Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. august 2015Nr. 103
Kunngerð um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 115 frá 9. november 2015
Við heimild í § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1. 1) Persónar, sum fáa læknahjálp sbrt. heilsutrygdarlógini og í hesum sambandi hava tørv á tulki, herundir teknmálstulki og skrivtulki, hava rætt til tulking.
§ 2. Heilsutrygd ber útreiðslurnar av tulkatænastu sbrt. § 1.
§ 3. Tulkur, ið veitir tænastuna sbrt. hesi kunngerð, fyllir út rokning, ið Heilsutrygd hevur myndað. Læknin skal vátta rokningina, sum skal sendast til Heilsutrygd.
§ 4. Tímatakstur fyri málsliga tulking er samsvarandi tímatakstinum hjá vikari, sum er lærari í skúla, sambært galdandi lønarsáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Stk. 2. 1) Tímataksturin fyri teknmálstulking og skrivtulking verður ásettur sambært galdandi avtalu millum Heilsutrygd og Teknmálstulkatænastuna.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kunngerð nr. 117 frá 12. september 2011 um gjald fyri málsliga tulkatænastu verður sett úr gildi.
Heilsumálaráðið, 4. august 2015
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Simonsen (sign.)