Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 23-07-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 103 frá 20. juli 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. juli 2018Nr. 103

Kunngerð um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya

(Dagføring av ásetingini um veikari drykkir o.a.)

§ 1

Í kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015 um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

1)    Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol,

2)    heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og

3)    í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av

a)    øl ella

b)   cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol.

Stk. 2. Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn:

1)    10 litrar av øl ella cider,

2)    2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella

3)    4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.”

 

2.    Í § 3, stk. 2 og § 5 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg.”

 

3.    Í §§ 4 og 7 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

ggjarmálaráðið, 20. juli 2018

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)