Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. juli 2000Nr. 102
Kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu
(SIF- og HIF-kunngerðin)
Við heimild í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri Fiskaídnað og Havbúnað við seinni broytingum, §§ 5, 6, 8, 11 og í § 12, stk. 1 og 4, verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Endamálið við útbúgvingini er at veita eina almennandi og yrkisgymnasiala útbúgving, sum við undirvísing í ástøðiligum og verkligum lærugreinum gevur næminginum neyðugt grundarlag fyri hægri framhaldslestri og vinnuførleika innan fiskaídnað og havbúnað.
Stk. 2. Útbúgvingin skal menna næmingin, so hann fær almennan og yrkisligan kunnleika, umframt fjølbroytta starvsvenjing, soleiðis at hann gerst førur fyri at virka og luttaka í menningini av føroyska fiskaídnaðinum og havbúnaðinum. Næmingurin skal samstundis fáa eina grundleggjandi fatan av støðinum hjá fiskaídnaðinum og havbúnaðinum, sæð í mun til tað føroyska samfelagið og tað náttúruríkidømi, sum fiskaídnaðurin og havbúnaðurin eru treytaðir av.
Stk. 3. Lærugreinir úr øðrum útbúgvingum kunnu avriksflytast til HIF-útbúgvingina sambært kunngerð um avriksflutning.
§ 2. Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár, íroknað skúlastýrda starvsvenjing. Fyrri partur av útbúgvingini er ein felags støðisútbúgving innan fiskivinnu, stytt SIF, ið tekur eitt ár. Støðisútbúgvingin fevnir um yrkisliga upplæring í fiskaídnaði og havbúnaði og um yrkisgymnasialar lærugreinir. Seinni parturin er ein yrkisgymnasial útbúgving innan fiskivinnu, stytt HIF, ið tekur 2 ár.
Stk. 2. Fyrri partur, sbrt. stk. 1, endar við próvtøku, og næmingurin fær útflýggjað prógv.
Stk. 3. Seinni partur, sbrt. stk. 1, endar við próvtøku, og næmingurin fær útflýggjað prógv.
Stk. 4. Útbúgvingin kann fara fram sum stakgreinalestur og sum sjálvlestur.
§ 3. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur eftirlit við útbúgvingini, herímillum undirvísing, próvtøku og undirvísingarførleika læraranna.
Kapittul 2
Upptøka
§ 4. Umsøkjari verður tikin upp til støðisárið, um hann hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, enskum og støddfrøði við nóg góðum úrsliti, og eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Stk. 2. Umsøkjari kann verða tikin upp til støðisárið, um hann á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, smb. stk. 1, og um hann eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 3. Umsøkjari verður tikin upp til HIF-útbúgvingina eftir staðið støðisár. Upptøka fer fram eftir heildarmeting skúlans, um næmingurin er skikkaður at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð, um næmingurin er nóg búgvin, sjálvbjargin og hevur fingið nóg góðan kunnleika.
Stk. 4. Umsøkjari kann verða tikin upp til HIF-útbúgvingina, um hann á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, sum eru ásett í stk. 3.
Stk. 5. Vantar umsøkjara fortreytir í einari/fleiri lærugreinum ella starvsvenjing, kann skúlin seta sum treyt fyri upptøku á HIF- útbúgvingina, at umsøkjarin bøtir um fakliga støðið í viðkomandi lærugrein/um og/ella fær neyðugu starvsvenjingina, har hetta krevst.
Stk. 6. Skúlin kann bjóða næmingum, ið hava avmarkaðan fakligan tørv í eini ella fleiri lærugreinum, sbrt. stk. 5, faklig støðisskeið. Vav, longd og innihald ásetur skúlin sjálvur.
Stk. 7. Umsøkjari kann verða tikin upp sum stakgreinalesandi, um hann lýkur fortreytirnar í viðkomandi lærugrein.
