6. august 2009Nr. 105
Kunngerð um gjøld fyri ymsar uppgávur í sambandi við vinnuliga kaving
Við heimild í § 17, stk.1 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð, verður ásett:
§ 1. Fyri eftirlit og tænastur v.m. sambært ásetingunum í lógini um kavaravinnu og kavaraútgerð tekur Arbeiðseftirlitið gjald sbrt. § 2 og § 3 í hesi kunnngerð.
§ 2. Gjøld fyri prógv sum vinnukavari, sbrt. § 23, stk. 4, í kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving, eru hesi:
1) Útskriva prógv (vanlig) Kr. 1.000,00
2) Útskriva prógv (skiftisreglur) Kr. 1.000.00.
3) Útskriva prógv (burturblivið) Kr. 350,00.
4) Umbýti av útlendskum prógvi Kr. 1.000,00 .
§ 3. Gjald fyri eftirlit sbrt. § 27, stk. 2. í kunngerð um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt er:
1) Eftirlit við at ásetingar verða hildnar kr. 2.500,00.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 6. august 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)