki næmingurin fer altíð í 2. HH til skrivliga próvtøku í kravdum lærugreinum á A-stigi og í vallærugreinum á A-stigi, umframt til 3 aðrar próvtøkur í lærugreinum, sum hann hevur í 2. HH, ið Undirvísingar- og Mentamálastýrið tekur út.
Stk. 6. Fyri at fara til próvtøku á hægri stigi í eini lærugrein, skal næmingurin antin hava luttikið í undirvísingini ella verið til próvtøku í lærugreinini á stiginum undir.
Stk. 7. Einstaki næmingurin í 1 árs útbúgvingini fer altíð til skrivliga próvtøku í lærugreinunum á A-stigi, og munnliga próvtøku í lærugreinini KT á A-stigi, umframt til 4 aðrar próvtøkur, ið Undirvísingar- og Mentamálastýrið tekur út, smbr. § 6, stk. 4.
§ 19. 1) (Strikað).
Kapittul 8
Prógv
§ 20. Á próvnum fyri lokið HH verður tilskilað:
1. Ársmet.
2. Próvtøl fyri próvtøkuna og flutt ársmet, ið telja sum próvtøl. Tey fluttu ársmetini verða sett í próvtalsteigin, og tað skal greitt tilskilast, at talan er um flutt ársmet.
3. Møguligar próvtøkur, sum eru tiknar fyrr, og sum eru partar av samlaðu próvtøkuni.
4. Eitt miðaltal við einum desimali, roknað av ársmetunum í lærugreinum, sum telja við til HH-próvtøkuna.
5. Eitt miðaltal við einum desimali, roknað av próvtølunum í lærugreinum, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, og av teimum fluttu ársmetunum.
Stk. 2. Í lærugreinum, ið hava munnliga og skrivliga próvtøku, verður hvørt próvtalið skrivað fyri seg.
Stk 3. Tá ið próvtøkuúrslitið verður roknað, vektast tølini í útrokningini av miðaltølum soleiðis:
1. Ein lærugrein, sum er lokin á C-stigi, telur við vektini 1,0.
2. Lærugreinirnar støddfrøði C og 2. fremmandamál C í HH-gongdini telja tó við vektini 0,5, um næmingurin velur hesar á B-stigi.
3. Ein lærugrein, ið er lokin á B-stigi, telur við vektini 1,0.
4. Ein lærugrein, sum er lokin á A-stigi, telur við vektini 2,0. Er henda lærugrein framhald av B-stigi, sí fylgiskjal 1, telur hon við vektini 1,0.
5. Høvuðsuppgávan telur við vektini 1,0.
Stk 4. Próvtøkan er staðin, tá ið miðaltølini í stk. 1, nr. 4 og 5, hvør sær í minsta lagi eru 6. Hetta krav kann ikki verða lokið við hækking, sbr. kunngerð nr. 59 frá 13. mai 1997 um próvtalsstiga og aðra døming.
Stk. 5. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað sum eitt miðaltal við einum desimali av ársmetunum, sbr. stk. 1, nr. 4, og av próvtølunum og teimum fluttu ársmetunum, sbr. stk. 1, nr. 5.
Stk 6. Fyri at næmingur kann fáa útflýggjað fult HH-prógv sum stakgreinalesandi ella sjálvlesandi, skal hvør einstøk lærugrein verða staðin.
Stk 7. Fyri próvtøku í støkum lærugreinum, ið næmingur hevur staðið, kann hann fáa útflýggjað skjalváttan.
Kapittul 9
Stakgreinalestur og sjálvlestur
§ 21. Hægri handilspróvtøka kann takast eftir lestrarfyrireikandi undirvísing í einstøku lærugreinunum. Próvtøkur í einstøkum lærugreinum kunnu setast saman til eina samlaða hægri handilspróvtøku.
Stk. 2. 2) 1) Sjálvlesandi kunnu uttan frammanundan at hava fingið undirvísing á einum skúla, innskriva seg til hægri handilspróvtøku, heilt ella lutvíst. Innskriving fer fram í seinasta lagi 25. februar.