Kapittul 3
Innihaldið í undirvísingini
§ 5. Undirvíst verður eftir lærugreinakunngerðum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur góðtikið.
Stk. 2. Undirvíst verður í hesum lærugreinum og eini verkætlan á teimum ásettu stigunum og við tí ásetta pultstímatalinum um árið:
Lærugrein |
Tímatal og stig SIF |
Tímatal og stig 1. HIF |
Tímatal og stig 2. HIF |
Kravdar lærugreinir |
|
|
|
Alis-/evnafrøði |
140 (C) |
|
|
Enskt |
140 (C) |
140 (B) |
|
Evnafrøði |
|
175 (B) |
|
Fiskivinna |
|
|
140 (B) |
Føroyskt |
140 (C) |
140 |
140 (A) |
Fyriskipan |
|
|
140 (A) |
KT |
|
140 (B) |
|
Lívfrøði |
105 (C) |
|
|
Marknaðarførsla |
|
|
140 (B) |
Matvørulæra |
|
|
210 (A) |
Matvøruframleiðslutøkni |
|
140 (B) |
|
Samfelagsfrøði |
105 (C) |
|
|
Smáverulívfrøði |
|
140 (B) |
|
Støddfrøði |
175 (C) |
|
|
Týskt |
|
|
140 (C) |
Verkætlan |
|
|
350 (A) |
Virkisbúskapur |
|
210 (B) |
|
Yrkisástøði og starvsvenjing |
560 |
|
|
Vallærugrein |
|
|
|
Støddfrøði |
|
175 (B) |
|
Stk. 3. Tá ið ein lærugrein verður boðin út á fleiri stigum, byggja tey hægru stigini á tey lægru. Skúlin kann tó bjóða tvey stig undir einum, um skipanarlig og námsfrøðilig viðurskifti eru til tess.
Stk. 4. Tilskilaða pultstímatalið í stk. 2 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.
Stk. 5. Innihaldsligar broytingar í lærugreinum sambært stk. 2 kunnu verða loyvdar, eftir góðkenning frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Stk. 6. Skúlin kann, við teirri treyt, at undirvísingarmálini verða rokkin og eftir góðkenning frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, leggja undirvísingina til rættis við smærri frávikum frá ásetta tímatalinum, sbrt. stk. 2.
Stk. 7. Skúlastjórin kann heilt ella partvíst frítaka næming fyri tí skúlastýrdu starvsvenjingini í støðisárinum, um næmingurin kann skjalprógva arbeiðsroyndir í fiskaídnaðinum ella havbúnaðinum. Skúlin ger nærri reglur hesum viðvíkjandi, sum verða góðkendar av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
§ 6. Undirvísingin eigur at vera heildarkend og skal tí leggjast soleiðis til rættis, at lærugreinarnar stuðla upp undir hvørja aðra.
Stk. 2. Undirvísingin skal samskipast á lærarafundum fyri at tryggja samanhang millum lærugreinirnar og eitt hóskandi býti av arbeiðsbyrðuni hjá næmingunum.
Stk. 3. Við undirvísingarbyrjan skal lærarin annaðhvørt gera eina undirvísingarætlan saman við næmingunum, ella kunna teir um eina slíka. Seinni í undirvísingini ger lærari og næmingar í felag ætlan fyri arbeiðið og tosa annars regluliga saman um gongdina í undirvísingini.
Stk. 4. Í øllum lærugreinum skal málsligi førleikin á føroyskum verða havdur fyri eyga, og arbeitt verður við at menna málburðin hjá næmingunum. Tilfar á fremmandum máli kann tó vera nýtt í øllum lærugreinum.
Stk. 5. KT er partur av undirvísingini í øllum lærugreinum.
Stk. 6. Næmingurin skal hava venjing í ymsum arbeiðshættum, herímillum tvørfakligum samstarvi.
§ 7. Undirvísingin skal javnan eftirmetast til innanhýsis nýtslu, soleiðis at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.
