Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. januar 2016Nr. 1
Kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 95 frá 24. mai 2022
Við heimild í § 48 og § 49, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð fyriskipar ásetingar um ársgjøld fyri eftirlitsvirksemi hjá Fjarskiftiseftirlitinum av frekvensviðurskiftum og ómaksgjøld fyri at røkja uppgávurnar sambært kapittul 7 í løgtingslógini, og ásetingum settar við heimild í ásetingunum í kapittul 7 í løgtingslógini.
§ 2. Loyvishavar av frekvensum til siglingartænastur, loftferðslutænastur og landstøðir verða at gjalda ársgjøld fyri eftirlit og umsjón við loyvum, sum ásett í skjali 1 og 2.
Stk. 2. Ársgjøldini fella til gjaldingar tann 1. januar á hvørjum ári. Um loyvishavar hava ynski um tað, kann ársgjaldið býtast í ársfjórðingar.
§ 3. Fyri tillutan av frekvensum verður at gjalda ómaksgjald á 500 kr.
Stk. 2. Fyri altjóða samskipan av frekvensi verður at gjalda ómaksgjald á 3.500 kr.
§ 4. Fyri próvtøku og endurnýggjan av próvtøku at fáa radiopróvbræv, útskriving av radiopróvbrævi og avriti av radiopróvbrævi og útskriving av radioloyvi og avriti av radioloyvi, verður at gjalda ómaksgjald, sum ásett í skjali 3.
§ 5. Fyri próvtøku, útskriving av prógvi, avriti av prógvi og fyri útskriving av kalliteknum til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, verður at gjalda ómaksgjald, sum ásett í skjali 4.
§ 6. Um avgreiðsla sambært §§ 3, 4 og 5 hevur skund, kann Fjarskiftiseftirlitið harumframt krevja ómaksgjald á 1.000 kr. fyri skundavgreiðslu.
§ 7. Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum gjøldum, sum eftir hesari kunngerð standast av loyvi til nýtslu av frekvensi.
§ 8. Um ásett gjaldsfreist ikki verður hildin, verður álagt eykagjald á 100 kr. fyri tær eyka útreiðslur, ið standast av at senda áminningarskriv.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 167 frá 20. desember 2011 um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. januar 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Skjal 1
Ársgjøld fyri siglingartænastur og flogferðslutænastur
1) |
T (MF-Telefonútgerð) |
kr. |
200 |
2) |
U (HF-Telefonútgerð) |
- |
200 |
3) |
V (Føst VHF-útgerð) |
- |
200 |
4) |
B (Flytilig VHF-útgerð) |
- |
100 |
5) |
E (COSPAS-SARSAT EPIRB 406 MHz) |
- |
150 |
6) |
S (INMARSAT fylgisveinaútgerð) |
- |
350 |
7) |
G (Radioteleksútgerð) |
- |
350 |
8) |
UHF (UHF innanborða samskifti í bátum/skipum) |
- |
100 |
9) |
Fastar VHF-siglinga og flogferðslutænastur á landi (LMR C-loyvi) |
- |
1.000 |
10) |
Fastar HF-siglingar støðir á landi (LMR C-loyvi) |
- |
10.000 |
11) |
Fastar MF-siglingastøðir á landi (LMR C-loyvi) |
- |
10.000 |
12) |
Flytiligar VHF-siglingar- og flogferðslutænastur á landi (LMR B-loyvi) |
- |
200 |
Ársgjøld fyri landstøðir
1) |
Høvuðsstøðir 30MHz, 2m, 4m og UHF (C-loyvi) |
kr. 300 |
2) |
Flytiligar eindir (B-loyvi) |
kr. 100 |
3) |
Hýruvognstøðir við minst 20 hýruvognum skipaðir undir støðini, verða at gjalda eitt samla gjald fyri hýruvognar og høvuðsstøðina |
kr. 3.000 |
4) |
Radiofjarstýring (fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) |
kr. 200 |
5) |
Telemetri (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi)
Telemetri, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 200
kr. 1.000 |
6) |