Stk. 3. 1) Fyri sjálvlesandi er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum. Sjálvlesandi skulu skriva høvuðsuppgávu, áðrenn tey skriva seg inn til síðstu próvtøkuna til eina samlaða HH-próvtøku. Høvuðsuppgávan verður skrivað í vallærugrein á A-stigi, men onnur lærugrein á A- ella B-stigi kann nýtast sum stuðulslærugrein í hesum sambandi, smbr. § 16, stk. 1.
Stk. 4. 1) Sjálvlesandi verða bjóðað útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eins og fakliga vegleiðing.
Stk. 5. Fyri at innskriva seg sum sjálvlesandi til próvtøku í teimum einstøku lærugreinunum skulu hesar treytir verða loknar: Tær fakligu fortreytirnar í teimum einstøku lærugreinunum skulu vera loknar, og til ta einstøku próvtøkuna skal gevast upp eitt pensum og leggjast fram frágreiðingar o.a., sum lúka krøvini og reglurnar fyri hægri handilspróvtøku í teimum einstøku lærugreinunum.
Stk. 6. 1) Fyri sjálvlesandi eru reglurnar í § 10 í próvtalskunngerðini somuleiðis galdandi.
Kapittul 10
Ymsar ásetingar
§ 22. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur eftirlit við útbúgvingini, herímillum undirvísing, próvtøku og undirvísingarførleika læraranna.
Stk 2. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann senda út leiðbeiningar um undirvísingina í teimum ymsu lærugreinunum.
Stk. 3. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann biðja um at fáa árliga tíma- og lærugreinabýtið til góðkenningar.
§ 23. Næmingur kann kæra avgerð skúlastjórans sambært hesi kunngerð, herímillum avgerð um burturvísing og onnur agatiltøk, til Undirvísingar- og Mentamálastýrið innan 7 dagar aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina.
Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, kann kæran eisini sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
Stk. 3. Kæran verður send skúlastjóranum skrivliga, ið sendir hana víðari til Undirvísingar- og Mentamálastýrið saman við einum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Stk. 4. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum hevur kært.
§ 24. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann loyva at vikið verður frá hesi kunngerð, tá ið talan er um royndar- og menningarvirksemi. Slíkar royndir skulu bert vara í avmarkaða tíð og byggja á eina útgreinaða ætlan. Ein fyritreyt fyri hesum er, at møguleikarnir at nýta próvtøkuna í framhaldandi útbúgving ikki verða skerdir.
§ 25. Ein normalsíða av teksti (prosa) er 1300 bókstavir, og ein normalsíða av yrkingum er 30 reglur. Viðvíkjandi øðrum tekstasløgum verður víst til einstøku lærugreinakunngerðirnar.
§ 26. Skúlaárið er 199 dagar, íroknað hesum er próvtøku- og royndarskeiðið.
Kapittul 11
Gildiskoma
§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útbúgving, ið byrjar eftir 1. august 2000.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 30. august 2000
Torbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)
Fylgiskjal 1
August 2000
Lærugreinarøðin til Hægri Handilspróvtøku
Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum fer fram sambært endamálsorðingunum í 1-19 í hesum fylgiskjali til HH-kunngerðina. Lærugreinir úr øðrum útbúgvingum, smbr. § 5, stk. 7 og 8, í høvuðskunngerðini, skulu lesast sambært kunngerð fyri tær einstøku lærugreinirnar.
1. Í 2. fremmandamáli á C-, B- og A-stigi er endamálið, at næmingurin fær førleika at málbera seg fjølbroytt á fremmandamálinum um evni, ið snúgva seg um einstaklingar, vinnulív, mentan og samfelag. Harafturat skal undirvísingin víðka vitanina hjá næminginum um vinnulig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti í økjum, har málið verður tosað. Næmingurin skal menna tilvit sítt og evni síni at meta um menniskjaligu, málsligu og mentanarligu tættirnar, sum hava týdning fyri samanspælið millum persónar, virki, stovnar og myndugleikar í altjóða høpi. Gjøgnum arbeiði við størri heildum fær næmingurin innlit í fakligar samanhangir og møguleika fyri á fremmandamálinum at fáast við evnisøki, ið eru partur av øðrum lærugreinum í útbúgvingini.