§ 8. Ársmet verða givin við skúlaárslok í øllum próvtøkulærugreinum og skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 7 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar verður almannakunngjørd. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Tó fáa stakgreinalesandi, sjálvlesandi og tey, ið fara upp eftir serligum treytum, ikki ársmet.
Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðuni hjá næminginum við undirvísingarlok. Miðskeiðis í skúlaskeiðinum skal næmingurin hava støðumet í viðkomandi lærugreinum. Støðumetið er meting lærarans um støðuna hjá næminginum. Listi við støðumeti verður undirskrivaður av læraranum og latin skúlanum sber. reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi í 1 ár.
Stk. 3. Í teimum lærugreinum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki tekur út til próvtøku, verður ársmetið flutt í teigin ”Flutt ársmet” í próvtøkubókini.
Kapittul 4
Verkætlanin
§ 9. Í einum parti av tí seinasta skúlaárinum, sum svarar til 350 pultstímar, arbeiðir næmingurin, annaðhvørt einsæris ella í smærri bólkum, við eini verkætlan á A-stigi, ið verkætlanarleiðarin og lærarin, ið virkar sum vegleiðari, leggja til rættis.
Stk. 2. Næmingurin velur sjálvur økið, har verkætlanin verður gjørd. Hetta skal vera innan virkisøkið hjá skúlanum og skal góðkennast av verkætlanarleiðaranum og -vegleiðaranum. Tá næmingurin hevur valt øki, orðar hann saman við verkætlanarleiðanum og -vegleiðaranum arbeiðssetningin. Skúlin kann treyta sær, at verkætlanin, ella partur av henni, verður gjørd í tilknýti til virki, felag ella almennan stovn.
Stk. 3. Næmingurin letur regluliga skúlanum skrivlig ávegis avrik í sambandi við verkætlanina eftir nærri reglum, sum skúlin ásetir. Ávegis avrikini er partur av skrivliga arbeiðinum í lærugreinini føroyskum. Endaliga skrivliga avrikið skal latast skúlanum í seinasta lagi 14 dagar undan seinasta undirvísingardegi.
Stk. 4. Verkætlanin hjá einstaka næminginum má í vavi í mesta lagi fevna um 30 A-4 síður. Verður verkætlanin skrivað í bólki, má hon í vavi í mesta lagi fevna um næmingatalið í bólkinum faldað við mest loyvda síðutalinum.
Stk. 5. Til munnligu próvtøkuna verður einstaki næmingur próvhoyrdur í allari verkætlanini, sum hann ella bólkurin hevur latið inn.
Stk. 6. Skúlin ger nærri reglur fyri verkætlanini, sum skulu góðkennast av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Kapittul 5
Næmingaskyldur
§ 10. Næmingur hevur skyldu at fylgja undirvísingini og at lata inn skrivlig avrik, eisini um hann skal til próvtøku eftir serligum treytum, sbrt. § 11, stk. 4.
Stk. 2. Næmingarnir skulu kunnast um møtiskylduna og um skyldu at lata inn skrivlig avrik. Somuleiðis skulu næmingarnir kunnast um avleiðingarnar av, um hesar skyldur ikki verða hildnar.
Stk. 3. Skúlin sær til, at frávera næminganna regluliga verður skrásett og gjørd upp. Fráveran hjá tí einstaka næminginum verður gjørd upp fyri hvørt undirvísingarár sær. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður somuleiðis skrásett.
Stk. 4. Um fráveran hjá einum næmingi samanlagt fer upp um 10% av ásetta tímatalinum (tímum, sum eiga at verða lisnir) ella av kravdum skrivligum avrikum, verður næmingurin kallaður til samrøðu, har hann fær munnliga ávaring. Um næmingurin eftir meting skúlans við seinni uppgerð ikki hevur tikið samrøðuna til eftirtektar, fær hann móti kvittan skrivliga ávaring.
