Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. august 2015Nr. 102
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Krøv um bústað og sjón)
§ 1
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 1. juli 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Persónar, sum hava bústað og eru skrásettir at vera undir útbúgving uttanlands, kunnu fara til koyriroynd og fáa útgivið koyrikort í Føroyum, um tað ikki eru meira enn enn 5 ár síðani tey hava verið skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum, sum fastbúgvandi í í Føroyum í samanhangandi 5 ár.”
2. Í fylgiskjali 2 um minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, verður undir Allýsing sum nr. 4 sett:
“4) Persónar, sum áðrenn 1. apríl 2005 høvdu koyrirætt til bólk C (lastbil) og bólk CE (stórt viðfestiakfar til lastbil) í flokki 2, kunnu tó til 1. august 2020 hvat viðvíkur krøvunum til sjónstyrki, fáa endurnýggjað koyrikort til bólk C (lastbil) og bólk CE (stórt viðfestiakfar til lastbil) eftir teimum ásetingum, sum vóru galdandi áðrenn 1. apríl 2005. Henda endurnýggjan er bert galdandi í Føroyum, og verður átekning um hetta skrivað í koyrikortið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 3. august 2015
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)