2. Í altjóða búskapi á B-stigi er endamálið, at næmingurin mennir samfelagsfatan og vitan sína um búskaparlig samanhang, soleiðis at hann gerst førur fyri at útgreina sambandið millum teir ymsu partarnar av búskapinum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Við at fáa innlit í búskaparlig ástøði og háttaløg skal næmingurin kunna lýsa, greina og meta um búskaparligu gongdina í Føroyum og í øðrum londum og sjálvstøðugt kunna taka dagar ímillum búskaparliga politikkin í ymsum samfeløgum. Næmingurin skal fáa innlit í búskaparligar spurningar og eina fatan av altjóða handlinum og øðrum samstarvi landanna millum.
3. Í ársroknskapi á A-stigi er endamálið, at næmingurin fær innlit í grundreglurnar í sambandi við roknskaparframløgu, roknskapargreining, heildarætlan, íløgur og fígging. Ársroknskapur á A-stigi byggir á, at næmingurin hevur lokið undirvísingina í virkisbúskapi á B-stigi. Miðað verður tí eftir somu roknskaparligu málum sum í virkisbúskapi á B-stigi, men tó hægri og við fleiri málum.
4. Í donskum á A-stigi er endamálið at tryggja, at næmingurin framhaldandi mennir sítt málsliga og mentanarliga medvit, og at hann mennir hug og evnir at lesa fagrar bókmentir og onnur tekstasløg. Arbeitt verður við at økja um førleikan hjá næminginum at greina og tulka ymisk tekstasløg, umframt fatan hansara av søguligu og siðsøguligu gongdini í Danmark og øðrum londum. Afturat hesum verður støðugt miðað ímóti, at næmingurin framhaldandi mennir evni síni at nýta danskt mál skrivliga og munnliga.
5. Í enskum á B-stigi og A-stigi er endamálið at tryggja, at næmingurin fær førleika at málbera seg fjølbroytt á enskum um evni, ið snúgva seg um einstaklingar, vinnulív, mentan og samfelag. Eisini skal næmingurin víðka vitan sína um vinnulig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti í ensktmæltum økjum og menna tilvit sítt og evni síni at meta um menniskjaligu, málsligu og mentanarligu tættirnar, sum hava týdning fyri samanspælið millum persónar, virki, stovnar og myndugleikar í altjóða høpi. Gjøgnum arbeiði við størri heildum fær næmingurin innlit í faklig samanhang og møguleika fyri á enskum at fáast við evnisøki, ið eru partur av øðrum lærugreinum í útbúgvingini.
6. Í fiskivinnu á B-stigi er endamálið, at næmingurin fær grundleggjandi innlit í tey náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri fiski- og alivinnuna í Føroyum. Næmingurin skal gerast førur fyri at meta vandaliga um upplýsingar um fiski- og alivinnuna. Næmingurin skal gerast førur fyri at fata fortreytirnar fyri hugburðinum hjá teimum, sum starvast í vinnuni, og hjá teimum, sum skulu leggja langtíðar fiskivinnupolitikk til rættis, soleiðis at hann lærir at nýta sína vitan at taka støðu til sjónarmið um spurningar í fiski- og alivinnuni.
7. Í fjølmiðlakunnleika á C-stigi er endamálið, at næmingurin økir vitan sína um fjølmiðlar og evni síni at greina fjølmiðlatilfar, herímillum hvussu vinnulívið nýtir fjølmiðlarnar. Endamálið er harafturat, at næmingurin mennir evni síni at orða seg sjálvstøðuga í ymsum fjølmiðlum.
8. Í formlist á C-stigi er endamálið, at næmingurin fær kunnleika til ástøðiliga og verkliga partin av formlistini, so at hann gerst tilvitandi um, hvønn týdning formlistin hevur fyri vinnulív og mentan.
9. Í fyriskipan á A-stigi er endamálið, at næmingurin fær kunnleika um, hvønn týdning fyriskipan hevur í einari fyritøku ella á einum stovni. Fyriskipan A byggir á, at næmingurin hevur lokið undirvísingina í virkisbúskapi B. Næmingurin skal ogna sær djúpri innlit í samskiftið í einari fyritøku og vitan um framferðahættir, sum kunnu nýtast, tá ið trupulleikar skulu loysast, og fáa innlit í, hvussu ein fyritøka kann laga seg til broytingar, sum koma uttanífrá.