Stk. 5. Er næmingurin undir 18 ár, verður ávaringin send foreldramyndugleikanum í innskrivaðum brævi.
Stk. 6. Tá frávera ella vantandi innlating av kravdum skrivligum avrikum samanlagt fer upp um 10%, sbrt. stk. 4, fer næmingurin til próvtøku eftir serligum treytum í øllum lærugreinum. Skúlastjórin boðar Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá hesum.
Stk. 7. Er fráveran meira enn 15% í einari lærugrein, fer næmingurin til próvtøku eftir serligum treytum í øllum lærugreinum. Skúlastjórin boðar Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá hesum.
Stk. 8. Skúlastjórin kann, út frá einari heildarmeting av umstøðum og lestrarvirkni næmingsins, víkja frá reglunum í stk. 4-7.
Stk. 9. Um næmingurin framhaldandi av vansketni ikki lýkur møtiskylduna, og fráveran er oman fyri 10%, kann skúlastjórin gera av, at næmingurin verður vístur burtur frá undirvísingini.
Kapittul 6
Próvtøkur
Innskriving til próvtøku
§ 11. Próvtøka verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøku-skeið).
Stk. 2. Próvtøkukrøv, próvtøkuhættir og próvtøkureglur eru tilskilað í teimum einstøku lærugreinakunngerðunum, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetir.
Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar sambært ásetingum hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Um broytingar henda, skal Undirvísingar- og Mentamálastýrið hava fráboðan um hesar sum skjótast.
Stk. 4. Fyri næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum. Næmingur, sum fer til próvtøku eftir serligum treytum, skal til próvtøku í øllum lærugreinum.
Stk. 5. Eingin næmingur kann innskriva seg til próvtøku í einari lærugrein á sama stigi meira enn 2 ferðir. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann loyva, at vikið verður frá hesum reglum, um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Próvtøka í SIF-útbúgvingini
§ 12. Einstaki næmingurin fer aftaná 1. skúlaár (støðisárið) til próvtøku 6 ferðir í teimum lærugreinum, sum nevndar eru § 5, stk. 2. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum og støddfrøði. Farið verður altíð til munnliga próvtøku í støddfrøði. Skrivliga og munnliga próvtøkan í støddfrøði telur sum ein próvtøka.
Stk. 2. Fyri munnliga og skrivliga avrikið verður givið hvørt sítt partspróvtal. Hesi verða løgd saman í lutfallinum 1:1. Hækkað/lækkað verður til næsta tal á próvstiganum.
Lærugrein |
Próvtøkuháttur |
Aling C |
M |
Alis-/evnafrøði C |
M |
Fiskaídnaður C |
S |
Enskt C |
S, M |
Føroyskt C |
*S, M |
Lívfrøði C |
M |
Samfelagsfrøði C |
M |
Støddfrøði C |
*S + *M |
S: skrivlig próvtøka
M: munnlig próvtøka
Tá ið bókstavurin er merktur við stjørnu: kravd próvtøka
Próvtøka í HIF-útbúgvingini
§ 13. Einstaki næmingurin fer í HIF-útbúgvingini til próvtøku 11 ferðir í teimum lærugreinum, sum nevndar eru í § 5, stk. 2, 5 ferðir í 1. HIF og 6 ferðir í 2. HIF. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í enskum B, føroyskum A og munnliga próvtøku í verkætlan A.
Stk. 2. Um næmingurin velur støddfrøði á B-stigi, fer hann altíð til munnliga og skrivliga próvtøku í lærugreinini. Skrivliga og munnliga próvtøkan í støddfrøði B telur sum ein próvtøka.
Stk. 3. Fyri munnliga og skrivliga avrikið verður givið hvørt sítt partspróvtal. Hesi verða løgd saman í lutfallinum 1:1. Hækkað/lækkað verður til næsta tal á próvstiganum.
