11. august 2015Nr. 107
Fráboðan um flokkar og bókstavmerking til løgtingsvalið 1. september 2015
Við heimild í § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið verður ásett:
§ 1. Við hesum verður gjørt kunnugt, at hesir flokkar kunnu luttaka í løgtingsvalinum 1. september 2015:
1) Hin Føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri), Listi A.
2) Sambandsflokkurin, Listi B.
3) Javnaðarflokkurin, Listi C.
4) Nýtt Sjálvstýri, Listi D.
5) Tjóðveldi, Listi E.
6) Framsókn, Listi F.
7) Miðflokkurin, Listi H.
§ 2. Valevnislistar, sum siga seg taka undir við hesum flokkum til valið, skulu vera merktir við bókstavinum, sum stendur út fyri flokkinum.
Løgmansskrivstovan, 11. august 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Marjun Hanusardóttir (sign.)