Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juli 2018Nr. 100
Kunngerð um broyting í kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni
(Broyting av Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum til MEGD o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 2 frá 13. januar 2015 um parkeringskort fyri persónar við avlamni, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1, 2. pkt. verður “fylgiskjalinum” broytt til: “skjalinum”.
2. Í § 1, stk. 2, 2. pkt. verður “sbr. § 18” broytt til: “sbrt. § 18”.
3. Í § 2, stk. 1 verður “Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF)” broytt til: “MEGD”.
4. Í § 2, stk. 2, tvær staðni í § 2, stk. 3, í § 3, stk. 1, tvær staðni í § 3, stk. 3, í § 3, stk. 5, og í §§ 4, 8 og 9 verður “MBF” broytt til: “MEGD”.
5. Í § 2 verða stk. 4 og 5 strikað.
6. § 3, stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) Myndin skal vera tikin beint frammanífrá og vísa tað ovasta av akslunum og andlit umsøkjarans uttan høvuðklæði.”
7. Í § 11, stk. 1 verður “sbr. § 10” broytt til: “sbrt. § 10”.
8. Aftan á § 16 verður sett:
“Kæra
§ 16 a. Avgerðir hjá MEGD, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Avgerðir hjá Vinnnukærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.”
9. Í § 18, stk. 2 verður “sbr. hesi kunngerð” broytt til: “sbrt. hesi kunngerð”.
10. Í fylgiskjali 1 verður “Fylgiskjal 1” broytt til: “Skjal 1”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 10. juli 2018
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)