10. Í føroyskum á A-stigi er endamálið at tryggja, at næmingurin framhaldandi mennir evni síni at nýta føroyska málið skrivliga og munnliga, so hann ótarnaður megnar at røkja starv í umsiting og vinnulívi. Næmingur skal fáa so hollan kunnleika til og neyvt innlit í mál og mentan, at hann kann fara undir hægri framhaldslestur. Í lærugreinini fær næmingurin greinaligt grundarlag og málburð, so hann megnar at viðgera ymisk tekstasløg og fær holla vitan um samtíðarbókmentir eins og bókmentir í søguligum høpi.
11. Í heimsspeki á C-stigi er endamálið, at næmingurin økir sína fatan av heimum hugsjónum, ið hava havt týdning fyri ymisk samfeløg. Hetta verður gjørt við at arbeiða við ymiskum ástøði og ymsum sjónarmiðum. Næmingurin skal verða førur fyri at at lýsa, greiða frá og bera saman hugsjónir og fatanir eins og teirra ymsu yvirbrá.
12. Í kunningartøkni á B-stigi er endamálið, at næmingurin fær innlit í tær grundleggjandi mannagongdirnar og hugtøkini, sum eru grundarlagið undir nýtslu, gerð, innførslu og framhaldsmenning av kunningartøkniliga grundaðum skipanum (KT-skipanum). Undirvísingin skal síggja til, at teir partar í teldufrøðini, sum eru óheftir av ítøkiligari nýtslu og ítøkiligum skipanum, og at tann fyrisitingarliga heildin, sum KT-skipanirnar skulu virka í, verða viðgjørd.
Stk. 2. Í kunningartøkni á A-stigi er endamálið at geva næminginum djúpri innlit í háttaløg og hugtøk, ið nýtt verða, tá ið ein skipan verður gjøgnumførd, sum fevnir um meginpartin av arbeiðsgongdunum í einari fyritøku. Undirvísingin skal harumframt víðka um tøknifrøðiliga førleikan hjá næminginum.
13. Í marknaðarførslu á A-stigi er endamálið, at arbeitt verður í dýpdini við tí parti av marknaðarførsluni, ið snýr seg um fjølsamskifti hjá privatum og almennum virkjum. Næmingurin skal fáa djúpri innlit í ástøði um tilevning, innihald og miðlar innan samskifti, herímillum á KT-økinum, so næmingurin kann gerast virkin meðarbeiðari, tá ið uppgávur skulu loysast við serligum denti á sølufremjandi tiltøkum. Næmingurin skal fáa fatan av, at fjølmiðlasamskifti er ein týðandi partur av samskiftinum hjá virkjum og stovnum við teirra áhugabólkar í umheiminum.
14. Í samtíðarsøgu á C-stigi er endamálið at næmingurin fær grundarlag fyri at skilja heimliga og altjóða samfelagið sum úrslit av eini samanhangandi søguligari menning. Við at hvessa søguliga tilvitið skal undirvísingin styrkja samleika næmingsins, og fáa greiðu á rásarúminum hjá tí einstaka í einum heimi, ið er merktur av mentanarligum margfaldni og áhaldandi broytingum.
15. Í sálarfrøði á C-stigi er endamálið, at næmingurin ognar sær vitan um sálarfrøðiligu menning menniskjans og um fortreytir fyri munum og broytingum í hesari menning. Næmingurin skal fáa kunnleika til ymisk sálarfrøðilig ástøði og háttaløg, og hann skal læra at greina og meta um sálarfrøðiligar spurningar, bæði hjá einstaklinginum og í sosialum høpi. Harumframt skal næmingurin læra at seta sálarfrøðiligu vitan sína í samband við dagliga lívið.
16. Í sølubúskapi á B-stigi er endamálið at geva næminginum fatan av, at sølubúskapur er ein aðaltáttur í einum virki, og at samskifti millum sølubúskap og hinar tættirnar í einum virki er umráðandi. Næmingurin skal eisini fáa fatan av teimum amboðum, ið eru til taks í sambandi við ráðlegging, stýring, fremjing og eftirlit við marknaðarvirksemi heima og á altjóða marknaðinum, og hervið gera hann føran fyri at verða virkin medarbeiðari, tá ið marknaðarførsluuppgávur skulu loysast.
