Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. august 2015Nr. 104
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð
(Hækkan av gjaldi fyri sjúkrahúsviðgerð)
§ 1
Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014 og kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 5, stk. 4 og 5 og § 6, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:”
2. Í § 2, stk. 3 verður “24.250 kr.” broytt til: “29.100 kr.”
3. Í § 2 verður stk. 4 orðað soleiðis:
“Stk. 4. Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum samsvarar við útreiðslurnar, tó í minsta lagi 1.800 kr.”
4. Í § 2, stk. 5 verður “600 kr. um tíman” broytt til: “6.000 kr.”
5. Eftir § 6 verður sett:
“§ 6 a. Sjúkrahúsini kunnu hvør sær áseta depositum fyri útlán av hjálpartólum í sambandi við viðgerð.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 4. august 2015
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Simonsen (sign.)