Mikrobylgju (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi)
Mikrobylgju, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 200
kr. 1.000 |
7) |
Samskifti við mátidata (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi)
Samskifti við mátidata, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 200
kr. 1.000 |
8) |
Mikrofonsendiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) |
kr. 500 |
9) |
Persónsleitiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) |
kr. 200 |
10) |
Royndarsendingar undir 3 GHz (S-loyvi) |
kr. 500 |
11) |
Royndarsendingar yvir 3 GHz (S-loyvi) |
kr. 700 |
12) |
Audio Link (S-loyvi) |
kr. 500 |
13) |
Útvarp/Nærvarp. (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
14) |
Útvarp/Nærvarp í tunlum (Fyri hvønn frekvens) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
15) |
Sjónvarp (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) |
kr. 2.000 |
16) |
Radioketur: a) Frekvensloyvi (S-loyvi)
b) Fyri hvørt tillutað MHz í 3-9,5 GHz frekvensbandinum
c) Fyri hvørt tillutað MHz í 9,5-15 GHz frekvensbandinum
d) Fyri hvørt tillutað MHz í 15-21 GHz frekvensbandinum
e) Fyri hvørt tillutað MHz í 21-33,4 GHz frekvensbandinum
f) Fyri hvørt tillutað MHz í 33,4-57 GHz frekvensbandinum
g) Fyri hvørt tillutað MHz omanfyri 57 GHz frekvensbandinum
Kravt verður ikki frekvensgjald fyri seinnu pólariseringina, um dual-pólarisering verður nýtt. |
kr. 1.000
kr. 63
kr. 38
kr. 25
kr. 17
kr. 11
kr. 3
|
17) |
DVB-T (Hvørja kanal sær) (S-loyvi) |
kr. 2.000 |
18) |
SNG-fylgisveinasendiútgerð (Satellite News Gathering) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
19) |
V-SAT fylgisveinaútgerð (Very Small Apparature Terminal) (Heavy Duty) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
20) |
INMARSAT fylgisveinaútgerð |
kr. 3.000 |
21) |
Fastar SAT-jørðstøðir (Føst fylgisveinaútgerð til breitt samskifti) (S-loyvi) |
kr. 10.000 |
22) |
DCS (Digital Cellular System 1800 MHz. (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
23) |
UMTS 2100 og 2600 (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
24) |
LTE (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
25) |
GSM (Global System for Mobile Communication) (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
26) |
FWA (Fixed Wireless Access) (Fyri hvørji 10 MHz) (S-loyvi) |
kr. 3.000 |
27) |
Nýfrættisútgerð (Reportageútgerð) (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) |
kr. 500 |
28) |
MF-útvarpsstøðir (S-loyvi) |
kr. 10.000 |
Allýsingar:
C – loyvi: Føst støð á landi.
B – loyvi: Flytilig støð á landi
S – loyvi: Øll onnur frekvensloyvi á landi, t.d. tíðaravmarkað loyvi, royndar loyvi, loyvi til telemetri, VSATloyvi o.a.
Skjal 3
Ómaksgjøld, siglingarradiotænastur, próvbrøv og próvtøkugjøld
Próvtøkugjald GOC (General Operator´s Certificate) |
kr. |
800 |
Gjald endurnýggjanarroynd GOC |
- |
700 |
Próvtøkugjald ROC (Restricted Operator´s Certificate) |
- |
600 |
Próvtøkugjald LRC (Long Range Certificate) |
- |
700 |
Próvtøkugjald SRC (Short Range Certificate) |
- |
500 |
Útskriving av próvbrævi og avrit av próvbrævi |
- |
200 |
Útskriving av radioloyvi og avrit av radioloyvi |
- |
150 |
Skjal 4
Ómaksgjøld, áhugavarparar, próvbrøv, próvtøkugjald og loyvir
Próvtøkugjald |
kr. |
500 |
Útflýggjan av loyvi og avrit av loyvi til áhugavarparar |
- |
150 |