Stk. 2. Í sølubúskapi á A-stigi er endamálið, at næmingurin gerst førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt út frá eini heildarmeting av teimum mest týðandi spurningunum, ið eru galdandi fyri marknaðarføringina hjá fyritøkuni, serliga við atliti at altjóða marknaðinum. Gjøgnum eina nærri viðgerð av ymsum tættum úr lærugreinini á B-stigi, umframt øðrum evnum, skal næmingurin kunna vísa á tey serligu viðurskiftini, sum eru galdandi á ymsum marknaðum og sum hava týdning fyri, hvussu fyritøkan ber seg at. Næmingurin skal í samsvar við hetta meta um marknaðirnar og gera eina ætlan um marknaðarførslu í hesum høpi.
17. Í støddfrøði á C-stigi er endamálið, at næmingurin fær innlit í grundleggjandi støddfrøðiligar hugsanarhættir, hugtøk og háttaløg, sum hava týdning í hægri framhaldslestri, og sum kunnu nýtast í øðrum lærugreinum í útbúgvingini ella í gerandisdegnum.
Stk. 2. Í støddfrøði á B-stigi er endamálið, at næmingurin fær innlit í vanliga brúktar støddfrøðiligar hugsanarhættir, hugtøk og háttaløg, sum hava týdning í hægri framhaldslestri, og sum kunnu nýtast í øðrum lærugreinum í útbúgvingini ella í gerandisdegnum. Harumframt skal næmingurin gerast førur fyri at orða, greina og loysa týðandi verklig greiðsluevni.
Stk. 3. Í støddfrøði á A-stigi er endamálið, at næmingurin fær eitt djúpri innlit í vanliga brúktar støddfrøðiligar hugsanarhættir, hugtøk og háttaløg, sum hava týdning í hægri framhaldslestri, og sum kunnu nýtast í øðrum lærugreinum í útbúgvingini ella í gerandisdegnum. Harumframt skal næmingurin gerast førur fyri at orða, greina og loysa týðandi verklig greiðsluevni og fyri at meta, á hvønn hátt og í hvønn mun støddfrøðilig háttaløg kunnu nýtast at loysa ávís greiðsluevni.
18. Í vinnulívsrætti á C-stigi er endamálið, at næmingurin fær kunnleika um vanlig vinnulívsrættarlig hugtøk og ognar sær grundleggjandi vitan um týðandi føroyskar og altjóða vinnulívsrættarligar reglur. Næmingurin skal duga at síggja løgfrøðiligar spurningar og duga at vísa á hóskandi mannagongdir til at fyribyrgja og loysa grundleggjandi rættarligar trupulleikar. Undirvísingin skal styrkja tilvitið hjá næminginum um tann týdning, vinnulívsrættur hevur fyri samlaða virksemið hjá virkinum á heimamarknaðinum og útflutningsmarknaðinum.
19. Í virkisbúskapi á B-stigi er endamálið at geva næminginum eina heildarfatan av virkinum sum ein fyriskipanarlig og búskaparlig eind, so næmingurin fatar grundarlagið fyri virkisbúskaparligum avgerðum hjá virkinum.
Stk. 2. Í virkisbúskapi á A-stigi er endamálið at geva næminginum eina heildarfatan av ráðlegging, fremjing og eftirliti við búskaparliga virkseminum hjá virkinum, so næmingurin kann viðgera uttanhýsis ársroknskapin og vísa á best hóskandi búskaparligar avgerðir í sambandi við fíggjarstýring av virkinum.
1) Broytt við kunngerð nr. 38 frá 23. apríl 2010 har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tó fáa § 1, nr. 2, nr. 3, nr. 5, nr. 8, nr. 12, nr. 13 og nr. 16 gildi 1. august 2010.”
2) Broytt við kunngerð nr. 9 frá 19. januar 2011, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri næmingar, ið byrja eftir 1. august 2009.”
3) Broytt við kunngerð nr. 100 frá 22. august 2005 har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. august 2005. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 56 frá 30. apríl 1998 um handilsgymnasiala undirvísing til hægri handils próvtøku, sum seinni broytt við kunngerð nr. 73 frá 16. juli 1999.”