Lærugrein, 1. árið |
Próvtøkuháttur |
Enskt B |
*S, M |
Evnafrøði B |
M |
KT B |
M |
Matvøruframleiðslutøkni B |
M |
Smáverulívfrøði B |
M |
Støddfrøði B (vallærugrein) |
*M + *S |
Virkisbúskapur B |
S |
Lærugrein, 2. árið |
Próvtøkuháttur |
Fiskivinna B |
S, M |
Fyriskipan B |
S |
Føroyskt A |
*S, M |
Marknaðarførsla B |
S |
Matvørulæra A |
S, M |
Týskt C |
M |
Verkætlan A |
*M |
S: skrivlig próvtøka
M: munnlig próvtøka
Tá ið bókstavurin er merktur við stjørnu: kravd próvtøka
Felags fyri SIF og HIF-próvtøkurnar
§ 14. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetur á hvørjum ári, hvørjum lærugreinum næmingurin fer til munnliga próvtøku í.
§ 15. Nærri reglur um próvtøku í teimum einstøku lærugreinunum eru tilskilaðar í viðkomandi lærugreinakunngerðum, sbrt. § 5, stk. 1.
Stk. 2. Verkætlanin verður vard við eina munnliga próvtøku, ið fer fram við støði í skrivliga avrikinum, ið næmingurin hevur latið úr hondum, sbrt. § 9, stk. 3. Í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á skrivliga avrikið. Givið verður eittans próvtal fyri verkætlanina við støði í eini heildarmeting.
Stk. 3. Nærri reglur um próvtøkuviðurskifti og próvtøkuhald eru tilskilaðar í kunngerð um próvtøku.
Kapittul 7
Prógv
SIF-prógv
§ 16. Á próvskjalinum skulu tær lærugreinirnar standa, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, samanber tó § 12.
Stk. 2. Í lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í, verður ársmetið flutt til teigin “Próvtøl”, og tilskilað verður, at talan er um flutt ársmet.
Stk. 3. Í teiginum “Ársmet” verður roknað eitt miðaltal av ársmetunum, og í teiginum “Próvtøl” verður roknað miðaltal av próvtølunum, sum eru fingin til próvtøku, og av teimum fluttu ársmetunum. Av báðum miðaltølum verður roknað til miðaltal við einum desimali, og er hetta miðaltalið próvtøkuúrslitið.
Stk. 4. Í lærugreinum, har próvtalið verður ásett við partspróvtølum, verður próvtalið roknað sum eitt miðaltal av partspróvtølunum, sbr. tó § 12, stk. 2. Partspróvtølini verða sett í prógvið sum serpróvtøl. Svarar útroknaða miðaltalið ikki til eitt tal á próvtalsstiganum, verður próvtalið tað, ið á stiganum er próvtalinum næst. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl, verður hækkað. Próvtølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við útrokning ella lækking/hækking. Miðaltalið verður sett í prógvið sum próvtal.
HIF-prógv
§ 17. Á próvskjalinum skulu tær lærugreinirnar standa, sum næmingurin hevur verið til próvtøku í, samanber tó § 13.
Stk. 2. Í lærugreinum, sum ikki verður farið til próvtøku í, verður ársmetið flutt til teigin “Próvtøl”, og tilskilað verður, at talan er um flutt ársmet.
Stk. 3. Í teiginum “Ársmet” verður roknað eitt miðaltal av ársmetunum, og í teiginum “Próvtøl” verður roknað miðaltal av próvtølunum, sum eru fingin til próvtøku, og av teimum fluttu ársmetunum. Av báðum miðaltølum verður roknað til miðaltal við einum desimali, og er hetta miðaltalið próvtøkuúrslitið.
Stk. 4. Í lærugreinum, har próvtalið verður ásett við partspróvtølum, verður próvtalið roknað sum eitt miðaltal av partspróvtølunum, sbr. tó § 13, stk. 3. Partspróvtølini verða sett í prógvið sum serpróvtøl. Svarar útroknaða miðaltalið ikki til eitt tal á próvtalsstiganum, verður próvtalið tað, ið á stiganum er próvtalinum næst. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl, verður hækkað. Próvtølini 00 og 13 kunnu ikki verða givin við útrokning ella lækking/hækking. Miðaltalið verður sett í prógvið sum próvtal.
Kapittul 8
Stakgreinalestur og sjálvlestur
§ 18. Eitt SIF- og eitt HIF-prógv kann takast í støkum lærugreinum, sambært §§ 1-10. Próvtøkur í støkum lærugreinum kunnu setast saman til eitt samlað prógv.
Stk. 2. Reglurnar um eftirmeting í §§ 7 og 8 eru ikki at nýta í sambandi við stakgreinaundirvísing. Tey, ið taka stakar lærugreinir, kunnu tó fáa tilboð um eftirmeting tvær ferðir um árið frá viðkomandi lærara. Í seinastu hálvu fyri próvtøku skulu stakgreinalesandi hava tilboð um at skriva uppgávu undir próvtøkulíknandi umstøðum, í teimum lærugreinum, sum enda við skrivligari próvtøku.
Stk. 3. Farið verður til próvtøku við undirvísingarlok. Verður farið upp seinni, fer hetta fram eftir somu treytum sum sjálvlesandi.
Stk. 4. Innskriving til stakgreinalestur fylgjandi skúlaár fer í seinasta lagi fram 25. juni á serligum oyðiblaði, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger. Skúlin boðar Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá um stakgreinalesandi sambært nærri ásettum reglum.
§ 19. Sjálvlesandi kunnu innskriva seg til próvtøku í eini ella fleiri lærugreinum, uttan heilt ella lutvíst at hava fingið undirvísing frammanundan.
Stk. 2. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 25. februar á serligum oyðiblaði, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger.
Stk. 3. Til einstøku lærugreinina verður givið upp lesipensum.
Stk. 4. Hevur lærugreinin fleiri stig, skal lægra stigið vera staðið, áðrenn farið verður upp til próvtøku á næsta stigi.
Kapittul 9
Ymsar ásetingar
§ 20. Lærarar, sum undirvísa í útbúgvingini, skulu lúka førleikakrøv at undirvísa á miðnámsstigi sambært § 11 í lógini og nærri ásetingum frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
§ 21. Næmingur kann kæra avgerð skúlastjórans sbrt. hesi kunngerð, herímillum avgerð um burturvísing og onnur agatiltøk, til Undirvísingar- og Mentamálastýrið innan 7 dagar eftir, at næmingurin er kunnaður um avgerðina.
Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndugur, kann foreldramyndugleikin kæra, sbrt. stk.1.
Stk. 3. Kæran verður send skúlastjóranum skrivliga, og sendir hann hana víðari til Undirvísingar- og Mentamálastýrið saman við einum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.
Stk. 4. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum hevur kært.
Stk. 5. Fyri kærur í sambandi við próvtøku eru reglurnar í kunngerð um próvtøku galdandi.
§ 22. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann loyva, at vikið verður frá hesi kunngerð, tá ið talan er um royndar- og menningarvirksemi. Slíkar royndir skulu bert vara í avmarkaða tíð og byggja á eina útgreinaða ætlan. Ein fyritreyt fyri hesum er, at møguleikarnir at nýta próvtøkuna í framhaldandi útbúgving ikki verða skerdir.
§ 23. Ein normalsíða av teksti (prosa) fevnir um 1300 bókstavir, og ein normalsíða av yrkingum fevnir um 30 reglur.
§ 24. Skúlaárið er 199 dagar, íroknað próvtøku- og royndarskeiðið.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 25. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000, og er galdandi fyri teir næmingar, ið byrja SIF- og HIF-útbúgvingina eftir henda dag.
Undirvísingar- og Mentamálatýrið, 26. juni 2000
Torbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)